Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-02-21, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 21. februar 2017síða 16

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 22. februar 2017 · Nr. 23 16 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 NØVN Bispur farin um tey seksti Sunnudagin 19. februar fylti Jógvan Fríðriksson 60 ár. Hann hevur síðani 2007 verið Føroya biskupur. Elsebeth Malena Johansen á Strondum átti fyrsta barnið 19. februar 1957. Maðurin Frederik var sjómaður. Í mong ár sigldi hann við Borðoyarnesi við Palla og Kristian Martin Rasmussen sum skiparum. Síni síðstu arbeiðsár var hann á flakavirkinum á Strondum, og annars var tað sum hjá so mongum øðrum á bygd, at konan var heima, og sjómaðurin hevði eitt sindur av jørð og seyði. Tann fyrstføddi var Jógvan. Systkini hjá honum eru Joanna (1959), sum býr í høvuðsstaðnum, har hon er lærari og fæst nógv við sang, og Eyðun (1964), sum býr á Strondum og arbeiðir á Miðnámi á Kambsdali. Eftir nýmálsliga students­prógv­ ið í Hoydølum tókst Jógv­an við fyrifallandi arbeiði og royndi sjólívið. Í 1978 fór hann undir gudfrøðislestur á Fróð­skap­ar­setrinum. Tað var saman við floksfeløgunum Una Næs, Ólavi Ras­mussen og Hera Joensen. Sam­an við teimum lósu eisini Armgarð Arge og Anders E. Nielsen, sum var adventistaprestur. Jógvan Johansen, sum hann tá æt, helt fram við gudfrøðilestrinum í Aarhus í 1980. Hann legði 1982 burtur ímillum, tí tá søkti hann sjógvin burturav, og á sumri í 1985 var hann liðugur við lesturin. Síðsta stóra uppgávan snúði seg um skaldskapin hjá Victori Danielsen. Í 1980 giftist Jógvan við Mariu Eiriksdóttir av Skála. Børnini hja teimum eru Fróði, Anna, Erla og Kristian. Fyrsta februar 1986 flutti familjan í Ónagerð á Viðareiði at búgva. Tá tók Jógvasn, sum skjótt eftir fekk sær eftirnavnið Fríð­riksson, við kallinum sum sókn­arprestur í Norðoya eyst­ara prestagjaldi. Harvið var hann prestur í Fugloy, Svínoy, Norð­toft­um, Depli, Norðdepli, Múla, Hvanna­sundi og á Viðareiði. Jógvan og familjan vóru í seks ár á Viðareiði. Tey fulla væl til, og prestur var frá fyrsta degi rættiliga virkin. Hann vitjaði ofta í útoyggjunum, hann var lærari í latíni við Gøtugjógv og seinni á Kambsdali, og tað vóru beinanvegin boð eftir honum til so mong høvi. Seinna kallið, sum Jógvan røkti, var á heimavølli. Fyrsta mars 1992 tók hann við sum sóknarprestur í Sjóvar prestagjaldi við bústaði Innan Glyvur ella miðskeiðis mill­um sítt barnaheim og tað hjá kon­uni. Tá ið felagið fyri kirkjuráðslimir varð stovnað, var Jógvan ein teirra, ið gekk undan, og í tí sambandi vitjaði hann kirkjuráðini kring landið og kunnaði um ætlanirnar, og Jógvan var nógvu tey fyrstu árini tætt at felagnum, sum sá dagsins ljós í 1995. Fólkakirkjan varð yvirtikin á ólavsøku í 2007, og Jógvan Fríð­ riksson tók við sum biskupur fyrsta desember hetta sama árið. Hann rakk akkurát ikki helmingin av atkvøðunum í fyrra umfarinum, tá ið tað vóru fimm at velja ímillum, og tí var neyðugt við seinna umfari, tá ið tað vóru tveir at velja ímillum. Jógvan setti sær fyri, at hann skuldi vera við til at dagføra fólka­ kirkjuna, og tí hevur hann arbeitt við síðani. Samskiftið er lyklaorð, og bispur samskiftir nógv og er greið­ur, tá ið hann hevur við mynd­ ugleikarnar og pressuna at gera. Biskupurin við góðu gávunum at umfangast fólk gongur høgt upp í, at samstarvið millum prestarnar riggar væl. Hetta sæst eitt nú í, at prestarnir hesi seinastu árini í felag hava verið á skeiðum – bæði heima og burturi. Síðani Jógvan varð biskupur er tað vorðið vanligt, at kirkjuráðini hava samrøður við tey, sum søkja prestastørv. Jógvan hevur skipað fyri, at fólka­ kirkjan hevur nýmótans heimasíðu við øllum møguligum upp­lýsingum um kirkjulig viður­skifti, og bispur prædikar ofta kring oyggjarnar og er harvið væl kendur millum kirkju­tænarar og kirkjufólkið sum heild. Tað hevur týdning fyri hann, at samljóðið og samstarvið við fríkirkjurnar er gott. Jógvan skrivar andaktir á vp.fo, og nakrar teirra eru útgivnar í bókunum Kertur loga stillar løtur (2012) og Fevnandi frels­ ari mín (2015). Kanska er tað ikki so ofta, sum tað plagdi at vera, men tað kemur framvegis fyri, at Jógvan heldur røður og fyrilestrar og eisini luttekur í sendingum í miðlunum, sum snúgva seg um tilveruna og gerandisdagin, og har náttúran eigur sentralan leiklut. Í unglingaárunum var hann mál­maður í hondbólti í StÍF og so Neistanum, og onkuntíð sæst Jógvan framvegis millum áskoð­ararnar hjá strandingum. Eg eri kristin eksistensialistur, hevur 60 ára føðingardagsbarnið so mangan tikið til. Gleðiboðskapurin er tað sentrala, og í prædikum og samrøðum hevur hann so ofta mint á týdningin av tilvitanini um at liva í nú inum og ikki at hugsa so nógv um framtíðina, at løtan, sum vit hava, gleppur okkum av hondum. 60 ára føðingardagin helt Jógv­an í heimbygdini saman við sínum næstu. J Føðingardagur Fríggjadagin 10. mars held­ur Halla Poulsen 40 ára føðingar­dag í Lonini í Fuglafirði frá kl. 18.00. Hjartaliga vælkomin. 85 ára føðingardagur Leygardagin 25. februar verður Valdis Andreasen 85 ár. Dagur verður hildin í Irish Pub sama dag frá kl. 10.00 – 15.00, øll eru hjartaliga vælkomin. 90 ára føðingardagur 8. mars verður Ida Nielsen 90 ár. Dagurin verður hildin 11. mars í Starvsmannafelagshúsinum kl. 18.00. Tey, ið vilja gleðast saman við mær, verða biðin at siga frá áðrenn 1. mars á tlf. 283406. Brúdleyp Leygardagin 11.3.17. verða Marit Hansen og Eddie Magnussen vígd í Havnar kirkju. Vígslan verður kl. 12.30. Opið hús verður heima á Argjum frá kl. 19.00. Við sama høvi halda vit eisini 40 ára føðingardagin hjá Marit. Vælkomin Marit og Eddie Vit skulu giftast Leygardagin 15. apríl kl. 14.00 giftast í Tvøroyrar kirkju Osla Jacobsen og Poul Hammer. Veitslan verður hildin í VB- húsinum kl. 19.00. Tey ið ynskja at halda dagin saman við okkum, verða biðin at siga frá á tlf. 293025 (Osla) ella 224915 Poul áðrenn 27. mars Við sama høvi, halda vit eisini 50 ára føðingardag hjá Oslu. Vælkomin Silvurbrúdleyp 28. mars hava vit verið gift í 25 ár. Vit hátíðarhalda dagin í bygdarhúsinum í Leirvík 8. apríl kl 18. Tað hevði glett okkum at sæð ætt vinir og kenningar. Vinaliga sigið okkum frá í seinasta lagi 31. mars við at senda eini sms boð ella við at ringja á telefonnr. 273329 Tórhild Bjarkhamar 787329 Rúni Bjarkhamar Brúdleyp Sunnudagin 9.7.2017 kl. 13 verða Bodil Ahlman Jensen og Steyni Andreassen vígd í Hørdum Kirkju. Brúdleypið verður hildið í Sned­sted­høllini, Øster Allé 10, 7752 Snedsted, frá kl. 17. Tey, ið vilja gleðast saman við okkum, verða biðin um at melda til á mailadr.: bodilogsteynibryllup9juli17@ gmail.com ella privat boð á facebook seinast 01.05.2017. Vælkomin. Bodil og Steyni 90 ára føðingardagur Mikudagin 22. februar verður Sólbjørg Joensen 90 ár. Dagurin verður hildin saman við teim nærmastu. Brúdleyp 25. februar 2017 giftast Marita á Fríðriksmørk og Magnus Jarnskor. Vígslan verður í Sjóvar kirkju kl 13. Veitslan verður í Bygdarhúsinum í Leirvík fyri innbodnum. 26. februar verður opið hús á Gerðavegi 14 í Syðrugøtu. Øll eru hjartaliga væl­komin Brúdleyp Leygardagin 25. februar giftast Tashya Naomi Goonetilleke, Sri Lanka og Dánial Petur Abrahamsen, Fugla­fjørður. Vígslan verður í Fuglafjarðar Kirkju kl 14. Veitslan verður fyri innbodnum kl 17:30. Sunnudagin verður opið hús á Mirmansvegi 51 frá kl. 17, har øll eru hjartaliga vælkomin. 70 ára føðingardagur 23. februar fyllir Regin Høgnesen, trúðboðari, Leirvík, 70 ár. Dagurin verður hildin í missiónshúsinum í Leirvík leygardagin 25 februar frá kl 13-17. Øll eru hjartaliga vælkomin.