týsdagur 21. februar 2017síða 15
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Oddvør Johansen
Ókeypis
plastpos
ar,
ókeypis
plast
handskar,
bikør,
koppar,
súgvurør,
gafflar,
skeiðir,
kakaofløskur, skund
verðaíløt, vit kunnu blíva við. . .
Í dag oysa handlar, kioskir og
bensinstøðir plastikk út í nærum
hvørvið og natúrina.
Í grundini er plastikk eitt
frálíkt tilfar. Bíligt at framleiða
og
húsarhaldini,
sjúkhúsverkið
og røktarheim hava stóra gleði
av hesum. Tað verður koyrt til
renovatiónina og brent forsvarliga,
og so skuldi alt verið gott.
Tað er tað ikki. Tað vísir seg nú,
at stórir partar av heimsins høvum
eru um at kódna í plastikkoyggjum
– onkur á stødd við Kanada – sum
reka við streyminum manga staðna.
Vit kunnu væl ímynda okkum ta
karastrofu, ið hevði rakt Føroyar,
um ein slík oyggj nærkaðist okkara
matkova á sjónum.
Í dag er okkara havhestur longu
dálkaður av bæði plasti, smáum
battaríum, og aðrari óhumsku. Vit
finna hval, sum hevur 30 plastposar
í maganum, og allastaðni, har fólk
ferðast, sløðist plasttilfar. Føroyar
eru als ikki óspoleraðar.
Sjálv búgvi eg beint við eina av
landsins mongu bensinstøðum,
og hvønn dag savni eg plast upp,
í miðal einar 7 plasthandskar um
dagin beint uttan fyri dyrnar. Tað
verður uml. 2500 handskar um
árið, og eg spyrji undrandi, er tað
neyðugt at vera í handskum, tá
mann keypir bensin?
Tað var Bogi Hansen, professari,
sum fyri mongum árum síðani
segði: alt endar í havinum. Í dag
meta fólk, at tilsamans 8 milliónir
tons av plastikki enda í havinum
hvørt ár! (Lesið talið eina ferð
aftrat).
Frakland hevur sett bann fyri
beriposum úr plastikki. So hví
kunnu lítlu Føroyar ikki gera
okkurt? Til dømis taka kr. 20 fyri
hvønn plastposa.
Vit kunnu eisini seta hundrað
tals fleiri ruskíløt upp har fólk
ferðast. Vit kunnu hava eina góða
innsavning av øllum fløskumerkj
um. Og vit kunnu byrja eina hug
burðsbroyting í barnagørðunum.
Tað føroyska tiltakið »Ringrás«
sum hevur egna heimasíðu, er
slóðbrótandi og átti at verið skotið
upp til ta norðurlendsku umhvørv
isheiðurslønina. Tað eru slík fólk, ið
fáa heilar tjóðir at rakna við.
Plastikkfellan
og líka suður til Bulgaria.
Afturat ráðari hermegi verða
allar hugsandi snildir brúktar
fyri at røkka málinum um eitt
sterkari Russland. Sagt verður,
at Putin fíggjar nationalistiskar
politiskar flokkar og politikarar,
ið hótta samanhaldið í Europa og
ES. Eisini skal Russland í sínum
”politiska kríggi” leggja stjórnir
undir búskaparligt trýst, keypa
sær vald við bíligari olju og gassi,
reka harðrenda propagandu, bróta
inn og leypa á onnur lond umvegis
internetið, og so framvegis.
Einki er heilagt.
Ótryggleiki í Europa
Fríi vesturheiminum vónaði sjálv
sagt at varandi friður fór at valda,
eftir at Berlin-múrurin fall í 1989, og
eftir at Sovjetsamveldið syndraðist
í 1991.
Øktur
heimshandil,
globali
sering og samstarv millum lond
skuldi flyta heimin fram á leið og
varðveita friðin eftir Kalda Kríggið.
Meiningin var eisini, at londini í
fyrrverandi
Sovjetsamveldinum
skuldu gerast demokratiskir sam
starvspartnarar.
Fríi heimurin hevur tó fingið
aðra bók at lesa í. Vit eru nú eftir
fáum árum næstan sett aftur í
Kalda Kríggið, og okkara partur
av heiminum er vorðin munandi
ótryggari.
Fleiri viðurskifti hava viðvirkað
til hesa gongd:
•
Eftir 9/11-álopini í USA og
kríggini í Irak, Afghanistan og
Sýrialandi er yvirgangur frá Al
Qaeda, ISIL o.ø. skolaður inn
yvir Europa, og nógv í okkara
heimsparti verða radikaliserað.
•
Vanlukkuligu flóttafólkastreym
arnir úr Miðeystri og Afrika til
Europa, skapa órógv, ótryggleika
og konfliktir nógvastaðni.
•
Brexit kom óvart á og skapar
álvarsligar samanhangstrupul
leikar í Europasamveldinum.
•
Donald Trump er kosin forseti
í USA. Hann ætlar at avbyrgja
USA
frá
umheiminum
við
”America First”-politikkinum, og
hóast bæði varaforsetin, Mike
Pence, og verjumálaráðharrin,
James Mattis, hava verið í Týsk
landi og sagt, at USA stuðlar
NATO, so hevur Trump sáðað
álvarsligan iva um NATO-sam
starvið og serliga grein 5 í
NATO-sáttmálanum.
•
Tjóðartingsvalið í Týsklandi
og
forsetavalið
í
Fraklandi
seinni í ár kunnu gera støðuna í
Europa upp aftur ótryggari, um
t.d. Angela Merkel fellur sum
kanslari, og Marine Le Pen gerst
ein veruligur maktfaktorur í
Fraklandi.
Sostatt er Europa, sum vit kenna
tað, broytt eftir stuttari tíð, og fleiri
broytingar eru ávegis.
Hetta umskifti er álvarsligt, tí
líka síðani stríðsárini hevur Europa
staðið
saman
og
harumframt
stuðlað seg til ”Pax Americana”
(amerikanska friðin). USA hevur
verið garantur fyri stabiliteti og
friði í Europa í meira enn 70 ár, men
tann støðan er ikki so viss longur.
Russisk kjarnorku-bumbuflog
før nærhendis Føroyum er ein bein
leiðis avleiðing av hesum.
Føroyar mugu hava
greiða støðu
Hvussu skulu vit í Føroyum fyri
halda okkum í hesi politisku remb
ingartíð? Hvussu skulu vit virka, nú
stórpolitikkurin er ótilrokniligur,
og Europa er ótryggari og tykist
politiskt trilvandi? Hvat er at
gera, nú hernaðarliga virksemið
kring oyggjar okkara og í Norður
atlantshavi sum heild økist?
Føroyar mugu hart og týði
liga staðfesta og boða frá, at vit
ikki bert eru saman við Danmark
í Ríkisfelagsskapinum við felags
uttanríkis-, verju- og trygdarpoli
tikki. Vit mugu eisini greitt geva
til kennar, at Føroya land hoyrir
heima í fría vesturheiminum, har
ið NATO er garantur fyri okkara
trygd.
Nyttuleyst er at halda fast við
avgamlar og stirvnar doktrinir um,
at Føroyar skulu ”haldast uttan fyri
allar hernaðarsamgongur”. Slíkur
politikkur dugur ikki í dag.
Allur naivitetur má burtur
Øll vita, at Føroyar hava forvunnið
og forvinna framvegis ovurstórar
upphæddir við at hava handilsligt
samstarv við Russland. Umleið ein
triðingur av laksaútflutninginum
fer til Russlands, ið framvegis
merkir handilssanktiónirnar úr
Europa og USA.
Spurningurin er, um tað er í lagi
at Føroyar hava ovurstóran handil
við eitt Russland, ið gerst alt meira
stríðshugað?
Sum gamal forrætningsmaður,
reiðari, fiskavøruframleiðari og -út
flytari, vil eg undirstrika, at einki
forgjørt er í hesum. Sjálvur havi eg
havt samvinnu við russar, og tað
við góðum royndum.
Kortini krevst, at vit í Føroyum
ikki eru naiv, tá ið tað kemur til
samvinnu við Russland.
Ikki er tað so langt síðani, at
eg hitti NATO-aðalskrivaran, Jens
Stoltenberg, og sum fólkatings
umboð fyri Føroyar spurdi eg hann,
hvussu NATO sær uppá Føroyar-
Russland sambandið.
Hann svaraði avgjørdur, at so
leingi hernaðarliga verjan er sterk
og væl dubbað, er neyvan nakar
vandi við, at Føroyar hava tætt
handilssamband og fiskivinnu
samstarv
við
Russland,
hóast
landið gerst støðugt aggressivari.
Hinvegin ávaraði Stoltenberg staði
liga, at um hernaðarliga verjan av
Føroyum er veik, so er vandi fyri,
at handilssambandið við Russland
kann verða misbrúkt trygdarpolit
iskt.
Flestu munnu síggja, at hetta er
álvarsligt. Av tí sama er ómetaliga
umráðandi, at umheimurin – og
Russland – veit, hvar Føroyar hoyra
heima, nú stórpolitisk togtogan er
um ávirkan og vald í Europa og í
heiminum í dag.
Harumframt hevði tað eisini
verið positivt, um NATO og/ella
danska sjó- og loftverjan frameftir
eru sjónligari og meira til staðar á
føroyskum øki.
Landsstýrið má vakna
Onga løtu ivist eg í, at tey, sum sita
í ávísum sessum í landsstýrinum og
landsumsitingini, munnu vita, hvat
ið fyriferst kring okkum, og hvørjar
hóttanir gera seg galdandi.
Kortini bendir lítið á, at lands
stýrið ger nakað aktivt fyri at
tryggja og vísa umheiminum væl
og virðiliga, at Føroyar eru partur
av donskum uttanríkis-, verju- og
trygdarpolitikki, og at okkara land-
og sjóøki stendur undir NATO-
verju.
Heldur er tað tvørturímóti.
Vit hava sæð, hvussu bæði Tjóð
veldi og Javnaðarflokkurin støðugt
trampa á Christiansborg og óseriøst
vísa ónøgd við danskan verju- og
trygdarpolitikk.
Eisini
verður
støðugt knarrað um, at danskur
og føroyskur uttanríkispolitikkur
skulu skiljast sundur. Hetta er
óbúgvið og tekur ikki hædd fyri
trygdini í Føroyum.
Hvat nyttar tað at hava fólka
tingsumboð, sum fyri tað mesta
brúka Fólkatingið til undirhald og
sum ein skemtipall, har ið spurt
verður, hvussu Løkke hevur tað,
og at forsætisráðharrin eigur at
lurta eftir vermóðir sínari, tá ið tað
ræður um politikk?
Sonevnda grundlógararbeiðið
hjá 14. september-samgonguni –
og ætlaða fólkaatkvøðan um at
loysa frá Ríkisfelagsskapinum – er
í sjálvum sær ein og trygdarpolit
iskur váði. Signalið er ikki til at taka
feil av, og í einum ótryggum heimi
kunnu onnur at gera sær dælt av
hesum.
Tess meira, ið gjørt verður fyri
at skekla Føroyar burtur úr sam
starvinum í Ríkisfelagsskapinum,
og jú meira landsstýrið arbeiðir
fyri at avbyrgja okkara land, tess
størri er vandin fyri, at aðrar kreftir
kunnu fáa ávirkan og vald.
Føroyar á nýggjum hermóti
Her at enda vil eg vísa á eina frá
greiðing frá stovninum CEPA
(Center for European Policy Ana
lysis).
Frágreiðingin nevnist ”Komandi
Ódnin” og vísir á, at Estland, Let
land, Litavia, Danmark, Svøríki,
Finnland, Noreg og Ísland eru
”nýggja
europeiska
hermótið”,
eftir at Russland í 2014 er farið inn í
Ukraina og sama ár legði Krim inn
undir seg.
Einki er meira náttúrligt enn at
hugsa, at Føroyar eisini eru part
ur av hesum nýggja hermóti, og at
geopolitiski týdningurin hjá Før
oyum aftur er brand aktuellur.
CEPA sigur seg ivast í, um
nevndu lond eru før fyri at verja
seg, um Russland ger bart og leypir
á.
Hetta eigur at vekja álvarsligar
tankar hjá landsstýrinum, sum
má syrgja fyri hollum samstarvi í
Ríkinum og í NATO um trygdina
hjá Føroyum og føroyingum.
TÍÐARGREIN
Mikudagur 22. februar 2017 · Nr. 23
Sonevnda grundlógararbeiðið hjá 14. september-
samgonguni – og ætlaða fólkaatkvøðan um at
loysa frá Ríkisfelagsskapinum – er í sjálvum sær
ein og trygdarpolitiskur váði. Signalið er ikki til
at taka feil av, og í einum ótryggum heimi kunnu
onnur at gera sær dælt av hesum
Edmund Joensen
KJAK
Tað var Bogi Hansen,
professari, sum fyri
mongum árum síðani
segði: alt endar í
havinum. Í dag meta
fólk, at tilsamans
8 milliónir tons av
plastikki enda í
havinum hvørt ár!