týsdagur 21. februar 2017síða 23
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Mikudagur 22. februar 2017 · Nr. 23
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ÍTRÓTTUR
er, at hann hevur vunnið sær ov
nógvan pening, men hvat so, um
hann hevur fingið nakrar krónur
ov nógv, spyr Ólavur Larsen, fyrr
verandi formaður í ÍF.
– Hann er vorðin ein býarmynd
her. Eg og øll onnur vóna, at hann
kemur aftur, men tað sær svart út,
sigur hann.
Fryntligi framherjin úr Brasil er
sera væl dámdur í Fuglafirði, bæði
á og uttan fyri vøllin. Eingin hevur
eitt ilt orð at bera honum og fólk, ið
kendu hann tá hann búði á Sandi,
siga somu søgu.
– Hann hevur búð í eini kjallar
íbúð hjá eini familju her í Fuglafirði
seinastu fýra árini, og eingin hevur
nakað ilt at bera honum. Á arbeiðs
plássinum hava tey eisini alt gott
at bera honum, sigur fyrrverandi
formaðurin.
Dyggur smeitur hjá ÍF
Tað kemur illa við hjá ÍF, at Clayton
Soares eftir øllum at døma ikki
sleppur aftur til Føroya. Felagið er
í eini umskiftiligari tíð, har fleiri
spælarar eru farnir, meðan tað
gongur eitt sindur verri at seta fólk
við.
– Clayton hevur í miðal verið
besti spælarin hjá ÍF síðani hann
kom til felagið í 2012, og hann er
kosin sum ársins spælari í minsta
lagi tríggjar ferðir síðani tá, Tað
heldur Ólavur Larsen, fyrrverandi
formaður í ÍF.
Eingin ivi er um, hvussu stóran
týdning hann hevur havt fyri
ÍF. Sambært Faroe Soccer hevur
hann spælt 132 dystir hesi fimm
kappingarárini og skorað 64 mál
fyri felagið.
– Tað sigur heldur ikki so heilt
lítið, at felagið er sinnað at skriva
nýggjan sáttmála við mannin,
hóast hann fyllir 39 ár í ár. Seinastu
tíðina hevur hann fingið ein nýggj
an leiklut á liðnum, har hann meiri
er bindilið millum miðjuna og álop
ið enn reinur áleypari. Hetta er
sjálvandi ein fylgja av, at hann ikki
orkar líka væl longur, men tað vísir
eisini hvør dugur er í honum, at tað
hevur eydnast honum so væl, sigur
Ólavur Larsen.
Kom til Føroya í 2002
Hann kom av fyrstan tíð til Føroya
í 2002 og spældi fyri FS Vágar tey
bæði fyrstu árini, 35 dystir og 23
mál. Síðani skifti hann til B71, har
hann spældi til 2009. Hann spældi
150 dystir og skoraði 108 mál. Síðani
gekk leiðin aftur vestur í Vágar í
2011, har hann spældi 29 dystir og
skeyt 15 mál. Tilsamans hevur hann
tískil spælt 346 dystir og skorað 210
mál í Føroyum. Fyribils tykist tað
ævintýrið tó verða úti.
Ólavur Larsen greiðir frá, at or
søkin til, at Clayton Soares ongan
tíð hevur fingið varandi uppihalds
loyvi, at hann higartil hevur havt
uppihaldsloyvi sum ítróttarfólk.
– Hesir sáttmálarnir eru gald
andi í níggju mánaðir, so Clayton
Soares hevur verið føroyingur í
níggju mánaðir og so hevur hann
verið í Brasil aftur. Tí hevur hann
ongantíð fingið møguleikan at
søkja um varandi uppihaldsloyvi,
sigur Ólavur Larsen.
– Eftir øllum at døma hevur
Udlændingestyrelsen ongantíð sett
seg í samband við Clayton Soares
um umsókn hansara. Tey hyggja
einans eftir tølunum á umsókini, og
tá tey síggja okkurt ikki er, sum tað
skal, so fellur hamarin. Avgerðin
verður tikin reint prinsipielt eftir,
hvat lógin sigur, og eingi menn
iskjalig atlit verða tikin, sigur Ólav
ur Larsen.
sosialurin@sosialurin.fo
Blundaði og vónaði
at raka bóltin
Tað sigur Jóan Símun Edmundsson um framúr vakra málið, sum
hann skoraði í 3-0 sigrinum á randers í gjár. Toftamaðurin skemtar
sjálvandi, tí málið var tilætlað úr einum enda í hin. OB hevur
hevur fingið eina góðan byrjan upp á seinnu hálvu í superliguni
Tróndur Arge
OB er eitt stórt felag eftir donsk
um mátistokki, men hevur tað
trupult í donsku superliguni.
Kent Nielsen, venjari hjá OB,
hevur verið spáttur at sita ytst
á venjarastólinum, tí úrslitini
eru so vánalig. Tí var stórt trýst
á teir bláu og hvítu undan dyst
inum móti Randers FC, sum var
startskotið til seinnu hálvu av
landskappingini.
Miðskeiðis í fyrra hálvleiki vísti
Jóan Símun Edmundsson, at hann
er maðurin, ið Kent Nielsen og OB
kunnu rokna við. Toftamaðurin
fekk álitið í álopinum og tók av.
Klokkan
vísti
næstan
24
minuttir, tá bóltsnillingurin á før
oyska landsliðnum fekk bóltin
í høgru síðu. Hann skræddi seg
leysan av verjuspælara, ið nærm
ast hálsfevndi hann, ið eini roynd
at steðga honum. Rak móti mál
inum og sendi eitt dundurskot
uttan fyri brotssteigin inn við
nærmastu stong.
Mál, og OB er á bjargingarleið í
superliguni. OB vinnur dystin 3-0.
Eftir dystin bleiv Jóan Símun
Edmundsson valdur á liðið hesa
vikuna hjá Tipsblaðnum, meðan
BT gevur hon eitt 10-tal av 12
møguligum.
Kundi ikki rakt bóltin betri
Høvuðspersónurin sjálvur er
fegin um avrikið og málið í gjár.
Hann blundaði als ikki og vónaði
at raka bóltin, tá hann meddaði.
Hann sá ein møguleika.
– Eg var staddur úti í høgru
síðu, gjørdi eitt trekk inn í vøllin
áðrenn eg so gjørdi av, at eg kundi
akkurát tað sama royna kanónina
av. Tíbetur kundi eg neyvan rakt
bóltin betur enn eg gjørdi, greiðir
toftamaðurin frá. Hann hevur
fingið nógvar reaktiónir eftir
málið.
– Tað er altíð stuttligt at fáa
eini boð frá familju og vinum tá
ið tað gongur væl, og annars bara
at síggja at føroyingar fylgja so
væl við okkum útisetum, sigur
framherjin á landsliðnum.
Eftir ein langan uppstart er
superligan aftur farin í gongd.
– Tað var deiligt endiliga at
sleppa at byrja aftur. Steðgurin
hevur verið langur, og tá ið vit nú
eru so aftarlaga sum vit eru. Tá ert
tú eyka uppsettur at sleppa ígongd
aftur og vónandi vinna dystir,
sigur Jóan Símun Edmundsson.
Hann spældi í fyrru hálvu á
høgra vongi, men í gjár spældi
hann í álopinum. Eitt pláss honum
dámar væl.
– Eg havi allatíð sæð meg
sjálvan sum ein møguleika í álop
inum, sjálvt um eg haldi at tað
hevur rigga væl á kantinum í
heyst. Vit hava havt trupulleikar
við at skora mál, so tað var kanska
natúrligt at venjarin royndii at
blanda kortini eitt sindur. Eg kann
spæla á fleiri plássum á vøllinum
og vænti ikki, at eg bara komi at
spæla har frammi tað næsta hálva
árið, sigur toftamaðurin, ið heldur
at hann er væl fyri í løtuni.
– Eg meti meg vera væl fyri. Í
mun til í summar, so havi eg nú
fingið allan uppstartin við. Eg vóni
at tað fer at vera við til at gera at
eg fái lyft mítt støðið longur upp,
sigur Jóan Sìmun Edmundsson
Sonni Ragnar helst
illa skaddur
Føroyski
landsliðmiðverjin
í
Molde er í løtuni til skanningar,
eftir at hann hevur meiðslað sær
hælsinuna. Í ringasta føri, so er
talan um drúgvan skaða, ið ger
at Sonni Ragnar Nattestad ikki
spælir komandi landsdystirnar.
Hetta kemur illa við, tí hann
hevur júst skift til Molde, sum
spælir í bestu deildini í Noreg.
Sonni Ragnar Nattestad hevur
verið partur av besta liðnum í upp
startinum, men nú er ein møgu
leiki fyri, at hann ikki spælir so
nógv í bryjanini av tippuliguni, ið
byrjar fyrst í apríl.
Sæð við landsliðsbrillum, so
er hetta annar álvarsligi skaðin
innan stutta tíð. Fyri einari viku
síðan sleit Brandur Hendriksson
Olsen krossbandið, og skal sita
uttanfyri tað mesta av einum ári.
trondur@sosialurin
Jóan Símun Edmundsson
Clayton Soares í tvídysti við Trónd Jensen hjá HB
Ein fegin Jóan
Símun Edmundsson
hevur lagt OB
á odda 1-0
Mynd: Polfoto