mánadagur 20. februar 2017síða 41
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
MIÐLAHÚSIÐ
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
VIKA 8 • 20. FEBRUAR 2017A
17
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
TEMA
Børn & Ung
sum pedagogar og vaksin grípa inn,
áðrenn happing fær fastatøkur á
børnunum.
Hjá Red Barnet hevur Lars Still
ing Netteberg, sum hevur ver
kætlanarábyrgd, verið í samband
við barnagarðspedagogar, ið kenna
tey mynstur, sum eru millum børn
á stovni. Tað vísir seg nevniliga, at
hesi mynstur innan happing rættiliga
koma til sjóndar í 7-floks aldri.
– Vit ivast ikki í, at happingar
mynstrini longu vera bygd upp í barna
gørðum.
Við
fyribyrgingarskránni
– »Fri for mobberi« – vilja vit klæða
foreldur, pedagogar og lærarar til
at síggja, hvat gongur fyri seg í ein
um bólki, soleiðis at einstøku børnini
ikki standa við ábyrgdini og trupul
leikanum.
Lars Stilling Netteberg vísir á, at
hetta er eitt mynstur í stríðnum um
atgongd til felagsskapin, og tað er
týdningarmikið, at tað eru vaksin fólk
sum taka stýrandi ábyrgdina.
Hvessa uppmerksemi
Kit Stender Petersen, ph.d.-lesandi,
sum stóð aftan fyri áður nevndu
kanning um, hvussu happing byrjar
millum barnagarðsbørn, vísir á, at
pedagogar longu nú arbeiða við at
fyribyrgja happing og arbeiða við
at skapa eina sameinandi mentan í
barnagørðum.
– Tað, sum er umráðandi, er, at
hvessa uppmerksemi og fylgja væl við,
um tekin er um happing. Umráðandi
er, at pedagogar brúka sína fakligheit
og fara í dialog við børnini um teirra
handlingar mótvegis hvørjum øðrum
og taka foreldrini við upp á ráð, sigur
hon.
Tað kann vera trupult at fáa eyga á
happingarmynstrini – júst tí, at hetta
eru støður, sum henda yvir eina tíð og
spakuliga skumpa barnið longur og
longur út úr felagsskapinum. Vegurin
aftur kann vera langur, tá eitt barn
fyrst er trýst út úr felagsskapinum.
– Avbjóðingin er, sigur Kit Stender
Petersen, at pedagogar ofta finna út
av tí ov seint, tá happing longu hevur
rakt einstaka barnið. Pedagongarnir
finna ikki altíð út av, at happing er við
at henda, men tá hetta er ein veruleiki,
kann tað eisini vera trupult at finna út
av, hvussu tingini skulu loysast.
Hon leggur aftrat, at tað kann
vera ógvuliga trupult at broyta eina
fastlasta uppfatan av tí einstaka
barninum í barnagarðinum.
Fimm prosent rakt
Kanningar hjá Red Barnet vísa, at
umleið fimm prosent av øllum dag
stovnabørnum í Danmark hava upp
livað at vera happað, men hildið
verður ikki, at hetta tal lýsir veru
leikan, soleiðis sum hann er.
– Tá happing fer fram, gongur tað
út yvir allan barnaflokkin, tí øll vera
ávirkað av tí, sum hendir. Børn, sum
verða happað, kunnu fáa bæði sálarlig
og likamlig mein. Nøkur gerast likam
liga sjúk við eitt nú búkilsku.
Kit Stender Petersen, ph.d.-les
andi, vísir á, at í ringasta føri koma
børn, sum verða happað, at dragast
við kensluna av at vera øðrvísi alt lívið.
– Tí er tað so umráðandi, at hond
verður tikin um trupulleikan skjótast
tilber, leggur hon aftrat.
Kelda: www.boernogunge.dk
Fakta um óndu
mynstrini
* Happing byrjar ikki við einari tilætlaðari
ætlan, men við óndum mynstrum
* Eitt mynstur er ein mynd av
konstruktiónini og leiklutabýtinum,
sum uppstendur millum børn í stríðnum
um at vera ein partur av felagsskapinum
* Happingarmynstrið byrjar, tá eitt barn
ótilvitandi traðkar inn í leiklutin sum
happari, tí viðkomandi sjálv/-ur følir, at
sín egni leiklutur í felagsskapinum er
hóttur
* Tá fleiri gerast partur av happingini, er
tað tí, at tey sjálvi stúra fyri at enda í
skotlinjuni fyri happing
* Ofta skal tað ikki meira til fyri at bróta
mynstrið enn, at onkur einstakur sigur
frá
Kelda: Mai Brit Helgesen (norskur granskari í pedagogikki og happing)
Happingarmynstrið byrjar, tá eitt barn ótilvitandi traðkar inn í leiklutin sum happari,
tí viðkomandi sjálv/-ur følir, at sín egni leiklutur í felagsskapinum er hóttur