Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-02-21, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 21. februar 2017síða 8

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 22. februar 2017 · Nr. 23 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Sosialurin EYSTUROYARTUNNILIN Eysturoyartunnilin fer at hava stórar broytingar við sær, bæði á koyritíðina millum økini og væntandi eisini á bústaðarmynstri í økinum. Longu nú síggja tey fleiri fólk umbiða grundstykkir inni á Strondum Sólvit E. Nolsø So upprann dagurin, tá sjøt­ul verður sett á størstu verk­ætlan í Før­oya søgu: Eysturoyar- og Sandoyar­ tunnilin. Í fyrstu atløgu er bert Eysturoyar­tunnilin, ið verð­ur farið undir, men Sandoyartunnilin verður far­ið undir um hálvtannað ár ella so. Hvør í sínum lagi kosta tunl­arnir eina milliard í part. Tilsamans er talan um størstu íløgu, ið er gjørd hjá okk­um, á tilsaman 1.9 milli­ ardir. Felagið, ið stendur fyri verkætlanini er almenna partafelagið p/f Eysturoyar- og Sandoyartunnilin. Felagið hevur fingið játtað 400 milliónir krón­ur á fíggjarlógini í tíðar­skeið­ inum 2014-2024, samstundis sum felagið hevur fingið heim­ild at taka lán til verk­ ætlanina. Fíggingin er komin uppá pláss og farið verður undir at bora undir Tangafjørð. Koyrandi um nøkur ár Eftir ætlan skuldi fyrsta skotið longu verið latið av. Arbeiðið skuldi verið byrja á heysti í 2016, men er seinkað nakrar mánaðir. Eftir ætlan tekur arbeiðið millum trý og fýra ár og verður tískil liðugur í 2020-21. Farið verður undir Sandoyartunnilin í 2018 og eftir ætlan tekur ar­ beiðið fimm ár og verður tí­ skil liðugur í 2023. Eysturoyartunnilin skal hava eina rundkoyring mill­ um eystara og vestara arm á Skála­fjørðinum og tunn­ils­ munnar verða báðu megin. Ein kemur upp á Strond­um og ein á Salt­nesi. Tunnils­ munnin á Streym­oynni verð­ ur millum Hvíta­nes og økið inni á Hjalla. Tunnilin verður tilsamans um 11 kilometrar langur. Tein­urin frá rundkoyringina til Saltnes og Strendur verð­ ur góðar tveir kilo­metrar hvønn vegin. Høvuðs­tunn­ ilin millum Hvítanes og rund­koyringina verður góð­ ar sjey kilometrar. Koyritíðin stytt munandi At tunnilin fer at hava broyt­ingar við sær, er lítið at ivast í. Fyri teirra, ið dagliga koyra millum norðurøkið og Tórshavn, fer koyritíðin at styttast munandi. Teinurin millum Runavík/Strendur og Tórshavn styttist úr 55 kilometrum niður í 17 kilo­ metrar. Koyritíðin verður mett at fara úr einum góðum tíma niður í 16 minuttir. Koyritíðin úr Klaksvík til Havnar verður stytt við eini helvt, úr 70 minuttum og niður í 36 minuttir. Eisini er væntandi, at bústaðarmynstri á støð­un­ um kann broytast munandi. Herfyri høvdu vit eina sam­ røðu ið Artur Johansen, borg­ arstjóra á Strondum, sum segði, at hjá teimum vórðu grundstykkini farin at ganga undan, tí eftirspurningurin var so nógv øktur. Tí fóru tey undir at stykkja út av nýggj­um. Talan er ikki einans um lokal fólk, ið koma heimaftur, men eisini um familj­ur úr Havn, ið sóu sær ein møguleika at útvega sær ein bíligari bústað við at flyta inn á Strendir. solvit@sosialurin.fo Linjuføringin á Eysturoyartunnlinum Mynd: ES Tunlar KOYRITÍÐIN STYTTIST VIÐ EINI HELVT Rundkoyring verður í tunnlinum Mynd: ES Tunlar Teitur Samuelsen er stjóri í felagnum Eysturoyar- og Sandoyartunnil