Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-02-23, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 23. februar 2017síða 6

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 24. FEBRUAR 2017 SOSIALURIN 24 6 PERSÓNSSØGA KALLA MEG BARA BREKAÐA ANNIKA KUNOY IM H erit býr í Vest­manna, er lærari á Vestmanna Skúla, og mamma at trimum børnum. Hon luttók á pallborðsfundi sum Meginfelag teirra, ið bera brek í Føroyum skipaði fyri á bókasavninum við Løkin mikudagin 15. februar. Pallborðsfundurin snúði seg um hvørki orðið brek ber brek. Spurningar vórðu reistir um orðið brek er rætt at nýta, og um ávirkanina orðið hevur á sjálvsfatanina hjá teimum, sum orðið fevnir um. Sjálv var Herit ikki fødd við sínum breki, men var eina viku eftir at hon varð 22 ár í einum ferðsluóhappi á veg heim til Vestmannar, eftir ein býtúr í Havn. Ferðsluóhappið, ið broytir alt - Vit høvdu privatsjafør sum ikki vildi koyra okkum heim, tí hann hevði verið so tíðliga uppi tann morgunin. Vit fingu yvirtalað hann at koyra okkum kortini. Tá var ferðslulógin soleiðis, at so mong sum gjørligt kundu vera í bilinum, og bert tey sum sótu við eitt trygdarbelti skuldu vera bundin. Á veg heim aftur, tá tey vóru uppiyvir Kvívík, sovnaði bilførarin og bilurin fór av vegnum. Eg var sift út gjøgnum bakrútin og breyt hálsin. Systkinabarn mítt var eisini við, og hon breyt ryggin – og situr í dag í koyristóli. Tá eg vaknaði við aftur eftir óhappið hoyri eg sytskinabarn mítt rópa, at hon ikki føldi beinini. Eg sá onki, og lá við høvdinum niðri í eini rennu, og bleiv tí flutt eitt lítið sindur, so eg ikki lá í vatni. Hini í bilinum fingu smávegis skaðar, greiðir Herit frá. – Eg havi verið heppin, tí eg havi ongantíð hugsað at bilførarin hevði skuldina í óhappinum, og í at eg í dag eri lamin. Eg havi fleiri ferðir roynt at funnið fram til hasa kensluna, men eg eri ikki beisk - men heldur er tað synd at skula liva við hjá honum. Tað hevur eisini hjálpt mær í at komið víðari, sigur Herit. Langa tíðin í Danmark Hon var flogin til Danmarkar sama sunnudag og fór undir skurð dagin eftir. Eitt petti varð tikið úr høgru mjødn, fílað til so tað passaði í hálsin, og sett í ístaðin fyri brotnu geislarnar saman við eini titaniumplátu, sum varð skrúða á uttaná. Tað varð ein long og drúgv tíð hjá Herit í Danmark saman við sytskinabarninum. – Eg fekk at vita at nú var eg lamin, og tað sum eg kundi gera var at fáa samband við musklarnar við at ímynda mær, at eg sendi boð til fingrarnar, um at strekkja og boyggja seg, sigur Herit frá. Herit lá tríggjar vikur á ríkis­ sjúkrahúsinum og nýggju mánaðir í Hornbæk. Meðan hon er í Danmark, gongur ikki long tíð áðrenn hon fær flutt beinið eitt vet, og fær førleika ymsa staðni aftur. Hetta gevur henni størri vón og ágrýtni í bardaganum, tí hon vildi klára seg so væl sum gjørligt aftur, greiðir hon frá. Á Hornbæk brúkti hon nógva tíð í uppihaldsstovuni um kvøldarnar. Oftast sæt hon og ruggaði koyristólin við vinsta beini, sum hon kundi brúka eitt sindur. Stutta tíð seinni finnur hon útav, at hon fær brúkt beinið, og eftir nógva venjing kom hon eisini aftur á føtur. – Eg hugsaði ongantíð at eg ikki fór at ganga aftur, men heldur at eg mátti venja nógv, soleiðis at eg slapp upp aftur at ganga, sigur hon. Hvat kann eg nú brúkast til Herit, sum fyri kortum hevði verið eitt ár í USA, eftir lokið HF prógv, hevði ætlanir um at lesa til ergoterapeut ella lækna. Henni dámdi væl nýggjar upplivingar og var virkin í ítrótti. Allar hesar ætlanirnar hjá ungu kvinnuni brustu, og hon greiðir frá at hon við tað sama for at seta sær sjálvari spurningin ‘hvat kann eg nú brúkast til?’. – Tað er næstan ógjørligt at finna útav hvar tú kanst brúkast, tá tú ert skerdur á ymiskar mátar, sigur Herit. Sjálv hugsaði eg áðrenn eg fór undir læraraútbúgvingina, at hetta fór at verða ideelt hjá mær, men soleiðis varð ikki. Eg fái ikki arbeitt fulla tíð, tí lærarastarvið er so strævið, og eg má ganga nógv. Tað tekur langa tíð at koma fyri meg aftur, tá eg verði ov troytt, sigur hon. Politiskur vilji skal til Herit heldur at tað er sera strævið at stríðast fyri sær sjálvari sum vaksin og rørslutarnað. Systemið er tungt, og nógv pappírsarbeiði er at fylla út. Hon hevur ofta kent tað niðrandi, og hevur havt hug at gera tingini sjálv. – Eg síggi meg sjálva sum Herit Joensen - At eg eri brekað er bert eitt av mongu orðunum, sum lýsa meg. Eg havi ongan trupulleika við at verða kallað brekað - eg eri tó ikki bara brekað, men so nógv annað eisini, sigur 42 ára gamla Herit Joensen úr Vestmanna, sum hevur verið lamin helvtina av lívi sínum, eftir at hon var í einum ferðsluóhappi sum 22 ára gomul í 1996. Herit greiðir frá um ferðsluóhappið, sum kollvelti tilveru hennara. Hóast 20 ár eru liðin, so eru enn avbjóðingar hon stríðist við í gerandisdegnum"