hósdagur 23. februar 2017síða 4
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 24. FEBRUAR 2017
SOSIALURIN 24
4
E
ftir fólkatalinum, eru tað
alt ov nógvir føroyingar,
sum doyggja í ferðslu
vanlukkum, enn tað gera
í øðrum londum.
Tað vísa tey syrgiligu tølini,
tá ið tølini fyri ferðsluvanlukkur
í Føroyum verða samanborin við
onnur lond
Í fjør doyðu trý á føroysku
vegunum, tvær kvinnur og ein
maður. Allar vanlukkurnar hendu
í bygdum øki.
– Samanbera vit okkum við hini
Norðurlondini, er hetta eitt høgt
tal, staðfestir Brynhild Høgna
dóttir, stjóri í Ráðnum fyri Ferðslu
trygd.
Veruleikin er tann, at eftir
fólkatalinum er tað í Føroyum, at
nógv flest fólk doyggja í ferðsluni,
tá ið samanborið verður við hini
Norðurlondini. Hetta er bæði
galdandi fyri í fjør, og fyri tey
seinastu 10 árini í miðal.
Í Noregi doyðu 2,54 fólk í
ferðsluni í fjør fyri hvørji 100.000
fólk, og í Danmark var talið 3,77
fólk. Í Føroyum eru 6,96 fólk deyð
í ferðsluvanlukkum í miðal um árið
hesi tíggju árini.
Sven Krarup Nielsen, sum
hevur verið formaður í donsku
skaðanevndini fyri ferðslu á landi,
staðfestur, at samanborið við 32
lond í OECD, eru Føroyar nummar
20 á listanum yvir, hvussu nógv
fólk doyggja í ferðsluni.
Sostatt doyggja tvær og tríggj
ar ferðir so nógv fólk í ferðsluni
í Føroyum sum í hinum Norður
londunum, og støðan í Føroyum
kann samanberast við støðuna í
Grikkalandi og Pólandi og støðan
er verri her, enn hon er í Kekkia,
Belgia, Slovenia, Ungarn og øðrum
londum.
– Her er avgjørt rúm fyri bata,
heldur Sven Krarup Nielsen.
Men samstundis heldur hann,
at føroyingar skulu seta sær
veruleikakend mál á hesum øki. Og
eitt mál, sum eftir hansara tykki er
veruleikakent, er føroyingar seta
sær sum mál, at talið á fólki, sum
doyggja, ella fáa skaða í ferðsluni,
skal niður í helvt.
– So eru føroyingar á sama stigi
sum hini Norðurlondini, og tað
eigur at bera til, heldur hann.
Í hesum sambandi heldur hann,
at tað hevur stóran týdning at
fáa allar myndugleikar á økinum
at samstarva, bæði politikarar,
løgreglu, vegamyndugleikar, og
aðrar avvarðandi myndugleikar
og stovnar.
Tað hevur stóran týdning, at teir
ymsu myndugleikarnir eru samdir
um málið, og samstarva miðvíst um
at røkka tí. Men tað hevur eisini
stóran týdning, at hava neyðugu
tíðina til at røkka málinum, kanska
eini 10 ár, sigur hann.
Og uttan at kenna viðurskiftini
í Føroyum út í æsir, heldur hann, at
nøkur viðurskifti, sum eiga at verða
havd í huga í hesum sambandi, er
ferð, rúsdrekkakoyring, gáloysni
í ferðsluni, og at fáa fólk í bili
at brúka trygdarbelti, og at fáa
tey, sum eru á súkklu, prutli og
motorsúkklu, at brúka hjálm.
Og hann heldur eisini, at hugsað
eigur at vera um vanlukkur, sum
raka fólk til gongu, umframt
vanlukkur, har fólk á súkklu og
prutli, eru upp í og vanlukkur, har
ungir bilførarar í aldrinum 18 - 24
ár, eru uppi í.
Og hugt eigur eisini at vera eftir,
hvat slag av vanlukku, talan er um,
eitt nú um talan er um vanlukkur,
har bara ein bilur er upp í, ella
um talan er um vanlukkur, har
tveir bilar koyra ímóti hvørjum
øðrum, og renna saman. Og er tað
í vegamótum, ella í óbygdum, at
vanlukkur henda.
Hinvegin Sven Krarup Nielsen,
at tað eru so fáar vanlukkur í
Føroyum, og tískil kann tað vera
ringt at síggja nakað ávíst mynstur.
Men serliga heldur hann, at tað,
sum ger ferðslutrygdararbeiðið í
Føroyum torført, er, at vanlukkur
verða ikki kannaðar út í æsir, og tí
vita vit alt ov lítið um, hví tær eru
hendar.
Føroyar eru nummar 20 á einum syrgiligum lista
MYND: HEINESEN MYNDIR
N
ú er skjótt hálv øld síðani,
ið hvussu so eru 48 ár
liðin, dugi eg at rokna
rætt, at til bar at senda
menn út á mánan og lata teir spáka
har eina góða løtu.
Teir settu stjørnur og rípur í
dustið, sendimenn imperialismunnar,
skrivaðu Kilroy was here á flagg
stongina. Síðani fóru teir heim aftur
á okkara jørð í øllum góðum.
Í øllum góðum. Men tað var sum
sagt í hinari øldini.
Tað var, tá teldur ikki stýrdu øllum,
eisini mánaførum. Tí bar tað til tá.
Vórðu fólk, nú høvdu kvinnur
verið við sjálvandi, javnstøðan
hevur eisini sníkt seg inn
í rúmdarvinnuna, vórðu
fólk send út við kós móti
mánanum í dag, raktu
tey hann ikki. Tí tað vildi
teldan ikki. Tey fóru við
fúkandi ferð fram við
klótuni, tí hon var hálv
tann dagin, út í tann
veruliga ævinleikan og vóru verandi
har í ringrás um einki í allar ævir.
Men siga vit nú, at tey fingu
sett seg á mánan kortini, uttan
sjálvstýrara, so komu tey ikki
aftur. Tað vildi teldan als ikki.
Teldan vil ikki sum vit
vilja.
Nú alt álit okk
ara er tveitt á
teldurnar, er eingin so býtt at senda
fólk út á mánan. Tað er dømt at
miseydnast. Teldur eru sum kettur.
Tær liva sítt egna lív, og gera júst sum
teimum lystir.
Tað bar til at senda menn út á
mánan í hinari øldini, tá heilin hjá fólki
stýrdi og roknaði út og legði til rættis,
skipaði fyri.
Sum eg skrivaði seinast, haldi
eg tað var, byrjar einki stundisliga,
rættstundis, í Føroyum. Strævið hjá
okkum, sum altíð eru har í góðari tíð,
tey siga.
Eingin kann longur siga nøkur orð
alment ella hálvalment uttan teldu og
powerpoints uttan nakra styrki.
Teldurnar virka ongantíð, ongan
tíð, alt fyri eitt. Tað er ikki bara at
trýsta á power ella on og so fara í
gongd.
Teir fyrstu tíggju minuttirnir av
hvørjum einasta fyrilestri, hvørjari
einasta framløgu, sum byrja minst
tíggju minuttir ov seint, fara við at fáa
telduna at rigga. Harri Gud, ókey, vit
eru bara í 2017, ikki í 1969. Kanska fer
tað at bera til um hálva øld.
Men so leingi noyðast vit at lata
okkum lynda teldur, sum sjáldan
virka, sum vit vilja hava tær at
virka. Tær vilja ikki sum vit vilja, er
ein standardumbering, sum altíð
kann brúkast og er hent at hava í
reyvarlummanum til at taka.
Ein kroniskur virus, sum ikki
kann basast. Ódeyðiligur errorsníkur.
Ormurin er mótstøðuførur.
Hetta minnir okkum so aftur á
USA og Osama BinLaden og Frank
enstein. Onkur skapar eina veru, sum
so takkar fyri og vendir sær móti tær,
móti skaparanum.
Teldan varð sum skilst gjørd fyri
at hjálpa okkum. Men hon ger fortreð,
illa fortreð.
Tú kanst ikki hava fult álit á
telduni líka lítið sum á fólki, Hvat er
so vunnið?
Onkur spurdi meg herfyri, hví mær
ikki dámar demokratiið, fólkaræðið.
Eg svaraði: jú, lurtið ella hyggið,
tað er um Tingvarpið virkar, ella
farið inn í løgtingið. Tað er ókeypis.
Stuttleikaskatturin er langt síðani
strikaður, tað gjørdi løgtingið. Í
løgtinginum eru stólar til áskoðarar
og áhoyrarar.
Ein hálvur tími av løgtingsfundi er
ivaleyst svar.
Skjótt skulu tit velja við teldu.
Tori ikki at hugsa um, hvat valúrslitið
verður tá.
Hitler segði eisini, at hann var
ósekur. Hann var fólkavaldur. Í einum
demokratii.
Hann hevði onga teldu at hjálpa
sær, men helt tó leingi á.
Telefonin hjá honum seinastu
dagarnar varð seld á uppboði.
Seld á uppboði í staðin fyri at grava
hana niður.
Løgið sum hatta kríggið og allur
tess fanansskapur hevur áhuga.
Eingin lærir av søguni kortini.
Gloymið tey, søguna og kríggið.
Høgni
Djurhuus
Høgni Djurhuus
fekk Móðurmáls
virðislønina
2012
Ódeyðiligur errorsníkur