Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-02-23, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 23. februar 2017síða 5

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 24. FEBRUAR 2017 SOSIALURIN 24 5 ÚR RÆTTINUM Dánjal av Rana Ein teirra, ein 76 ára gamal mað­ur, varð dømdur fyri siða­misbrot móti einum ung­ um dreingi, tá hesin einans var seks ára gamal. Talan er um aðra kynsliga samveru enn samlegu. Maðurin er áð­ur dømdu fyri líknandi brots­verk. Í rættinum varð greitt frá, at minnini um hvat var hent, komu fram fyri í dag unga mannin, tá hann var til sam­ røðu hjá sálarfrøðingi. Tvær ferðir beint eftir ár­tús­und­ skiftið hevði eldri maðurin gjørt seg inn á smádreingin. Maðurin varð dømdur treyt­aða fongsulsrevsing í fýra mánaðir. Royndartíðin hjá manninum er ásett til tvey ár. Hetta merkir, at um hann einki revsivert ger komandi tvey árini, skal hann ikki inn at sita. Har­ um­f­ramt skal hann rinda órætt­aða 20.000 krónur í end­ur­gjaldi. Orsøkin til, at dóm­urin varð gjørdur treyt­ aður, var at maðurin er kom­ in væl til árs og at long tíð longu er liðin síðani mis­brot­ ini vórðu framd. Ein annar maður var dømd­ur fyri fleiri ferðir at hava gjørt seg inn á eina unga gentu, bæði við sam­ legu og øðr­um kynsligum sam­bandi. Gent­an var smá­ genta, tá brotini móti henni vóru framd. Maðurin noktaði seg sek­an, men varð dømdur sek­ur í ákærunum. Av ym­ isk­um ávum, so sum aldr­ in­um á manninum, tá lóg­ ar­brot­ini vóru framd og sál­ar­frøðiligum metingum av mann­inum, umframt tað, at long tíð er liðin, síðani alt hetta fór fram, valdi dómarin ikki at áseta nakra revsing fyri brotini. Maðurin skal tó rinda ungu kvinnuni 56.900 krón­ur í endurgjaldi. Ein triði maður varð dømd­ur fyri fleiri ferðir at hava gjørt seg inn á dóttir sína. Her er talan um aðra kyns­liga samveru enn sam­ legu. Maðurin játtaði seg sek­an í ákærunum. Eisini í hes­um førinum var talan um mis­brot móti eini smágentu. Maðurin fekk eitt ára fongs­uls­revsing, men dóm­ ar­in valdi at gera hana treyt­ aða. Harumframt skal hann gera 200 tímar av sam­fe­lags­ tænastu, umframt at hann skal rinda dótrini 30.000 krónur í endurgjaldi. Grund­ gev­ing­in fyri at gera dómin treyt­að­an, var, at long tíð er lið­in síðani lógarbrotini vóru framd, umframt at maðurin, eft­ir ynski frá dóttrini, longu fyri fleiri árum síðani hevur for­talt familjuni, hvat hann hevði gjørt móti sær. Ein fjórði maður er dømd­ ur fyri blygd­an­ar­skemd. Í fleiri førum hevur hann sit­ ið nakin í bili sínum og víst seg fyri fólki, tá tey eru kom­ in fram við. Í einum føri vísti hann seg fyri tveimum 15 ára gomlum gentum. Mað­ur­in játtaði seg sekan og segði, at hann hevði gjørt tað ofta, fleiri enn tær báðar ferð­ irnar, hann var ákærdur fyri at hava gjørt tað. Hesin mað­ ur­in fekk 2.500 krónur í bót. Dánjal av Rana Tað var í einum handli í Eyst­uroynni, at stuldurin fór fram. Í trimum ymiskum før­um yvir eitt tíðarskeið á umleið tríggjar mánaðir, stjól ungi maðurin gjalds­ kort­ini frá kundum, tá tey komu at keypa. Við kortunum keypti hann sær síðani spøl og aðra vøru á internetinum. Til­ sam­ans keypti hann vør­ur fyri 14.538 krónur av trim­um kortum. Í einum føri eydn­ að­ist tað honum ikki at fáa pen­ing av kortinum, áðrenn eig­ar­in varnaðist, at kortið var burtur og fekk stongt kont­una. Maðurin játtaði seg sek­ an í ákærunum. Við tað, at mað­urin var ungur, 16 ára gam­al, tá brotini vóru framd, valdi dómarin at gera teir 30 dagarnar, hann annars skuldi í fongsil, treytaðar. Dánjal av Rana Rættarmálið um illstøðuna inni í Hvalbiartunlinum er nú lið­ugt. Endin var, at teir báð­ir feðg­a­r­nir, sum vóru ákærd­ir fyri harð­skap og ann­ar teirra fyri hótt­an­ir, vóru dømdir sekir. Dóm­ur­ in varð 30 dagar treytaða fongs­uls­revs­ing fyri báðar. Men eins og einum øðr­ um rætt­ar­fundi í málinum, so spældi suðuroyarmálið ein leik­lut í sjálvum dóm­ in­um, tí í dóminum skrivar dóm­arin, at hædd má eisini tak­ast fyri. – Det almindeligt kend­ te fak­tum, at der til ti­der an­ven­des et mere vold­ somt sprog­brug på Suð­ur­ oy. Hetta skriv­ar dómarin í sam­band við, at ann­ar mað­ur­in varð dømd­ur sek­ur fyri hótt­an­ir. Bygt á frá­greið­ing­ina frá vitn­un­ um metti dómarin, at tað var sannlíkt, at hótt­an­in­ar høvdu skapt ótta fyri lív­in­ um í unga manninum í hin­ um bilinum. Dómarin vísti í dóm­in­ um á, at maðurin í hinum bil­in­um, sum hevði rópt ókvæm­is­orð eftir teimum báð­um, hevði løstir í and­ lit­in­um og á bringuni. Dóm­ar­in metti tí, at frá­ greið­ing­in frá mann­in­um og unnustuni um, at feðg­ ar­nir høvdu roynt at drig­ ið mannin úr bilinum og høvdu sligið hann bæði í and­lit­ið og á bringuna, vóru rætt­ar. Dómarin ásannaði tó, at ikki bar til at siga, hvør teirra hevði sligið og sam­ stund­is at sløgini hava ver­ ið av av­mark­aðari styrki, tí løst­ir­nir vóru ikki so álv­ar­ sam­ir. Av hesum báðum orsøk­ um, teim­um av­mark­aðu løst­un­um og tí van­liga grova mál­burð­in­um í Suð­ ur­oy, valdi dómarin at gera fongs­uls­revsingina hjá feðgunum báð­um treyt­ aða, umframt at teir skulu gera 40 tímar av sam­fe­lags­ tæn­astu. Tað vil siga, at teir skulu ikki sita dóm­in, um teir halda seg í skinn­inum í eitt ár. Illstøðan tók seg upp, tá tveir bilar møttust í Hvalbi­ ar­tunl­inum og hvørgin teirra vildi víkja. TRÍGGIR DÓMAR FYRI SIÐAMISBROT Stjól fýra Masterkort Suðringar eru ljótari í munninum Um ársskiftið er tríggir mans dømdir fyri siðamisbrot av ymiskum slag Ein ungur maður var í Føroya rætti dømdur fyri at hava stolið fýra Masterkort og roynt at keypt fyri tey Fegðarnir úr Sandvík, sum komu til ilnar við eitt par inni í Hvalbiartunlinum, fingu treytaða fongsulsrevsing. Vanliga grovi málburðurin í Suðuroy bjargaði øðrum frá geglinum.