hósdagur 23. februar 2017síða 12
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 24. FEBRUAR 2017
SOSIALURIN 24
12
TEMA KOKS
SUM TÁ VIT FINGU FR
Gutti Winther:
– Hetta er perfektión. Tey eru við í einum orkestri, ið skal fáa alt at
virka hvønn tann einasta dag við hvørt einasta borð og hvørjum einasta
rætti. At fáa orkestrið at spæla so væl hvønn dag er ótrúliga flott. Tað
sigur Gutti Winther, nú Koks hevur fingið eina Michelinstjørnu
HALLUR AV RANA
T
á Koks mikumorgunin
fekk handað sína fyrstu
Michelinstjørnu, mundu
tankarnir hjá mongum
fara til føroyska kokkin Leif
Sørensen, ið inntil fyri trimum
árum síðan var andlitið úteftir
hjá matstovuni, og verður mettur
at vera undangongumaðurin í
rákinum at brúka føroyskar rá
vørur.
Tí er tað heldur einki óvanligt,
at Leif Sørensen var eitt sindur
errin, tá tíðindini bórust, at Koks
hevði fingið sína fyrstu stjørnu.
– Tað er sjálvsagt. Eg var við
til at stinga út í kortið ætlanirnar
fyri matstovuna og hvussu man
skuldi røkka málunum. At hugsa
um byrjanina, tá tað gekk illa at fáa
starvsfólk til Koks, til at matstovan
í dag hevur fingið eina stjørnu, er
heilt ótrúligt, sigur Leif Sørensen.
Ein teirra sum hevur verið
við frá byrjan, og lærdi hjá Leif
Sørensen í Gourmet, er Poul
Andrias Ziska, núverandi høvuðs
kokkur í Koks. Fyrrverandi høv
uðskokkurin hevur nógv gott at
bera sínum gamla lærlingi.
– Hann torir at vera trúgvur
móti tí føroyska og brúkar nógv
náttúruna í matinum. Fyri at hava
eina góða matstovu í Føroyum
ber ikki til at herma eftir frak
lendingum ella japanum. Man má
gera tað føroyska og gera tað meira
ekstremt føroyskt. Tað hevur
hann dugað øgiliga væl, sigur Leif
Sørensen og leggur afturat.
– Hann vil nógv, og hann er
visionerur á tann hátt, at hann
hevur genial hugskot, ið gera, at
tað føroyska úttrykkið kemur
til sín rætt. Hann torir væl, og tá
vit gjørdu matarskráir, so var tað
hann, ið átti tað svaka twistið.
Tað er tó ein persónur, ið Leif
Sørensen metir eigur eina serliga
tøkk uppiborna, nú Koks hevur
fingið sína fyrstu stjørnu.
– Bent Christensen frá den
danske Spiseguide eigur nógv
av æruni fyri, at Føroyar eru
komnar so langt. Tað var hann,
ið bleiv varugur við Føroyar, og
ynskti at gera bókina um Koks, og
fingu vit fleiri kontaktir gjøgnum
samstarvið við hann. Uttan hann
hevði tað ikki gingið so skjótt at
fingið viðurkenning, sigur Leif
Sørensen.
Tað var eisini eftir, at Bent
Christinsen hevði givið Koks
2,5 stjørnur í den danske Spise
guide, at tað gjørdist greitt fyri
starvsfólkunum, at ein Michelin
stjørna var møgulig.
– Vit høvdu ikki væntað at
fáa nakra stjørnu frá honum, og
brádliga fingu vit 2,5 stjørnur. Tá
hugsaðu vit: ”ok, kanska duga vit
nakað kortini.” Tá hugsaðu vit,
at vit kundu saktans vera við, og
byrjaður at menna okkum meira.
So longu í 2011 høvdu vit sum mál,
at í 2017 ella 2018 skuldu vit hava
eina Michelinstjørnu, sigur Leif
Sørensen.
HALLUR@SOSIALURIN.FO
– Man má gera tað føroyska og
gera tað meira ekstremt føroyskt
– Føroyar eru nú viðurkendar av
teimum fremstu matummælarum
í heiminum fyri sín mat. Tað var
óhugsandi fyri nøkrum árum síðan
EITT SEKS ÁRA GAMA
Leif Sørensen:
– Hann vil nógv, og hann er visionerur á tann hátt, at hann hevur genial hugskot,
ið gera, at tað føroyska úttrykkið kemur til sín rætt. Hann torir væl, og tá vit
gjørdu matarskráir, so var tað hann, ið átti tað svaka twistið. Tað sigur Leif
Sørensen um Poul Andrias Ziska, sín gamla lærling og høvuðskokk í Koks
HALLUR AV RANA
T
á toymið handan Koks
í morgun fekk hand
að fyrstu føroysku
Michelinstjørnuna
nakrantíð, vóru tað eini gleðiboð, ið
blivu stórliga fagnað í Føroyum, og
kanska mest millum teirra, ið hava
sítt yrki innan føroyska matgerð,
og vita hvussu stórt arbeiði liggur
í eini slíkari stjørnu.
Ein teirra er føroyski stjón
varpskokkurin Gutti Winther, ið
flest føroyingar kenna frá sjón
varpssendingini Spískamarið. Hann
er ikki bangin fyri at samanbera
týdningin av viðurkenningina við
eina av týdningarmestu søguligu
hendingunum í menningini av
modernaða føroyska samfelagnum.
– Hetta er sum tá vit fingu
fríhandil. Føroyar eru nú viður
kendar av teimum fremstu mat
ummælarum í heiminum fyri
sín mat. Tað var óhugsandi fyri
nøkrum árum síðan, sigur Gutti
Winther avgjørdur, og sipar til,
at eins og fríhandilin lat upp
fyri eini røð av møguleikum
fyri føroyska samfelagið, so ger
Michelin-stjørnan tað sama innan
gastronomiska heimin.
Føroyski sjónvarpskokkurin er
skjótur at rósa fólkunum handan
Koks. Frá teimum, ið stóðu á palli,
og til tey, ið fá geva sær far um.
– Eitt kempi stórt tillukku til
røsku fólkini, ið stríðast hvønn dag
at fáa alt at ganga upp í eina hægri
eind. Hetta er perfektión. Tey eru
við í einum orkestri, ið skal fáa alt
at virka hvønn tann einasta dag
við hvørt einasta borð og hvørjum
einasta rætti. At fáa orkestrið at
spæla so væl hvønn dag er ótrúliga
flott, sigur Gutti Winther, og leggur
afturat.
– Hetta er eisini ein stór viður
kenning til Jóhannes Jensen, ið
hevur havt eina visjón og tora at
sett pengar í hana. Í dag eydnaðist
tað, og vísir tað, at um man setir sær
slík mál fyri, so ber tað til, eisini her
í Føroyum. Leif Sørensen byrjaði
stóra arbeiðið at fáa føroyskan mat
at vera meira enn bara føði, og er
tað eitt málrættað arbeiði, ið hevur
tikið tjúgu ár, men ávøksturin sæst
í dag, sigur Gutti Winther.
Hóast oddafólkini eiga sín stóra
leiklut í avrikinum, so vísir Gutti
Winther á, at heiðurin endur
speglar eisini góðskuna á føroyska
tilfeinginum.
– Poul Andreas Ziska og Karin
Visth hava staðið við grýtunum og
propptrekkjaranum, og skulu hava
stórt rós fyri tað, men Koks er so
nógv meira enn tað, tí tørvur er á
tilfeinginum. Tað vil siga hvønn
einasta dag skal man levera, sigur
Gutti Winther og heldur fram.
– Tað nyttar ikki, at onkur hevur
fingið ein góðan fisk á floti tann
eina dagin, tí dagin eftir koma
nýggir gestir. Vánaligar rávørur
kunnu ikki brúkast, tí má man
bjóða tað besta til hvørja máltíð,
um man ynskir at koma upp í topp.
So útvegafólkini, ið ikki hugsa um
at selja stórar mongdir, men heldur
hugsa um góðskuna, eiga sín part í
hesum. Hetta hevur sett føroyska
tilfeingið á heimskortið.
Tá Koks fekk handað heiðurin
í morgun segði dómsnevndin, at
stjørnan fór at fáa stóran týdning
fyri føroyska samfelagið. Tað er
Gutti Winther eisini sannførdur
um.
– Koks brúkar føroyska siða
arvin, list, tónleik, gamlar uppskrift
og annað, so at allur mentanar
arvurin gongur upp í eini hægri
eind í Kirkjubø við innovativum
fólkum. Hetta er meira enn bara
ellivu góðir rættir. Alt staðið
bergtók dómararnar, og fer hetta
at hava stóran týdning fyri Føroyar
og føroyskan mat framyvir, sigur
Gutti Winther.
HALLUR@SOSIALURIN.FO