hósdagur 23. februar 2017síða 13
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 24. FEBRUAR 2017
SOSIALURIN 24
13
HALLUR AV RANA
T
á Jóhannes Jensen,
stjóri í Hotel Føroyar
samtakinum,
fyri
tíggju árum síðan
fortaldi sínum starvsfólkum í
Glasstovuni í Hotel Føroyum,
at hann hevði eina ætlan um,
at matstovan skuldi fáa eina
Michelin-stjørnu, vóru tað fleiri,
ið ikki trúðu teirra egnu oyrum.
Millum teirra, ið var heldur
ivasamur, var kokkurin Ruben
Busk, ið seinasta árið hevði verið
sous-chef í Glasstovuni.
– Eg var milt sagt ivasamur,
tí eg helt slett ikki, at hann
visti hvat skuldi til. Vit gjørdu
góðan mat tá, men tað var
kortini langt frá tí, ið man fekk
Michelinstjørnur fyri. Men
Johannes Jensen trúði fult og
fast uppá tað, og segði, at um
tíggju ár, so fekk Føroya sína
fyrstu Michelinstjørnu, minnist
Ruben Busk aftur á.
Tað var serliga vitanin um, at
matummælararnir hjá Michelin
sjáldan vitjaðu støð uttanfyri
norðurlendsku stórbýirnar, ið
gjørdi, at Ruben Busk ivaðist í
dreyminum hjá stjóranum.
– Tað var ikki talingur um, at
teir vitjaðu matstovur uttanfyri
Keypmannahavn tá. Aarhus
hevði fleiri góðar matstovur,
men sjálvt ikki tær fingu nakrar
stjørnur, tí ummælararnir vóru
aldrin har. So hví skuldu teir
komið til Føroyar. Tað helt eg
vera órealistiskt, sigur Ruben
Busk.
Í morgun, tíggju ár eftir,
at Johannes Jensen deildi sín
dreym við starvsfólkunum, fekk
Koks fyrstu føroysku Michelin
stjørnuna. Hon er fult uppiborin,
sambært Ruben Busk.
– Johannes Jensen helt fast
upp á dreymin, og stóra menn
ingin í føroysku køkunum síðstu
tíggju árini hevur verið ótrúlig. Í
dag, tíggju ár seinni, kom fyrsta
stjørnan. Tað er púra svakt, at
tað letur seg gera. Tað er djúpt
imponerandi, og eg havi stóran
virðing fyri Johannes Jensen, at
hann trúði upp á sína verkætlan,
sigur Ruben Busk.
Eisini kokkurin og hansara
toymi í Koks eiga sín part í
nýggja heiðrinum, metir Ruben
Busk.
– Hetta er nakað, ið nógvir
kokkar droyma um alt teirra lív,
og aldrin uppliva. Tað er kempi,
kempi stórt og fult uppiborið.
Poul Andreas Ziska hevur gjørt
tað sera gott, og eru tað komin
fleiri løg í rættirnar enn fyrr.
Hann hevur lyft teir upp á eitt
hægri støði, sigur Ruben Busk.
Nú Koks hevur fingið sína
fyrstu stjørnu og pláss í Michelin
bókini metir Ruben Busk, at tað
verður ein fíggjarligur vinningur
fyri matstovuna og føroyska
samfelagið.
– Michelinbókin er høgt í
metum hjá fleiri útlendingum,
ið hava áhuga fyri mati. Fólk
ferðast gjarna langt fyri at royna
matstovurnar, ið hava fingið
pláss í bókini. Fólk fara at koma
til Føroyar, ið aldrin annars
høvdu komið hendan vegin, vísir
Ruben Busk á.
HALLUR@SOSIALURIN.FO
RÍHANDIL
Tað er djúpt imponerandi, og eg
havi stóran virðing fyri Johannes
Jensen, at hann trúði upp á sína
verkætlan. Tað sigur kokkurin Ruben
Busk, ið gevur stjóranum stóran
part av æruni fyri, at Koks hevur
fingið sína fyrstu Michelinstjørnu
Púra svakt
Ruben Busk:
–Hetta er nakað, ið nógvir
kokkar droyma um alt teirra
lív, og aldrin uppliva
ALT MÁL
MYND: RÓGVI RASMUSSEN