Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-02-21, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 21. februar 2017síða 22

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 22. februar 2017 · Nr. 23 22 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ÍTRÓTTUR Dánjal av Rana/Tróndur Arge Venjingarnar eru byrjaðar aft­ur og um vikuskiftið var ár­liga venj­ arakappingin. Kom­andi vikuskiftið verður Klaksvíks­kappingin og alt hetta eru tekin um, at byrjanin av føroyska fótbóltskappingarárinum er nær. Í Fuglafirði er hópurin komin upp á pláss, men ein fastur fúsur á liðnum manglar. Clayton Soares do Nascimento er framvegis ikki komina aftur til Føroya, og nevnd­ arformaðurin í ÍF, Leif Andre Eliasen, váttar fyri Miðlahúsinum, at tað er ógvuliga sannlíkt, at hann ikki spælir við ÍF í ár. Orsøkin hevur einki við fótbólt at gera, men er, at spælarin ikki hevur fingið uppihaldsloyvi. – Clayton Soares hevur havt ar­ beiðs- og uppihaldsloyvi sam­bært ítróttaravtaluni higartil, men hesa ferð hevur hann søkt um vanligt uppihaldsloyvi. Udlænd­inge­styr­ elsen hevur tó havnað umsókn hansara, sigur Leif Andre Eliasen. Sum skilst er orsøkin, at Clayton Soares hevur forvunnið sær ov nógv­an pening við síðunar av fót­ bólt­inum. Talan er um smápengar Sambært ítróttaravtaluni, skulu fe­løgini rinda spælarunum í minsta lagi 10.753,14 krónur um mán­aðin. Umframt hetta, kunnu ítróttar­fólkini vinna sær í mesta lagi 9.925,98 krónur um mánaðin gjøgnum annað arbeiði. Eftir øllum at døma er inntøkan hjá Clayton Soares í eitt heilt stutt tíðarskeið farin upp um hesar smáu 10.000 krón­urnar um mánaðin. Leif Andre Eliasen sigur, at tað er Udlændingestyrelsen, ið við­ger málið, og eins og í øðrum málum, sum hava verið frammi seinastu tíðina, tykist tað, sum at Udlændinge­styrelsen onga roynd hevur gjørt at fingið viðmerkingar frá av­varðandi pørtum. – Tey hava ikki sett seg í sam­ band við okkum og so vítt eg veit heldur ikki við Clayton Soares fyri at fáa eina nærri frágreiðing um, hví hann okkurt tíðarskeið hevur vunnið ov nógv, sigur formaðurin í ÍF. – Sum nú er sær ikki út til, at Clayton Soares sleppur at spæla við okkum í ár. Sum avvarðani ítróttarfelag fáa vit ikki gjørt nógv. Tað er Udlændingestyrelsen, sum tekur avgerðina, sigur Leif Andre Eliasen. Hann er vorðin ein býarmynd í Fuglafirði Tað verður stórur saknur í Clay­ton Soares í Fuglafirði, um Udlænd­ ingestyrelsen heldur fast í síni avgerð at nokta honum uppi­halds­ loyvi í Føroyum. Tað heldur Ólavur Larsen, fyrrverandi formaður í ÍF. Orsøkin er, at Udlændingestyr­ elsen ikki vil geva honum nýtt arbeiðs- og uppihaldsloyvi. – Orsøkin til, at hann ikki fær nýtt arbeiðs- og uppihaldsloyvi Eftir 15 ár í føroyskum fótbólti: CLAYTON SOARES FELDUR AV LÓGINI Eftir 346 dystir og 210 mál í føroyskum fótbólti, so hevur fryntligi framherjin úr Brasil fingið sítt fyrsta reyða kort. Tað hevur hann fingið frá Udlændingestyrelsen, sum ikki vil geva manninum uppihaldsloyvi, tí hann hevur tjent nakrar krónur ov nógv í fjør. Udlændingestyrelsen hevur ikki sett seg í samband við Clayton Soares Clayton Soares er mangan feldur í dysti, men hevur reist seg upp hvørja ferð. Nú hevur hann møguliga móti sínum vilja spælt sín seinasta dyst í Føroyum Calyton Soares kom til Føroya í 2002 og hevur umboðað feløg sum FS Vágar, B71 og ÍF