mánadagur 20. februar 2017síða 42
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 8 • 20. FEBRUAR 2017
18
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
TEMA
Børn & Ung
Vilmund Jacobsen
Í
ár verður føstulávintsmánadagur
27. februar – ella um eina viku.
Næstu tveir dagarnir eftir føstu
lávint eita grýlukvøld og øskudagur.
Vit kunnu siga, at føstulávint í dag
serliga er ein barnaveitsla, har børnini
lata seg í grýluklæði, sláa tunnu og
ganga grýla.
Skúlar og barnagarðar kring um
landið skipa fyri tunnusláing, har
kattakongurin ella kattadrotningin
fær krúnu – og kanska fær vakrasta
grýlan eitt gávukort.
Gera nógv burturúr
Men, tað eru ikki bara børn, sum sláa
tunnu á føstulávint. Tað gera tey
vaksnu nógvastaðni eisini.
Ymiskt er, hvat gjørt verður burt
ur úr, men eitt nú í Sumba er hetta
ein rættiligur hátíðardagur við skrúð
gongu, tunnusláing, veitslu og dansi.
Temaið í føstulávintshaldinum í
Sumba er føroyska flaggið. Búnin,
sum sligið verður í, er hvít skjúrta,
blátt og reytt silkiband, og eisini
plaga tey at hava eina bláa og eina
reyð rósu.
Onkur hevur eisini kaskett á høvd
inum við føroysku litunum.
Gassin ella keppurin, sum sligið
verður við, er eins og tunnan málaður
hvítur, bláur og reyður.
Til borðhaldið um kvøldið, sum
er partur av føstulávintshaldinum í
Sumba, er alt pyntið eisini gjørt við
føroysku flagglitunum.
Føstulávintshaldið í Sumba byrjar
vanliga í samkomuhúsinum beint eftir
middag. Her fáa øll, sum ætla sær at
sláa tunnu, eitt nummar, og síðan
verður gingið í skrúðgongu heim í
bygdina.
Um kvøldið er veitsla í bygdini við
góðum mati, og her verða kattakongar
og kattadrotningar heiðrað. Tá borð
haldið er liðugt, verður enskur dansur,
og tá løtur eru gjøgnum náttina, og
steðgur í enska dansinum, verður
farið upp á gólv.
Men, tað er ikki bara í Sumba, at
gjørt verður burtur úr føstulávint.
Eins og barnagarðar og skúlar
skipa fyri tunnusláing, eru eisini bygd
ir, har ungmannafeløg skipa fyri.
Á Sandi er tað ungmannafelagið
Virkið, sum stendur aftan fyri tiltakið,
og her sláa bæði børn og vaksin,
kvinnur og menn, tunnu.
Føsta í 40 dagar
Á www.snar.fo lesa vit, at føstulávint
upprunaliga er ein katólskur siður.
Orðið føstulávint merkir føstuaftan
– ella kvøldið fyri føstuna. Føstan er
ikki eina ávísa tíð í hvørjum ári, tí tíðin
er knýtt at páskum og kirkjuárinum.
Føstuinngangur verður hátíðar
hildin sjey vikur fyri páskadag, og
føstulávint kann tí liggja millum 1.
februar og 7. mars. Føstan varir tó
bara í 40 dagar. Sunnudagarnir í
føstutíðini verða ikki taldir við, tí teir
verða ikki mettir at vera føstudagar.
Hóast føstulávint er knýtt at
kirkjuárinum, hevur høgtíðin eisini
røtur í heidnari siðvenju.
Summi vilja vera við, at føstulávint
upprunaliga var ein várveitsla, har
dentur varð lagdur á ítøkiliga bar
dagan millum vetur og summar.
Menn, klæddir í vetrarbúna og aðrir í
summarbúna, stuttleikaðu sær við at
berjast á gøtunum.
Ein samanrenning
Á www.snar.fo verður sagt, at eisini
tunnusláing sigst at stava frá heidnari
siðvenju, har menn á hestbaki riðu í
ring og skiftust at sláa tunnu við
einari livandi kettu í.
– Kettan var ímynd av óndskapi,
sum vinnast skuldi á. Tá kettan rann
avstað, varð liðugt. Tí kunnu vit siga,
at føstulávint er ein samanrenning av
heidnari og kristnari siðvenju.
Føstulávint – ein samanrenning
av heidnari og kristnari siðvenju
Ymiskt er, hvat gjørt verður burtur úr føstulávint kring landið, men
nógvastaðni sláa bæði børn og vaksin, kvinnur og menn, tunnu - og
í onkrum bygdum verður rættilig føstulávintsveitsla hildin
Í Sumba gera tey nógv burtur úr føstulávint, og tað eru teir
føroysku flagg-litirnir, sum seta dám á alt tiltakið
Eins og barnagarðar og skúlar skipa fyri, eru eisini bygdir,
har ungmannafeløg ella bygdafeløg skipa fyri tunnusláing
* Føstulávint er upprunaliga eitt hátíðarhald fyri
várinum.
* Orðið Føstulávint er úr týskum og merkir føstu-aftan,
kvøldið fyri føstuna.
* Øskudagur er mikudagur eftir føstuinngang.
* Hildið verður, at siðurin við at baka føstulávintsbollar
er úr Týsklandi, frá uml. 1600. Bollarnir vóru
tá hveitibollar uttan fyllu og teir vóru nevndir
heisswecken.
* Grýla er gamalt norrønt orð, sum sipar til eitt skrímsl.
Í dag ganga børn grýlu frá hurð til hurð. Tá tey hava
sagt, hvat tey eita, fáa tey bomm ella
eitt oyra.
* Tunnusláttur fer fram á føstulávint.
Í felag sláa vit eina trætunnu við
einum gassa, til hon smildrast og
dettur niður.
* Tá er kattkongurin ella
kattadrotningin funnin.