mánadagur 20. februar 2017síða 34
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 8 • 20. FEBRUAR 2017
10
MIÐLAHÚSIÐ
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
Odd Færø
STÓLURIN
Í STÓLINUM HESA VIKUNA
LÝS TEG SJÁLVAN VIÐ
TRIMUM ORÐUM:
Hjálpsamur, íðin og viðkomandi
HVAT MERKI ER TELEFON TÍN?
iphone 5
HVØR ER TÍN BESTA SUMMAR
FRÍTÍÐARUPPLIVING?
Ein av fleiri var hugnaliga vikuskiftið
í svínoy saman við konuni
HVAT ORÐ ELLA HVØNN
SETNING NÝTIR TÚ OFTAST?
Hvussu gongur?
HVØRJUM HYGGUR TÚ AT
HJÁ HINUM KYNINUM
Eygunum og øllum hinum, mannfólki líkt
HVAT GER TEG Í GÓÐUM LAG?
At kona, familja og vinir hava tað gott og
uppliva viðgongd og eydnu í lívinum
HVAT STRESSAR TEG?
Konfliktin millum ynski at samskifta
ríkiliga nógv við menniskju og at
náa øllum tí, eg skal náa í verki
HVØR ER TÍN YNDISRÆTTUR?
Kjøtfrikadellur við eplum, rivnum
gularøtum og brúnari sós
HVAT VAR SEINASTA YNSKIÐ,
SUM TÚ FEKST UPPFYLT?
Mistanki um hóttandi sjúku hjá
kærum familjulimi bleiv avváttað
HVAR ARBEIÐIR TÚ?
Hjá el-felagnum SEV
HVØRJUM TÓNLEIKI
LURTAR TÚ EFTIR?
Country, gamla kvartettin í Betesda Klaksvík,
Lynda Randle, Curt og Roland, Roland
Utbult, Anne Linnet, Alex Bærendsen,
Kristina Bærendsen, Børud-Gjengen,
Kenny Rogers, Johnny Cash ... fyri at
nevna tey, sum eg eri glaðast fyri, men
eg lurti rímuliga nógv eftir tónleiki og tað
hevur eisini týdning fyri meg at talan er
um tónleik við einum góðum andaligum
boðskapi – fantastiskt at koyra “for frá”
og hoyra Lynda Randle syngja “I am free”
HVAT ER BESTA UPP
FINNINGIN OG HVÍ?
Veit ikki
HVAT ER BESTA ÍLØGAN
TÚ HEVUR GJØRT?
Íløgan í konu og ta familju, vit eiga
HVAT ER TÍTT BESTA
HEIMARÁÐ?
Havi onki
HEVUR TÚ NAKAÐ HÚSDJÓR?
Nei
HVAT HEVÐI TÚ GJØRT, UM
TÚ VANN EINA MILLIÓN?
Rindað húsalánið niður við upphæddini
HVAT HEVÐI TÚ GJØRT, UM TÚ
VANN TÍGGJU MILLIÓNIR?
Rindað húsalánið út, rindað døtrunum
báðum 2,5 mió. í part og givið persónum
í verki guds 1 mió og restin hevði gingið
inn í dagliga húsarhaldsroknskap okkara
HVAT ER TAÐ BESTA VIÐ
FØROYUM OG HVÍ?
Lítið samfelag, sum enn er eitt sindur
viðkomandi hvørjum øðrum
HVAR ERT TÚ UM 10 ÁR?
Antin í himli ella í hoyvík
Avbjóðingin er tillaging
til broyttar tíðir
Halt fast í
óbroytandi
meginreglur