Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-02-23, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 23. februar 2017síða 14

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 24. FEBRUAR 2017 SOSIALURIN 24 14 DANJAL AV RANA T að var Bent Christensen, redaktørur fyr Den Danske Spiseguide, sum sunnudagin byrjaði at spáa um, at Koks fór at fáa eina Michelinstjørnu. Hesi tíðindini endurgóvu føroyskir miðlar, mill­ um annað in.fo. Mikudagin var so sjón fyri søgn, tá Koks sum fyrsta føroyska mat­stovan fekk eina stjørnu í mat­stovuskránni hjá Michelin. Hetta kemur als ikki óvart á Bent Christen­sen. – Eg havi etið 7.500 máltíðir á Michelin-matstovum og yvir 150 á trístjørnaðum Michelin­ matstovum, so eg veit, hvat verð­ ur hugt eftir og hvat Michelin leggur dent á. Tað er so, at um ein matstova uppfyllir ávís krøv, so hevur hon góðar møguleikar at fáa eina stjørnu. Eg havi leingi hildið, at Koks hevur uppfylt krøvini til eina stjørnu, sigur hann. Longu í 2013 segði Bent Christ­en­sen, at Koks burdi verið í uppskotið til eina Michelin- stjørnu. Tá helt matstovuskráin seg tó til høvuðsstaðir og fór sjáld­ an út í útjaðaran. – Nú tók tað nøkur ár áðrenn hon kom, men tað vísir dygdina hjá Koks. Michelin-dómararnir ynskja at síggja eitt varandi høgt støði. Teimum dámar illa, um dygdin sveiggjar ov nógv. At Koks hevur hildið høgu dygdina yvir fleiri ár talar til teirra fyrimun, sigur Bent Christensen. Føroyskt kjøt var ikki at fáa Hannn hevur javnan vitjað í Før­ oy­um seinastu 10 árini og heldur, at menn­ingin innan føroyskt gastro­nomi hevur verið heilt eina­ standandi. – Tá var óhugsandi, at nøkur matstova skuldi koma við í nakra matstovuskrá, enn minni Michelin. Tá eg kom til Føroya fyrstu ferð í 2008, 2009, var tað eitt syrgiligt skil við matstovum. Eg var skelkaður av lága støðinum hjá matstovunum. Samstundis ferðaðist eg runt við Birgiri Enni og hann kavaði eftir leskiligum skeljum av alskyns slag, sum vit ótu umborð. Eg sá fiskin, sum varð landaður á uppboðssøluni, og eg sá tey túsundtals lombini, sum gingu í fjøllunum. Eg hugsaði, at lombini mundu smakkað avbera væl, men veitst tú, eingin matstova hevði føroyskt lambskjøt, eingin hevði nakað úrval av fiski og eingin seldi skeljadjór, sigur hann. – Eg skilti einki. Tá segði eg beinan­vegin, at treytin fyri at menna Føroyar sum ferða­ manna­land, var at okkurt bleiv gjørt við matstovurnar. Tí fólk fara ikki at ferðast hálva jørðina runt til Føroyar, fyri síðani at eta nýsælandskt lambskjøt á mat­ stovunum, greiðir hann frá. Reypa ov lítið av rávørunum Hann heldur, at vit føroyingar eru ov smædnir, tá tað kemur til at reypa av okkara rávørum. Kanska er tað okkurt, sum liggur í okkara fólkasál, sigur hann. – Tit hava búð avbyrgt frá øllum øðrum her í norðuratlantshavi og etið fisk og seyð av framúr góðsku. Tit eru so von við hetta, at tit halda, at øll onnur eisini hava atgongd til tað sama, men tað hava tey ikki. Als ikki. Tit hava heimsins bestu rá​­vør­ur í Føroyum. Við teimum rávør­un­um, sum Føroyar hava, og við góð­um og skapandi kokkum, so eru møgu­ leikarnir endaleysir. Longu í 2009 segði eg, at við hesum rávør­unum var tað gjørligt at fáa eina Michelin­ stjørnu, sigur Bent Christen­sen. Tørvur á fleiri matstovum – Nú fer tað væntandi at henda tað sama, sum aðrastaðni, tá matstovur fáa Michelin-stjørnur. Fleiri fólk fara at koma til Føroya fyri at eta á Koks, men tey kunnu ikki øll eta á Koks samstundis og tey kunnu ikki eta á Koks hvønn dag. Tí mugu tey fara aðrastaðni at eta, og hetta fer at smitta av á hinar matstovurnar. Soleiðis er hetta ein win-win støða fyri øll. – Nú er tað tó upp til hinar mat­stovurnar at traðka til og lyfta sítt støði. Kanska onkrir kokkar skuldu umhugsa at latið nýggjar matstovur upp. Nógv fleiri ferðafólk koma til Føroya orsaka av Koks framyvir, men tey mugu eisini fáa okkurt annað at eta, sigur Bent Christensen. – Vandin er, at hetta gevur bakkast. Um fólk einans hava eina matstovu at eta á, so fer tað orðið at ferðast um í umhvørvinum, og so gevast fók at koma til Føroya. Tað er eitt ov stórt lop frá Koks og niður til næstu matstovurnar, men møguleikarnir eru heilt víst til staðar. Uttan fyri Havnina er jú als einki at finna, sigur hann. Hann ber ongan ótta fyri, at Koks skal missa stjørnuna í bræði. – So vítt sum eg kenni fólkini hand­an Koks, so eru hetta ikki fólk, sum loypa um, har garðurin er lægstur. Nú hava tey smakkað søta sigurin, so tey fara heilt víst at stríð­ast víðari. Tey fara framvegis at menn­ast, men tey fáa eina nýggja av­bjóðing. Nú koma fólk við enn fleiri pengum, sum veruliga vita, hvat tey vilja hava og bara koma fyri at eta. Og fáa tey ikki nakað nøkt­andi, so fær tað avleiðingar. Men við rávørunum, kokkunum og leiðsl­uni hjá Koks, so ivist eg ikki í, at tey megna at lofta avbjóðingini, sigur hann. Bent Christensen: NÚ MUGU HINAR MATSTOVURNAR TRAÐKA TIL 14 TEMA KOKS – Tá gestirnir hava etið á Koks, hyggja tey yvir býin og spyrja, hvar skulu vit eta í morgin? Lopið niður til næstu matstovurnar er ov stórt og kann geva bakkast, sigur Bent Christensen Bent Christensen, redaktørur fyr Den Danske Spiseguide