hósdagur 23. februar 2017síða 2
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Í blaðnum...
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Blaðstjóri:
Barbara Holm
barbara@sosialurin.fo
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Stovnaður: 1927
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
24. februar 2017
Tað var ein góðmetis – ella gastronomisk
– stórhending, sum fór fram í Stokhólm
mikudagin, tá fyrsta føroyska matstovan,
Koks, fekk størsta heiður í heiminum, sum
matstovur kunnu droyma um – eina Miche
lin-stjørnu.
Ein slík stórhending sæst aftur – og tað
ger tað eisini longu nú, tá eini 500 fólk hava
bílagt sær borð á nýggju Michelin-matstov
uni í Føroyum.
Tey smæddust ikki á Koks, tá tey byrjaðu
í 2011. Tey skuldu hava eina matstovu í
heimsflokki – eina matstovu, sum var so
spennandi, at fólk fóru at ferðast til Føroya
fyri at sleppa at eta.
Sosialurin vitjaði á Koks, tá matstovan
læt upp á vári í 2011, og tá var yvirskriftin, at
matstovan »Skuldi finna føroyska tráin«:
»Á nýggju góðmetismatstovuni Koks á
Hotel Føroyum royna kokkarnir at finna
»føroyska tráðin«, sum skal gera tað til eina
attraktión hjá ferðafólki at koma til Føroya«
Nú seks ár seinni kunnu vit siga, at tað
av sonnum hevur eydnast.
Leif Sørensen, kokkur, segði tá við
Sosialin, at tey høvdu nógvar út lendskar
gestir.
»Tað er eitt spinkult grundarlag við bara
føroyingum, men talið er vaksandi, og eg
vænti, at føroyingar fáa eyguni upp fyri
hesum, og at fólk skulu glaða seg til nakað
nýtt og ørðvísi. Hetta er ein stór satsing.
Fyrr vóru gestirnir vanir við at fáa ein ella
tveir rættir. Nú er tað í minsta lagi tríggir
rættir – og upp til átta«, segði Leif Sørensen.
Jú víst hava føroyingar fingið eyguni
upp fyri góðmetismatstovuvinnuni – men
tað hava útlendingar so sanniliga eisini. So
nógv, at tað er vorðið til ein vinnuveg innan
ferðavinnu. Sambært bæði Atlantsflog og
Koks, so bíleggja nógv ferðafólk sær borð á
Koks, áðrenn tey bíleggja sær ferðaseðil og
pláss á gistingarhúsi.
Tað er stórt og tað er flott, at ein
føroysk matstova nú hevur fingið
ein Michelin stjørnu. Tað er gott fyri
matstovustarvsgreinina, sum fer at
mennast – og tað setir eisini krøv til fakliga
støði, eins og tað setir krøv til myndugleikar,
sum skulu skapa røttu karmarnar til
vinnuna at virka á. Talan er um eina
nýggja vinnu í Føroyum, tá vit hugsa um
ta menning, sum er farin fram, og her sum
Koks hevur gingið á odda.
Hjartaliga tillukku Koks – og hjartaliga
tillukku Føroyar!
Navnið Koks kann hava ymsan týdning. Eitt
er brennievnið koks, sum sjálvandi hevur havt
nakað við matgerð at gera gjøgnum tíðirnar.
Men at koksa er eisini at forkela, at vera um,
vera rundan um – ella ja, at vera uppi yvir mat
inum. Men sambært føroysk¬ensku orðabókini
hjá Sprotanum merkir tað eisini »flirt«, at flirtra
ella at nálgast...
Í týðingini hjá Christani Matras av skotska
lagnum Hvør skuldi gamlar gøtur gloymt, brúk
ar hann orðið í síðsta ørindi:
Tú koksast ikki vinur
mín,
Og eg skal fylgja tær.
Vit tøma eina
brøðraskál
Og minnast tíð ið var.
Hava skapt áhuga fyri føroyskum rávørum
Forkela, vera um
– ella nálgast?
At koksa
Les eisini blaðið
á telefonini
Ódeyðiligur
errorsníkur
Høgni Djurhuus
síða 4
Tá eg drap ein
mann og lærdi at
liva við tí...
Annika Smith
Tíðargrerin s 20-21
Oddagrein
Eirikur Lindenskov
blaðstjóri
– Løgmaður hevur logið fyri Løgtinginum!
Tað sigur Jacob Vestergaard, løgtings
maður. Hann spurdi mikudagin løgmann í
løgtinginum, hvat hann fekk burtur úr at
selja sín part í líniskipnum Klakki í 2003.
Løgmaður greiddi frá, at hann hevði
keypt skipið saman við 12 øðrum persónum
í 1992, og at tveir av monnunum sum høvdu
rikið skipið, í 2003 buðu sær til at keypa hin
ar út – og so varð gjørt.
Hetta fekk Jacob Vestergaard at siga, at
løgmaður hevur logið fyri Løgtinginum. Tað
skuldi løgmaður havt gjørt í mars í fjør tá
hann á tingsins røðarapalli segði, at hann
ongantíð hevði selt eitt fiskiloyvi.
Løgmaður vísti hesum aftur og segði, at
talan bara var um vanliga partabrævasølu.
So endaði tann søgan.
Men eftir stendur, at Jacob Vestergaard
av tingsins røðarapalli segði at løgmaður
hevur logið. Tað er ein álvarsom ákæra
at ákæra løgmann fyri at lúgva. Tí hevur
løgmaður logið, so má hann leggja frá sær.
Men hevur løgmaður ikki logið, so hevur
Jacob Vestergaard logið.
Jacob Vestergaard eigur nú at kæra løg
mann fyri landsstýrismálanevndina fyri at
fáa hana at avklára málið – tí annaðhvørt
lýgur løgmaður ella lýgur Vestergaard.
Ger Vestergaard einki, so kunnu vit bara
hugsa um orðatakið, at »tjóvur trýr, at hvør
maður stjelur«
Trýr tjóvur at hvør
maður stjelur?
Jacob Vestergaard, løgtingsmaður, vil hava at vita, hvat løgmaður
fekk fyri síni partabrøv í línuskipinum »Kvikk«