mánadagur 20. februar 2017síða 40
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 8 • 20. FEBRUAR 2017
16
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
TEMA
Børn & Ung
Happing
byrjar longu
í barna
gørðunum
Í ringasta føri kunnu børn, sum verða happað, koma at dragast við
kensluna av at vera øðrvísi alt lívið. Tí er tað so umráðandi, at hond
verður tikin um trupulleikan við happing í barnagørðum skjótast tilber
Vilmund Jacobsen
T
að eru ikki bara børn í skúlaaldri,
ið happa ella sjálvi eru fyri
happing. Longu í barnagarðinum
kunnu børn vera fyri happing.
Tað vísir gransking á hesum øki.
Happing millum børn krevur ikki
endiliga eina tilvitaða ringa ætlan,
men talan er um eitt vánaligt – ella
ónt – mynstur, ið tekur seg upp.
Hvussu hetta mynstur sær út, er eitt
nú knýtt at, hvussu gomul børnini eru.
– Vit spæla bara við tey, sum eru í
sokkabuksum…
– Vit spæla ikki við tey, sum hava
svart hár…
– Tú sleppur ikki at spæla uppi í
hjá okkum…
Pedagogar í barnagørðum hoyra
ofta slíkar setningar, og í onkrum føri
kann tað treingjast so mikið saman
um spælitreytirnar hjá børnunum, at
okkurt barn skipað verður hildið uttan
fyri leikin.
Hvussu byrjar happing?
At happing eisini sæst innan barna
garðar, vísir ein kanning, sum Roskilde
Universitet hevur gjørt.
– Happingin byrjar, tá eitt ávíst
umhvørvi verður skapt á stovninum,
og tá nøkur børn – og ofta bara tað
eina barnið – verður hildið uttan fyri
spælið og felagsskapin og soleiðis
missir rættin at vera við.
Tað sigur ph.d.-lesandi, Kit Stender
Petersen, sum stóð aftan fyri eina
danska kanning um, hvussu happing
byrjar millum barnagarðsbørn.
– Tað er hent eitt skifti frá, at
vit síggja happing, sum eitt úrslit
av illavorðnum børnum, til heldur
at vera eitt úrslit av einum óndum
mynstri. Áður vístu vit aftur, at verulig
happing kundi henda í vøggustovum
og barnagørðum, sigur Kit Stender
Petersen.
Hon hevur fylgt við, hvussu happ
ing kann byrja og mennast í einum
barnagarði, sum er raktur av happing,
og í hesum sambandi hevur hon
snakkað við 32 børn og trý vaksin um
teirra upplivingar við happing.
Tey vaksnu ábyrgdina
Seinnu árini hevur stórt fokus verið
á happing millum skúlanæmingar,
samstundis sum dagstovnar hava
havt sítt fokus á fyribyrging.
Síðan 2008 hava dagstovnar í
Danmark kunna tilmeldað seg eina
fyribyrgingarskrá – »Fri for mobberi«
– hjá Red Barnet. Skráin fevnir um
eitt pedagogiskt skeið og amboð í
arbeiðnum við børnum móti happing.
Pedagogurin, Dorte Funk, vísir á,
at happingarmynstur millum barna
garðsbørn hava altíð verið. Men, tað
var ikki fyrr enn børnini byrjaðu í skúl
anum, at hesi mynstur gjørdust týði
ligari.
Hon sigur, at tað saktans ber til at
rætta upp á børnini, meðan tey enn
eru smá, tí øll ynskja positiva samveru
við felagsskapin.
– Tí er tað týdningarmikið, at vit
Tað, sum er umráðandi, er, at hvessa uppmerksemi og fylgja væl við, um tekin er
um happing. Tá happing fer fram, gongur tað út yvir allan barnaflokkin
Í ringasta føri
koma børn, sum verða
happað, at dragast við
kensluna av at vera øðrvísi
alt lívið. Hetta kann geva
teimum bæði sálarligar og
likamligar trupulleikar