Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-02-21, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 21. februar 2017síða 10

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 22. februar 2017 · Nr. 23 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 EYSTUROYARTUNNILIN Eftir fleiri ár við togan aftur og fram um Eysturoyartunnilin, er fyrsta skotið nú latið av. Søgan um tunnilin er ein um eitt hugskot um ein tunnil, ið gjørdist ein politisk gøla, ein landsstýrismann, sum bleiv ofraður, men sum endaði við eini sjáldsamari hending í føroyskum politikki: eini breiðari semju Sólvit E. Nolsø Týsdagur 21.02.2017 gjørdist ein søguligur dagur í før­ oysk­ari samferðslusøgu. Tá bleiv fyrsta skotið latið av á tunnlinum undir Tangafjørð, sokallaði Eysturoyartunnilin. Umframt at verða ein søgu­ lig hending í og við, at koyr­ andi verður beinleiðis av Skálafjørðinum og til Havn­ ar, so er tað samstundis størsta einstaka íløga, ið er gjørd í okkara søgu. Eystur­ oyar­tunnilin verður mettur at kosta eina góða milliard og Sandoyar­tunnilin, ið er partur av somu verkætlan, verður mettur at kosta eina góða milliard afturat. Trilvandi byrjan Eysturoyartunnilin fekk eina trilvandi byrjan. At byrja við var ætlanin at fara undir tunn­ilin sum eina privata verk­ætlan. Samgongan, sum sat frá 2008-2011 gav lands­stýrinum heimild til at fara undir samráðingar um at byggja ein tunnil undir Tangafjørð. Eitt privat partafelag, p/f Skálafjarðartunnilin, var stovnað í 2006, av fleiri pørtum inni á Skála­fjørð­in­ um. Felagið hevði ætlanir um at byggja ein tunnil sum eitt privat tiltak og samgongan, sum sat 2008-2011, gav felag­ num loyvi at fara undir verk­ ætlanina. Fíggjarkreppan rakti tó áðrenn felagið veruliga fekk gongd á og endin var, at ætlanirnar um at byggja ein tunnil undir Tanga­ fjørð, gjørdust ein partur av almennu útbyggingar­ ætl­anini hjá landinum. Navn­ið á verkætlanini var eisini broytt frá Skála­ fjarð­ar­tunnlinum til Eyst­ uroyartunnilin. Politisk orrusta Málið um Eysturoyartunnilin skuldi vísa seg at gerast ein av størru politisku mál­ un­um hjá samgonguni mill­um Fólkaflokkin, Sam­ bands­flokkin, Sjálvstýrið og Miðflokkin, sum tók við í 2011. Kári P. Højgaard úr Sjálvstýrisflokkinum gjørd­ist landsstýrismaður í sam­ferðslumálum og setti sær fyri at fáa tunnilin av­ greiddan. Hann fór undir sam­ráð­ingar við føroyska felagið LÍV og við danska íløgu­felagið Copenhagen Infra­structure Partners (CIP), sum millum annað partar av frákoyrdu leiðsluni í DONG var partur av. Spurningar vórðu settir við um eitt privat felag skuldi fáa loyvi at forvinna pening uppá almenna vegakervið, men Kári P. Højgaard helt fram við at samráðast við støði í tí heimild, ið var givin landsstýrinum framman­ und­an. Til endans gjørdist trýstið tó ov stórt, tá tað kom fram í ljósið, at avtalan, ið CIP hevði samrátt seg til, var í stóran mun teirra fyrimun. At síggja til høvdu teir drigið landsstýrið upp á tráð og tryggja sær til dømis, at teir fingu eina milliónaupphædd um verkætlanin ikki bleiv til nakað. Fleiri og fleiri tóku undirtøkuna fyri verk­ætl­ anini aftur og endin var at løgmaður, Kaj Leo Holm Jo­ hannesen, sjálvur fór upp í samráðingarnar, sum til sein­ast endaðu við, at land­ ið tók tunnilin á seg sjálvt, sam­ráðingarnar við CIP end­aðu og Kári P. Høj­gaard misti starvið sum lands­ stýrismaður, grundað á ov stórt politiskt órógv. Kári P. Højgaard og Kaj Leo Holm Johannesen blivu seinni kannaði av eini nevnd fyri sítt virksemi í sam­ráð­ ing­unum. Hóast einki ólóg­ ligt bleiv staðfest at hava farið fram, so blivu báðir hartaðir fyri sín leiklut. Breiða semjan Samferðslumál, og harvið Eysturoyartunnilin, blivu tik­in úr Innlendismála­ráð­n­ um hjá Kára P. Høj­g­aard og koyrd undir Fíggj­ar­mála­ ráðið, har Jørgen Niclasen sat sum landsstýrismaður. Innlendis­málaráðið sjálvt bleiv eisini avtikið. Tað var avgjørt, at Eystur­ oyartunnilin skuldi gerast sum ein almenn verkætlan og miða var eftir at fáa allar politisku flokkarnar við og soleiðis tryggja, at ein endalig avtala bleiv gjørd. Tíðliga í 2014 var so ein semja funnin millum allar teir politisku flokkarnar, har bæði Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin blivu koyrdir í eitt alment parta­ felag, P/f Eysturoyar- og Sand­oyartunnilin. Samtykt var, at frá 2014-2024, skuldi landið seta tilsamans 400 milliónir krónur í felagið, sam­stundis sum felagið fekk heimild at taka lán til rest­ina. Nú verður skotið Síðan breiða semjan fekst í lag, hevur friður verið um verkætlanina við Eystur­ oyartunnlinum. Hann kom í trygga legu og arbeitt hevur verið miðvíst við at fremja verkætlanina. Nú er tað so komið har til, at fyrsta skotið er latið og harvið er arbeiðið byrja, ið enda við, at ein tunnil fyrst verður gjørdur millum Skálafjørðin og Tórshavn og seinni skal ein tunnil gerast undir Skopunarfjørð, ið skal knýta Sandoynna saman við Streymoynni. Harvið er fyribils sett punktum við eitt mál, ið byrjaði í 2006 sum eitt privat tiltak um at byggja ein tunnil og fór í gjøgnum nógvar politiskar myllur áðr­enn tað endaliga var farið undir tunnilin sjálvan. solvit@sosialurin.fo EYSTUROYARTUNNILIN – FRÁ HUGSKOTI TIL GØLU TIL VERULEIKA Kári P. Højgaard mistið sessin sum landstýrismaður vegna politikst órógv um Eysturoyartunnilin Kaj Leo H. Johannesen gjørdist partur av samráðingunum við CIP. Hann og Kári P. Højgaard blivu seinni kannaðir fyri sín leiklut Málið endaði undir Jørgen Niclasen, sum saman við hinum floksformonnunum gjørdi eina felags semju um bæði Eysturoyar- og Sandoyartunnilin