Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-02-20, síða 35
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 20. februar 2017síða 35

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 8 • 20. FEBRUAR 2017A 11 MIÐLAHÚSIÐ ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ SLAKTARI ELLA KOKKUR TIL NÝGGJU SLAKTARA­ DEILDINA Í HOYVÍK Tú hevur holla fakliga bakgrund og áhuga í matgerð. Tíni kreativu evnir javnviga einum væl mentum sansi fyri reinføri, góðsku og tænastusinni. Vit rokna við, at tú hevur eitt útvent og jaligt lyndi, dugir at arbeiða skipað, bæði sjálvstøðugt og sum partur av einum toymi. Tú dugur eisini at leggja fólki lag á, soleiðis, at tey fáa eina góða uppliving heim við sær til døgurðaborðið. Arbeiðsplássið er eina mest okkara nýggja slaktaradeild, har ein nýmótans ídnaðarkøkur er týðandi partur av tænastuni. Arbeiðstíðin er 40 tímar um vikuna og vikuskiftisvakt triðja hvønn leygardag. Løn sambært avtalu við avvarðandi fakfelag. Hevur tú spurningar, ella vilt vita meira um starvið, ert tú vælkomin at venda tær Lars Hansen, slaktara á tel. 281990 ella um teldupost slaktarin@fk.fo. Umsókn, ið skal vera okkum í hendi innan 3. mars 2017, skal sendast til: Fk Hoyvik Att. Lars Hansen Postboks 349 FO-188 Hoyvik Til ber eisini at senda til slaktarin@fk.fo Vit sóknast eftir einum kokki ella slaktara til avloysarastarv í eitt ár frá 1. apríl 2017 ella eftir nærri avtalu.