Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-02-21, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 21. februar 2017síða 14

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Russiska bjørnin brølar neyvan til stuttleika Trygdarpolitikkur í Føroyum: Russisk kjarnorku-bumbuflogfør nær føroyska markinum og víðfevnt russiskt kavbátavirksemi kring Føroyar og í Norðuratlantshavi eru tekin um økta geopolitiska týdning Føroya, og at hernaðarligi russiski ágangurin er ein verulig hóttan, sum landsstýrið má taka í størsta álvara Edmund Joensen løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin I kki færri enn sjey stríðsflogfør úr trimum europeiskum lond­ um vórðu týsdagin 9. februar 2017 í skundi send avstað til at møta tveimum russiskum bumbu­flog­ førum, ið spældu við vøddunum við at flúgva nær føroyskum, bretsk­ um, fronskum og sponskum loft­ rúmi. Tíbetur spældi alt væl av. Bumbu­flogførini komu ikki inn um mark og flugu at enda heim aftur til Russ­lands. Hendingin er ein av mongum tilburðum, har ið Russland – í einari víðfevndari altjóða rembingartíð – aftur og aftur øsir og fremur ágang. Russar kanna á henda hátt hern­aðarførleikar og hernaðarligar reaktiónstíðir í europeiskum lond­ um, eisini í NATO-limalondum. Hví hetta er so, vil eg viðgera í hesi tíðargrein. Eisini skal eg koma inn á, at Føroyar eru alt ann­ að enn friðaðar í russiska hern­ aðar­leikinum. At enda í greinini verður nomið við støðu Føroya í sambandi við nýggju hernaðarligu avbjóðingarnar í Europa og Norður­ atlantshavi, og hvat ið landsstýrið avrikar – ella ikki avrikar – í hesum samanheingi. Kjarnorkuflogfør yvir Norðuratlantshavi Lat okkum tó fyrst vita, hvat slag av flogførum russar senda higar í norðuratlantiskt loftrúm at skapa órógv. Hesaferð var talan um flog­typ­ una Tupolev Tu-160, sum russ­iska flogvápnið m.a. brúkar í bumbu­ álopum í krígnum í Sýrialandi. Tey verða eyknevnd ”Blackjack”. Serfrøðingar upplýsa, at hetta eru ”strategisk bumbuflogfør”, og hvørt teirra kann hava tilsamans 16 kjarnorku-missil umborð. Um kjarnorkuvápn vóru í flogførunum herfyri, er enn einki frætt um, men tað kann heldur ikki útilokast. Tu-160 er størsta bumbuflogfar, ið brúkt verður í heiminum í dag. Tað er supersoniskt og flýgur um­ leið tvær ferðir skjótari, enn ljóðið ferðast. Hótta Europa og Norðurlond Hetta er ikki fyrstu ferð, hesi seinnu árini, at russiska bjørnin brølar í Europa, og nú eisini eftir okkum í útnorðuri. Og neyvan er tað til stuttleika. Lat okkum tríva í nakrar av til­ burðunum, har ið Russland hevur skapt órógv. Bretsk stríðsflogfør hava havt úr at gera við at taka sær av russiskum stríðs- og bumbu­flog­ førum nærhendis loftrúmi Stó­ra­ bret­lands. Síðani 2014 hava flogfør hjá RAF (Royal Air Force) verið níggju ferðir eftir russiskum flog­ førum, ið hava verið ov nær bretsk­ um loftrúmi. NATO-limalond hava upp á skift vart loftrúmið hjá øðrum lima­ londum – ikki minst baltisku stat­ unum – móti ágangi úr Russlandi. Í 2014 vóru tilsamans meira enn 100 tilburðir, har ið russisk flogfør gjørdu seg inn á loftrúm hjá euro­ peiskum londum. Hetta er ikki smá­ vegis. Noreg, Svøríki og Danmark hava eisini upplivað hvørt av sínum frá russiskari síðu. T. d. gjørdi russiska flogvápnið í 2014 eitt venjingar- álop á Bornholm. Venjingin var við skarpløddum missilum! Nógvir danir og flestu høgtstandandi politik­arar í Danmark vóru á fólka­fundi á Bornholm henda dag, og um álopið veruliga hevði ver­ið gjøgnumført, hevði at kalla eing­in politisk leiðsla verið eftir í land­in­ um. Í seinastuni hevur danski verju­ málaráðharrin, Claus Hjort Frede­ riksen úr Vinstra, nevnt, at donsk krígsskip eiga at verða útgjørd við missilum, ið kunnu skjóta niður russisk Iskander-M missilini, sum russar hava sett upp í enklavuni Kaliningrad, millum Litavia og Pólland. Hesi missil kunnu bera kjarn­orkuløðingar, og tey røkka til Keyp­mannahavnar. Í Svøríki hava russiskir njósnarar verið aktivir, og hvaðna verri er, at russiskar venjingar-innrásir á Gotlandi og Álandsoyggjunum eru gjørdar við støði í at brúka meira enn 30.000 russiskar hermenn. Ein avleiðing er, at Svøríki hevur sent hermenn út á Gotland. Við norsku strendurnar og við markið til Russlands hava russisk skip og flogfør verið sera aktiv, og tí eru 335 amerikanskir hermenn frá US Marine Corps staðsettir í Noreg. Loftvegis ágangurin er sostatt stórur. Norðurflotin virkin á okkara leiðum Keldur vísa á, at russiska kavbáta­ virksemið eisini er umfatandi – ikki minst í okkara øki. Tað snýr seg um russiska Norðurflotan, ið hevur støð í Severomorsk og eisini heldur til aðrastaðni á Kola-hálvoynni. Norð­urflotin er sera virkin í Norður­atlantshavi, hóast partur av hon­um eisini er við í krígnum í Sýria­landi. Ikki minst her á okkara leiðum – eins og við Grønland, kring Ísland og bretsku oyggjarnar – er nógv russiskt kavbátavirksemi. Talað verður serliga um tvær hótt­anir frá hesum virksemi. Onnur hóttanin er væl kend frá Kalda Krígnum: at russiskir álopskavbátar tryggja sær atgongd til Atlantshavið og síðani eisini til eysturstrond USA. Atgongdina fáa teir við at sigla í loyndum fram við Bretlandi, Føroyum, Íslandi og Grønlandi. Hetta er perlurekkjan av londum norðureftir, ið ganga undir heitinum ”GIUK”. Hin hóttanin er, at kavbátar Norðurflotans fáa boð um at kvetta internetsambandið millum USA og Europa, um t.d. konfliktirnar í Ukraina, um baltisku londini ella Sýrialandi harðna. Káplarnir liggja eftir botni í Norðuratlantshavi, og í veruleik­ anum er talan um meginpartin av internetsambandi heimsins. Verða káplarnir kvettir, liggur stór­ur partur av heiminum lamin sam­skiftisliga, tí lond, fyritøkur og einstaklingar eru bundin av, at internet­ferðslan virkar 24 tímar um samdøgrið. Nýggjastu russisku kavbátarnar sigast vera munandi kvirrari enn aðrir, og teir skulu vera torførir at finna hjá amerikonskum leiti­ flogførum, ið hava støð í Kefla­ vík. Framkomnu lurtitólini á hav­ botninum, ið vóru mong í tali undir Kalda Krígnum, eru ikki til longur, og tað er ein upplagdur fyrimunur hjá russum. Putin vil hava meira vald Hví hava Russland og forsetin, Vladimir Putin, lagt eina politiska kós, sum í grundini gongur út uppá at hótta sínar grannar, trýsta Europa og undirgrava NATO? Fleiri vísa á, at fyri Putin var fallið og endin á Sovjetsam­veld­in­ um ein sonn katastrofa, og at hann líka síðani ár 2000, tá hann gjørd­ist forseti fyrstu ferð, hevur arbeitt fyri at gera Russland til tað stór­ veldið, hann ynskir at stjórna. Hernaðarligar innrásir í Georgia og Ukraina og innlimanin av Krim vátta tráan Putins eftir valdi. Ætlan hansara sigst eisini vera at vinna sær víðfevnda politiska ávirkan í sínum sonevnda ”áhugaumráði”, ið strekkir seg frá baltisku londunum TÍÐARGREIN Mikudagur 22. februar 2017 · Nr. 23 NATO-aðalskrivarin, Jens Stoltenberg, og Edmund Joensen hava skift orð um handilssambandið millum Føroyar og Russland. NATO-boðskapurin er, at so leingi hernaðarliga verjan er sterk og væl dubbað, er neyvan nakar vandi við, at Føroyar hava tætt handilssamband og fiskivinnusamstarv við Russland, hóast landið gerst støðugt aggressivari. Hinvegin: um hernaðarliga verjan av Føroyum er veik, so er vandi fyri, at handilssambandið við Russland kann verða misbrúkt trygdarpolitiskt