hósdagur 23. februar 2017síða 10
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 24. FEBRUAR 2017
SOSIALURIN 24
10
TEMA
KOKS
– Tað gav meining á ein heilt annan hátt enn tað, ið eg hevði roynt áður. Í staðin fyri at stara
í eitt blankt pappír, slapp eg at smakka, lukta og arbeiða við sansunum í einum køki. Tað
sigur Poul Andrias Ziska, høvuðskokkurin í Koks, ið aldrin hevur trivist á skúlabeinki
HALLUR AV RANA
U
m føroyingar ikki
kendust við navnið
Poul Andrias Ziska
fyrr í vikuni, so sló
hann av álvara sítt navn fast í
almenna rúmið mikumorgunin, tá
hann á hátíðarhaldi í Stokkhólmi
tók móti fyrstu Michelinstjørnuni
hjá eini føroyskari matstovu
nakrantíð.
Eitt framúr herðaklapp til 27
ára gamla kokkin, ið fyri trimum
árum síðan tók við starvinum
sum høvuðskokkur í Koks, tá Leif
Sørensen fór frá vegna ósemju við
leiðsluna. Skiftið av høvuðskokki
tykist tó ikki at hava ávirkað
nakað serligt, nú fólkini handan
matstovuna trý ár seinni kunnu
fegnast um at hava fingið eina av
størstu viðurkenningunum innan
alheims matgerð.
Men hóast hann hevur staðið
á odda fyri matstovuni farnu trý
árini, so er hann skjótur at deila
æruna við onnur.
– Eg vóni at alt Føroya fólk følir,
at tey eiga ein part av stjørnuni og
eru errin av henni. Vit koyra jú á
tann føroyska samleikan, og tað er
Føroya fólk, ið hevur skapt hann,
so øll eiga ein stóran part, sigur
Poul Andrias Ziska.
Byrjaði í Gourmet
Hóast Poul Andrias Ziska telist
millum fremstu føroysku kokk
arnar, so var byrjanin hjá honum
innan yrkisleiðina eitt sindur
tilvildarlig.
Ungi havnarmaðurin var
vorðin troyttur av ganga í skúla,
og hevði als ongan hug at fara
víðari í miðnámsskúla, tá hann ein
dagin læs eina grein um Gourmet.
– Eg hevði ov nógva orku at sita
á skúlabeinki, men ein dagin las
eg eina grein í Sosialinum um eina
matstovu við navninum Gourmet.
Eg helt tað ljóðaði spennandi, so
eg søkti lærupláss hjá Gourmet,
greiðir Poul Andrias Ziska frá.
Tað var Leif Sørensen, ið átti
og rak matstovuna Gourmet, og
gav hann unga havnardronginum
eitt lærupláss í matstovuni í
Vágsbotni. Har treivst Poul
Andrias Ziska bara heilt væl.
– Tað gav meining á ein heilt
annan hátt enn tað, ið eg hevði
roynt áður. Í staðin fyri at stara
í eitt blankt pappír, slapp eg at
smakka, lukta og arbeiða við
sansunum í einum køki, sigur Poul
Andrias Ziska.
Eftir nøkur ár gav Leif Søren
sen skarvin yvir á Gourmet, og
fór í staðin í starv í Glasstovuni
í Hotel Føroyum, har hann tók
starvsfólkahópin í Gourmet við
sær.
Fyrstu tíðina arbeiddi Poul
Andrias Ziska í stóra køkinum, har
hann gjørdi mat til alt millum 30
til 800 gestir, men tá matstovan í
Hotel Føroyum fekk ein nýggjan
samleika og navnið Koks, byrjaði
hann at starvast í henni.
Lært frá teimum bestu
Men hóast Poul Andrias Ziska
sostatt hevur verið bundin at Koks
størsta partin av síni yrkisleið,
so hevur hann eisini fingið
virðismiklar royndir frá øðrum
matstovum, ið teljast millum
nakrar tær fremstu í heiminum.
– Tað er vanligt, at kokkar
bjóða seg fram at arbeiða ókeypis
í øðrum matstovum í styttri tíðar
bilum. Hetta fyri at kunna læra
frá teimum heilt góðu. So tá Koks
hevur stongt vegna lágsesong, so
havi eg arbeitt aðrastaðni, sigur
Poul Andrias Ziska.
Harímillum er danska matstov
an Geranium í Keypmannahavn
og spanska matstovan Mugaritz
í San Sebastian.
– Eg var tveir til tríggjar mán
aðir í Geranium, ið tá hevði tvær
Michelinstjørnur, og nú hevur
tríggjar, umframt eg havi verið
tríggjar mánaðir í Mugaritz, ið
hevur tvær stjørnur, men er
nummar seks á listanum yvir
bestu matstovur í heiminum, sigur
Poul Andrias Ziska.
Serliga tíðin í Keypmannahavn
var lærurík, greiðir Poul Andrias
Ziska frá.
– Tíðin á Geranium var heilt
ótrúliga gevandi, hóast tað bara
var 2-3 mánaðir. Eg lærdi nógv,
ikki bara um matgerð, men hvussu
man koyrir ein køk, og setir eitt
gott toymi saman. Tey eru øgiliga
strukturerað og avgjørd. Tað er tað,
ið skal til, sigur Poul Andrias Ziska.
Tók við eftir
lærumeistaranum
Tá Leif Sørensen fyri trimum árum
síðan fór frá sum høvuðskokkur í
Koks, vórðu boð send eftir Poul
Andrias Ziska. Hóast hann einans
var 24 ára gamal, so var hann als
ikki bangin fyri at taka við stóru
uppgávuna at lyfta arvin eftir Leif
Sørensen.
– Eg var sous-chef áðrenn, so
eg arbeiddi nógv við tí kreativa
og hevði nógva ábyrgd av dagligu
driftini í køkinum. So starvið var
ikki ókent fyri mær, sigur Poul
Andrias Ziska.
Spurdur um hann onkursvegna
er komin úr skugganum hjá
lærumeistaranum, nú tá hann
hevur tikið móti fyrstu føroysku
Michelinstjørnuni, er hann skjótur
at vísa tankan frá sær.
– Tað er ikki nakað, ið eg hugsi
um. Eg geri ikki tað, eg geri, tí eg vil
úr skugganum ella gerast kendur.
Eg geri tað, tí mær dámar tað, sigur
Poul Andrias Ziska.
HALLUR@SOSIALURIN.FO
ØLL EIGA EIN PART
AV STJØRNUNI
Eg vóni at alt Føroya fólk følir, at tey eiga
ein part av stjørnuni og eru errin av henni«
Poul Andrias Ziska
Poul Andrias Ziska, høvuðskokkur á
Koks, Karin Visth, vínstjóri á Koks, og
Johannes Jensen, stjóri á Gist & Vist,
sum eigur Koks – saman við aldargamla
Michelin manninum í Stokkhólm í gjár, tá
Koks fekk Føroya fyrstu Michelin stjørnu
MYND: RÓGVI RASMUSSEN