týsdagur 21. februar 2017síða 9
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Mikudagur 22. februar 2017 · Nr. 23
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
EYSTUROYARTUNNILIN
Henrik Old skeyt fyrsta skotið
Harvið var skotið fyri størstu íløgu nakrantíð í Føroya søgu
Sólvit Nolsøe
Hátíðarhald var á Strondum í
sambandi við at fyrsta skotið
fyri
Eysturoyartunlinum
varð latið av. Tað var Henrik
Old,
landsstýrismaður
í
samferðslumálum, sum læt
fyrsta skotið av.
Hátíðarhaldið byrjaði við,
at Teitur Samuelsen, formað
ur í tunnilsfelagnum, bjóðaði
vælkomin. Eftir hann tók
Aksel V. Johannesen, løg
maður,
orðið.
Løgmaður
takkaði politisku skipanini,
fyrrverandi og núverandi,
fyri gott politiskt arbeiði, nú
byrjað var upp á størstu íløgu
í Føroya søgu. Løgmaður legði
dent á stóra samfelagsliga
týdningin av hesi íløgu, sum
seinni eisini fer at knýta
Sandoyartunnilin uppí.
Artur Johansen, borgar
stjóri í Sjóvar kommunu,
hevði eitt lokalari atlit enn
løgmaður.
Artur
Johan
sen vísti í síni røðu á, at
við hesi íløgu lógu stórir
vakstrarmøguleikar
fyri
kommununa, men eisini av
bjóðingar. Hann fegnaðist
stórliga, at byrjan nú var
fingin á og sá fyri sær eina
spennandi framtíð.
Eftir at røðurnar vórðu
lidnar, varð farið niðan frá
tunnilsmunnanum og aft
urum munnan, har skotið
gekk av. Komin afturum,
fekk Hendrik Old, lands
stýrismaður í samferðslu
málum, knøttin at trýsta á
og skeyt fyrsta skotið.
Harvið var skotið fyri
størstu íløgu nakrantíð í
Føroya søgu.
Myndir: Álvur Haraldsen