hósdagur 23. februar 2017síða 3
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 24. FEBRUAR 2017
SOSIALURIN 24
3
Serlig kunngerð um skattskyldiga inntøku fyri 2016
www.taks.fo
Postrúm 2151
Skálatrøð 26
110 Tórshavn
Tlf.: 35 26 00
T-postur: taks@taks.fo
heimasíða: www.taks.fo
Sosialurin 34 18 00
Øll, sum eiga at verða sett í skatt, skulu geva
upp skattskyldigu inntøku sína, áðrenn
niðan fyri nevndu freistir eru úti.
Øll, sum fáa sjálvuppgávu og kapital vinnings-
sjálvuppgávu, skulu lata hesar inn aftur.
Vegleiðandi bræv um hetta verður sent við
postinum í næstum.
Vanligir skattgjaldarar og
sjálvstøðugt vinnurekandi við
roknskaparskyldu
Skattgjaldarar, ið ikki hava roknskaparskyldu,
skulu lata inn sjálvuppgávu og kapital-
vinnings sjálvuppgávu fyri 2016 í seinasta lagi
1. mai 2017.
Somuleiðis skulu sjálvstøðugt vinnurekandi
og skattgjaldarar við roknskaparskyldu lata
inn sjálv upp gávu, roknskap, kapital vinnings-
sjálv uppgávu og ognaruppgerð fyri 2016 í
seinasta lagi 1. mai 2017.
Allur roknskapur skal latast inn saman við
sjálvuppgávuni í talgildum excel-formati á
www.borgaragluggin.fo. Standard
roknskaparleistir finnast á heimasíðuni hjá
TAKS.
Feløg, felagsskapir o.tíl.
Feløg, felagsskapir o.tíl., hvørs rokn skapar-
skeið endar í ella fellur saman við álma-
nakkaárinum 2016, skulu lata inn sjálv upp-
gávu, roknskap og kapital vinnings sjálv-
uppgávu í seinasta lagi 1. juli 2017.
Feløg, skrásett hjá Skráseting Føroya
Feløg, sum eru skrásett hjá Skráseting Føroya í
roknskaparklassa B, skulu lata inn
skattaroknskap og ársfrásøgn í bæði talgildum
XBRL-formati og talgildum PDF-formati á www.
vinnugluggin.fo. Sjálvuppgávur o.a. skal latast
inn í talgildum PDF-formati á www.
vinnugluggin.fo.
Onnur feløg, sum eru skrásett hjá Skráseting
Føroya, skulu lata inn sjálvuppgávu, roknskap
og kapitalvinningssjálvuppgávu í PDF-formati
á www.vinnugluggin.fo.
Felagsskapir o.tíl.
Felagsskapir o.tíl., sum ikki eru skrásettir hjá
Skráseting Føroya, skulu lata inn sjálvuppgávu
og kapitalvinningssjálvuppgávu í talgildum
PDF-formati. Roknskapurin skal latast inn í
talgildum excel-formati á www.vinnugluggin.
fo. Standard roknskaparleistir finnast á
heimasíðuni hjá TAKS.
Deyðsbúgv
Sjálvuppgáva, kapitalvinningssjálvuppgáva
og ognaruppgerð hjá deyðsbúgvum skulu
vera TAKS í hendi í seinasta lagi 1. juli 2017.
Ognaruppgerð
Tað er bara neyðugt at lata inn ognar upp-
gerð, um broytingar eru í ogn og skuld í mun
til 31. desember 2015. Tó skulu øll tey, sum
fáa ognar uppgerð frá TAKS, lata hana inn
aftur.
Ognaruppgerðin fæst við at venda sær til
TAKS á telefon 35 26 00.
Umsókn um longda freist at lata inn
sjálvuppgávu
Freistin verður bara longd, tá serlig orsøk er,
t.d. sjúka. Skrivlig umsókn skal latast TAKS.
Freistin verður givin eftir avtalu í styttri tíð í
senn, men kann ikki verða givin longur enn til
15. august 2017. Tá biðið verður um longda
freist, skal hetta gerast fyri hvønn persón og
hvørt felag sær. Harafturat verður kravt:
- at umsóknin er innlatin áðrenn 1. mai hjá
vanligum skattgjaldarum og sjálvstøðugt
vinnurekandi og áðrenn 1. juli 2017 hjá
feløgum, felagsskapum o.tíl.
- og at sjálvuppgávur, roknskapir og
ognaruppgerðir fyri eldri ár eru innlatin.
Sjálvuppgávur, ognaruppgerðir og
roknskapir eru rættstundis innlatin, tá ið tey
eru TAKS í hendi í seinasta lagi teir
innlatingardagar, sum nevndir eru omanfyri.
Fellur seinasti innlatingardagur á leygardag,
sunnudag ella halgidag, er seinasti
innlatingardagur fyrstkomandi gerandisdag.
Er fullfíggjað sjálvuppgáva ikki rættstundis
innlatin, hevur TAKS heimild til at seta
inntøkuna til eina metta upphædd og til at
áleggja sekt.
Toll- og skattaráði
21. februar 2017
LISTAFELAG
FØROYA
Ársaðalfundur felagsins verður
leygardagin tann 18. mars kl. 16
í Listasavninum.
Skrá sambært viðtøkum felagsins.
Nevndin
Frá
Klaksvíkar
Arbeiðsmannafelag
Ársaðalfundur verður í hølum
felagsins leygardagin
25. februar kl. 14.00.
Skrá sambært lógum felagsins.
Nevndin
fyrst og fremst