Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-02-20, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 20. februar 2017síða 38

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 8 • 20. FEBRUAR 2017 14 ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ TEMA Børn & Ung Vilmund Jacobsen T á barnið skal læra at ferðast sjálvt í ferðsluni, eru tað serliga tvey øki, sum dentur eigur at vera lagdur á. Annað er upplæring og venjing, sum kunnu ávirka bráðræsna lyndið hjá barninum. Hitt er at økja kunnleikan um ferðslu, soleiðis at barnið fær eina betri fatan av tí, sum hendir og kann henda. Tað sigur Ráðið fyri Ferðslutrygd. Hjálpir at tosa Hvussu sjálvstamarhaldið hjá barn­ inum er, er tengt at búningarstignum hjá barninum. Upplæring og venjing kann ávirka búningina. Tað hjálpir eisini væl at tosa við barnið um av­ leiðingarnar av ávísum atburði. – Hvat hendir í ferðsluni? Hvat kann henda, og hvat kunnu vit gera fyri at sleppa undan eitt nú at verða yvirkoyrd? Ráðið fyri Ferðslutrygd sigur tað vera týdningarmikið, at barnið fær grundleggjandi royndir, soleiðis at tað megnar motoriskar avbjóðingar, eitt nú at venja seg at bráðsteðga, tá brúk er fyri tí. – Spøl og venjingar, sum bøta um reak­tiónssnarleika, javnvág og sam­ skipan av rørslum, eru ein týðandi partur av vanlukkufyribyrging í ferðsl­ uni. Ferðsla í barnahædd Børn duga ikki at hugsa og bera seg at sum vaksin fólk í ferðsluni. Tey eru lítil, og teimum vantar royndir. Teirra menningarstig ger, at tey hava fleiri avbjóðingar í ferðsluni enn vaksin. – Ferðslan sær eisini øðrvísi út í barnahædd. Fyri at læra barnið at bera seg at í ferðsluni, mugu vit síggja umhvørvið við eygunum hjá barninum. Ráðið fyri Ferðslutrygd vísir á, at børn hava lætt við at taka ímóti reglum, meðan tey enn eru smá. Tey kenna seg tryggari, tá tey vita, hvussu tey skulu bera seg at. – Tí er lætt at byrja góðar ferðslu­ vanar, meðan børnini enn eru smá og løtt at ávirka, verður lagt aftrat. Ferðsluvenjingar Ráðið fyri Ferðslutrygd vísir á, at tað krevur nógv meira av barninum at súkkla millum bilar enn at súkkla, har eingin ferðsla er. Barnið skal duga at hava eyguni við nógvum ymiskum viðurskiftum í senn, samstundis sum tað skal halda javnvágini. – Umráðandi er at velja røttu súkkl­una. Børnini skulu duga at halda javnvágina; tey skulu duga at geva tekin og at kunna seg um ferðsl­una aftureftir. Børn, sum skulu ferðast í ferðsluni, hava tørv á ferðslu­venjing­ um, bæði til gongu og á súkklu, sigur Ráðið fyri Ferðslutrygd. Ferðsla sær øðrvísi út í barna­ hædd Børn kenna seg tryggari til gongu í ferðsluni, tá tey vita, hvussu tey skulu bera seg at. Tí er umráðandi at geva børnunum ferðsluvenjingar Børn á súkklu Ráðið fyri Ferðslutrygd heldur, at alt ov fáar súkklubreytir eru í Føroyum. – Tí er umráðandi, at fólk á súkklu eru ógvuliga gáin. Skulu børn súkkla, krevur tað, at foreldur fyrst læra tey at súkkla í ferðsluni. Mælt verður til, at barnið súkklar saman við vaksnum í ferðsluni, til tað er eini 10-12 ára gamalt. Ymiskt er, hvussu búgvin børn eru, og hvussu ferðslan í nærumhvørvinum er. Foreldur skyna sjálvi á, nær barnið klárar at súkkla einsamalt. Ymiskt er, hvussu búgvin børn eru, og hvussu ferðslan í nærumhvørvinum er Børn, sum skulu ferðast í ferðsluni, hava tørv á ferðsluvenjingum