hósdagur 23. februar 2017síða 11
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 24. FEBRUAR 2017
SOSIALURIN 24
11
DANJAL AV RANA
– Hetta er ein ómetaliga flottur
heiður, sum Koks nú hevur fingið,
og eg ivist ikki í, at hetta fer at
eggja teir til at halda áfram við
menningini av føroyska matinum.
Hetta er eitt stórt herðaklapp til
teirra, sum hava stríðst fyri at
náa hesum støðinum, sigur Elsa
Maria Olsen, eigari av fyritøkuni
Solea Føroyar. Fyritøkan fæst við
at marknaðarføra Føroyar og før
oyskan mat í útlondum og draga
matelskarar hendan vegin.
Kann fáa tvær stjørnur
Hon sigur, at Koks frá byrjan av
hevur roynt at fanga føroysku
matmentanina og hevur megnað
at føra hana víðari út á ein altjóða
pall.
– Eg beit merki í, at tá dómarin
viðmerkti stjørnuna til Koks,
nýtti hann í veruleikanum grund
gevingar, sum vanliga geva tvær
stjørnur. Hann nýtti orðið “detour,”
umvegur. Tað er júst treytin fyri
at fáa tvær stjørnur, at tað er tað
vert at fara ein umveg fyri at eta
á hesi matstovuni. Eg ivist heldur
ikki í, at fólkini handan Koks fara
at halda fram við menningini og
hvør veit, um tey kanska megna
at fáa hasa næstu stjørnuna eisini,
spyr Elsa Maria Olsen.
Hon heldur, at tað mest fan
tastiska við hesum, er at føroyskur
matur nú hevur fingið pláss á
altjóða pallinum.
– Vit føroyingar eru sera tjóð
skaparligir, men onkursvegna, so
hava vit verið eitt sindur foyir, tá
talan hevur verið um føroyskan
mat. Vit hava kanska mest sum
skammast við at tosa um ræsta
matin, sum er so stórur partur av
føroyska køkinum. Seinni árini er
tó fullkomiliga vent í holuni. Nú
hava føroysku kokkarnir megna
at broytt føroyska matin til nakað
heilt serstakt, sum mikudagin fekk
hægstu viðurkenning frá heims
elituni, sigur hon.
Nokk av italskum restum
Hon heldur ikki, at vit hava nakra
orsøk til at smæðast og vísir á, at
vit hava eitt ríkt tilfeingi, og ikki
bara hvat rávørum viðvíkur.
– Hygg eftir hvussu nógvar
føroyskar kókibøkur finnast.
Føroyingar eru upptiknir av
mati, hava altíð verið tað. Men
seinnu árini eru vit farin at liva
av italienskum restmati. Lasanja,
pasta og pitsur, har restirnar í
køliskápinum verða koyrdar upp
á breyð, sigur hon.
Hon greiðir frá, at góða menn
ingin í stóran mun byrjaði, tá
Leif Sørensen skrivaði undir
norðurlendska matmanifestið.
Somu tankar, sum hann gekk við,
hava jú ment Noma til at gerast
heimsins besta matstova trý ár á
rað.
Loynidómurin í føroyska køk
inum liggur í rávørunum. Tað er
eingin ivi um, heldur Elsa Maria
Olsen.
– Vit eru 50.000 fólk, men hava
nokk av rávørum til at breyðføða
milliónir. Vit hava lomb, fisk og
ikki minst fugl. Tað, sum Leif
Sørensen og aðrir kokkar hava
megna, er at fanga fólkasálina, tí
maturin inniheldur onkursvegna
fólkasálina, sigur hon.
Hvar er fiskurin?
Hóast Koks nú hevur fingið eina
stjørnu, so heldur Elsa Maria
Olsen ikki, at vit eru komin á
mál. Sjálv heldur hon, at føroysku
rávørurnar kundi verið gagnnýttar
enn betri.
– Her eru nógvir óroyndir
møguleikar enn. Hvar er okkara
hummarahús, hvar er okkara
sjógætishús ella fiskamatstovur.
Fólk, sum koma hendan vegin
vita, at vit eru ein fiskivinnutjóð,
men gerast ovfarin, tá tey síggja,
hvussu lítið úrvalið er av fiskamat
stovum. Hetta er nakað, sum vit
mugu menna, nú vit skulu ganga
komandi ferðavinnuni á møti. Vit
skulu gera meiri við skeljadjór, við
føroyskar urtir og við føroyskan
fisk, sigur hon.
Hon heldur eisini tað vera
serstakt, at í Føroyum er land
búnaðurin í stóran mun burðar
dyggur og hevur góðan møguleika
at gerast vistfrøðiligur eisini.
– Tað er tó týdningarmikið,
at tryggir karmar verða lagdur
rundan um landbúnaðin, til dømis
viðvíkjandi føroyskum fugli. Vit
mugu finna hættir at veiða bæði
fugl og fisk á burðardyggan hátt.
Síðani ber til at kommersialisera
hetta, hóast fuglurin flýgur frítt,
sigur Elsa Maria Olsen.
Stjørnan dregur
Hon sigur, at tað er eingin loyna,
at Koks hevur havt eina óalmenna
stjørnu millum matferðafólk, tí
tey hava hugsað, at Michelin ikki
fer úr høvuðsstaðnum, tí hevur
Koks onga stjørnu. Men at Koks
nú hevur fingið eina stjørnu
alment, fer heilt víst at ávirka
ferðavinnuna.
– Fólk ferðast eftir stjørnunum.
Um vit megna at marknaðarføra
hetta til røttu fólkini, er talan
um eitt veruligt gullnám. Matur
er týdningarmikil hjá ferðafólki.
Gourmetferðafólkini leggja nógv
an pening eftir seg, men tað krevur
at umstøðurnar eru lagdar til
rættis. Hinar matstovurnar mugu
nú menna seg, tí hesi ferðafólkini
kunnu ikki eta á Koks hvønn dag,
sigur hon.
Hvagar nú?
Hon vísir á, at ferðafólkini, sum
nú koma til Føroya at eta á Koks,
vænta eisini, at aðrar góðar mat
stovur eru í økinum.
– Tey vænta, at tá vit hava
Koks, so hava vit eisini næsta stig
og triðja stig, til tey at eta í hinar
dagarnar. Vit mugu ikki geva
teimum tað skuffilsi, at vit einki
annað hava at bjóða teimum enn
Koks, tí tey tíðindini fara eisini at
ferðast víða, sigur hon.
Hon nevnir serliga umstøðurnar
uttan fyri høvuðsstaðin, sum ein
trupulleika.
– Vit hava eitt fantastiskt
land. Her ýður í støðum at síggja.
Her eru søguligt støð alla staðni
og aftan fyri hvørt sving er eitt
nýtt bergtakandi náttúrútsýni.
Men har eru eingi matarstøð.
Menningarmøguleikarnir úti á
bygd eru tí øgiligir, meðan í Havnini
mugu verandi matstovurnar halda
áfram at menna seg, sigur hon.
– Tað eru óavmarkaðir møgu
leikar, spurningurin er bara,
hvussu nógv nýggj gistingarhús
vit skulu byggja og hvussu nógv
flogfør skulu koma um dagin,
sigur Elsa Maria Olsen.
Vit plagdu at smæðast um tann ræsta matin. Nú er tað lutvíst hann,
sum hevur sett Føroyar á heimskortið, heldur Elsa Maria Olsen
Elsa Maria Olsen
Elsa Maria Olsen:
Hava gjørt tað bygdasliga heimskent