Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-02-21, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 21. februar 2017síða 2

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 22. februar 2017 · Nr. 23 mikudagsblaðið Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Oddagrein Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov Tað var ein stórur dagur í gjár, tá Hen­rik Old, landsstýrismaður í sam­ ferðslu­málum, læt fyrsta skot­ið av til tunnilin, sum skal binda saman báðar síðurnar av Skála­fjørðinum við Havnina. Líka so nógv sum tað varð hildið at vera óðamannaverk í 80'unum eg gera und­ir­stjóvartunlar – ella í fimti- og seksti­árinum at gera tunl­ ar yv­ir­hvøur – líka so nátúrligt er tað í dag, at vit gera eina milliarda í­løgu í ein tunn­il, sum skal knýta sam­an øki, sum frammanudan hava gott vega­sam­band. Men tað er ikki nóg mikið at hava gott vega­sam­band. Vit vilja eis­ini hava skjótt vegasamband – og tað fáa vit við tunlinum. Sjálvt um onkur vil kalla tað ein marg­lætis­trupulleika, so fara tunl­ ar­nir uttan iva at hava stóra á­virkan og stóran framburð við sær. Ikki minst, tá verkætlanin er full­fíggjað og Sand­oy­ar­tunn­ilin eis­ini er lið­ ugur – og seinni í tíðini eisini ein suðuroyartunnil. Tá ið kjakið var um Kald­baks­ tunn­il­in á sinni, um hann skuldi gerast ella ikki – hetta var í seinna helmingi av áttatiárunum, vóru sterkar røddir frammi um, at hetta óðamannaverk. Ein kendur banka- og vinnu­lívs­ mað­ur var ofta endurgivin fyri at kalla verkætlanina við Kaldbaks­ tun­l­i­num púra øra, tí vit høvdu ein luksus­veg við Oyggjarvegnum. Framburður mennist, og tørv­ir­ nir broytast. Soleiðis er við øllum. Í 1966 var tað eitt stórt framstig at fáa Oyggjarvegin soleiðis, at Havn­in fekk vegasamband við aðr­ ar bygd­ir enn Velbastað og Kirkju­bø, sum vórðu knýttar saman við Havn­ ini við vegi longu í 20'unum. Men yvir 40 ár skuldu ganga, til havn­ar­ fólk kundu fara í bili norð­ur­eft­ir. Tað eru 41 ár síðani, at koyr­andi var millum Havnina og Strend­ur og Runavík. Tað var, tá Norð­skála­tunn­ il­in varð tikin í nýtslu á sumri í 1976. Fá ár frammaundan vórðu Streym­ oy og Eysturoy knýttar sam­an við brúnni um Streymin. Soleiðis broytist tørvurin. Men eyð­sæð er, at gott samferðslukervi er av alstórum týdningi. Vit síggja, hvønn týdning teir báð­ir undirsjóvartunlarnir hava – hvussu teir gera landið størri. Tað fer Eysturoyartunnilin eisini at gera. Ein avbjóðing verður tunn­ils­ gjald – og tann háttur, sum vit í fram­tíðini skulu gjalda fyri sam­ ferðslu­netið. Vágapolitikarar tosa um brotin lyfti. Hesum brotnu – sum helst merk­ir manglandi – lyftum, kunnu pol­it­ik­arar læra av í dag og ikki fyri­ gykla fólk nakað, sum ikki passar. Politiska arbeiðið, sum tá var gjørt um gjaldið fær botnkarakter. Meria skil má vera í. Avbjóðingin er at finna eina sam­ halds­fasta skipan sum javnsetir øll í Før­oyum. Framburður mennist – og tørvirnir broytast So er skotið fyri framtíðini Brølar neyvan til stut­t­ leika Edmund joensen Tíðargrein síða 14 Um plastikk­ felluna Oddvør Johansen KjakSíða 15 Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Mikudagsblaðið verður borið ókeypis til hvørt húsarhald í Føroyum! So skjótt tíðindini bórust um, at Birgar Johannessen fór at steingja Býarsavnið 1. mars, kom røringur í – og Birgar var kimaður niður í telefonini av fólki, sum vildu hjálpa. – Tveir persónar í Havn hava innan fyri seiansta tím­ an flutt so mikið av pengum, at savn­ið letur ikki aftur tað fyrsta hálva árið, segði Birg­ ar Johannessen við info í mánakvøldið. Tað var her í blaðnum mána­dagin, at Birgar Jo­ hannes­sen boðaði frá, at hann nú fór at gevast við savn­inum, tí tað hongur ikki sam­an fíggjarliga. Hann hevur søkt komm­ un­una um fíggjarligan stuð­ul, men tann umsóknin kundi ikki viðgerast fyrr enn síðst í mars mánaði, og tað var ov seint, helt Birgar, sum tí hevði tikið støðu til at lata Bý­ar­savnið aftur. Annika Olsen, borgar­ stjóri, segði við info í gjár, at hon fór at senda boð eft­ir Birgari Johannessen, tí savn­ ið mátti ikki detta niðurfyri. Men fólk vóru skjót at gera vart við seg og flyta Bý­ ar­savninum pengar – og tí let­ur savnið ikki aftur fyri­ bils. Býarsavnið bjarga fyribils – Nýtt er ikki nýtt til allar tíð­ir. Tað skrivar Lasse Klein, sum er sjeyndseinasti for­ mað­ur Sjálv­stýr­is­floks­ins, sum hann eisini umboðaði á tingi, næst­seinastu ferð, hann var ting­maður. Nú er fyrrverandi løg­ tings­mað­ur­in hjá Krist­i­liga Fólka­flokk­i­num og Sjálv­ stýr­is­flokk­i­num skriv­ari hjá Sjálv­stýr­is­flokk­i­num, sum hev­ur verið á skeiði í Skála­ vík, har tey hava leitað eft­ir gamla samleikanum hjá Før­ oya elsta flokki, Sjálv­stýr­is­ flokk­inum, gamla Sjálv­stýr­ i­num, nýggja Sjálv­stýr­i­num, sum nú bara skal kall­ast »Sjálv­stýri«. Lasse Klein skrivar til miðl­ar­nar, at á seinasta Lands­fundi floksins var ein­mælt sam­tykt at broyta navn­ið hjá flokkinum til »Sjálv­stýr­i«. – Navnið Sjálvstýri hevur ann­ars verði nógv brúkt í flokk­inum, og manna mill­ um øll árini, og er tí væl kent mill­um allar føroyingar, skriv­ar hann. Í Skálavík hava tey havt tema­dagar, har flokkurin hev­ur gjøgnumgingið alla stevn­u­skránna, ið eftir ætlan skal dag­førast og leggjast fram á fyrst komandi aðal­ fundi. – Ætlanin við arbeiðinum er, at stevnuskráin svarar betri til nútíðar avbjóðingar. Sein­ast stevnuskráin varð til­lag­að var í 1997, og er okk­ara samfelag munandi broytt síðani, sigur Jógvan Skor­heim, formaður í Sjálv­ stýri. »Nýggja gamla« er nú bara »Sjalvstýri« Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Blaðstjóri: Barbara Holm barbara@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Stovnaður: 1927 Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Í síðstu løtu komin hjálpin sum gjørdi, at Býarsavnið kann halda fram – í øll­ um førum fyribils Hóast altjóða móð­ur­máls­ dagur var í gjár, 21. feb­r­u­ar, so verður føroyski móð­ur­ máls­dagu­rin hildin 25. mars, sum er føðingardagur V. U. Hamm­ershaimbs. Í ár verður móð­ur­máls­ dag­ur­in hildin í Løkshøll í Runa­vík, har evnið er yrkis­ mál. Tiltakið, sum verður seinna­partin, endar við at ein Móð­ur­málsvirðisløn verður lat­in fyri yrkismál, sum við hepni hevur verið brúkt í eini yrk­isgrein, ið hevur gjørt seg ser­liga galdandi seinastu fáu árini. Nám heitir í hesum sam­ bandi á skúlar í landinum at leggja sær móðurmálsdagin í geyma, ikki bara í móð­ur­ máls­und­ir­vís­ingini, men í øll­um lær­u­greinum, so næm­ ingar verða kunnaðir um við­ ur­skifti, sum elvdu til, at vit í dag hava eitt væl virkandi mál, sum alt árið kann rúma øllum samskifti. Halda móðurmálsdagin í Løkshøll