Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-02-23, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 23. februar 2017síða 9

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 24. FEBRUAR 2017 SOSIALURIN 24 9 SÝNSFÓLK UPPGÁVAN Uppgávan snýr seg um regluligt sýn av ak før um og umsýn av akførum, sum ikki verða góðkend við fyrsta sýn. Starvsøkið fevnir um øll eftirlits - støð stovnsins, og høvuðsarbeiðsstaðið verður í Tórs havn. Tað eru 6 sýns fólk í starvi á deildini. FØRLEIKAKRØV Vit hugsa okkum, at tú hevur bilmekanikara- útbúgving og hollar royndir á økinum. Dentur verður lagdur á, at tú hevur góð samstarvsevnir og ert fyrikomandi, men kortini kann fremja sýnsarbeiðið á ein myndugan hátt. Tað er ein fyrimunur, um tú hevur útbúgving sum stórvognsmekanikari, hevur teldukunnleika og koyrikort til lastbil/buss og stóran viðfestivogn. SETANARTREYTIR Starvið er lønt eftir sáttmála millum Fíggjar- málaráðið og Starvsmannafelagið. Starvssetanin hoyrir undir Samferðslumálaráðið við tilhoyr - andi stovnum, umframt Løgmansskrivstovuna og onnur aðalráð. UMSÓKNIR Umsóknir við avritum av møguligum prógvum og viðmælum skulu sendast til: Akstovan Hoyvíksvegur 57 Postsmoga 3206 FO 110 Tórshavn Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 28. februar 2017. Fleiri upplýsingar fáast við at venda sær til Búgva Apol, deildarleiðara, á tlf. 35 04 28. Akstovan søkir eftir sýnsfólki at byrja skjótast gjørligt. Akstovan er stovnur undir Samferðslumálaráðnum og hevur sum endamál at fremja akfaratøkniligar kanningar og akfarssýn, stíla fyri koyriroyndum, útvega fólki koyrikort, umsita skráseting av koyrikortum og umsita akfarsskráseting, skrásetingargjald og vegskatt. Umframt høvuðsdeildina í Tórshavn hevur Akstovan sýnsdeildir um landið. Á Akstovuni starvast 21 fólk. 1939 Í sambandi við at Ítróttasamband Føroya á fyrsta sinni hevur sett aðalskrivara í starv, verður móttøka mikudagin 1. mars kl. 15:00 í ÍSF-húsinum, Gundadalur 2, Tórshavn, har m.a. høvi verður at heilsa upp á Petur Mittún, nýggja aðalskrivaran. Móttøka Ítróttasamband Føroya ERT TÚ OKKARA NÝGGJA SØLUFÓLK? Vit søkja eftir einum sølufólki til okkara kundar í føroysku byggivinnuni. Tú fært í samstarvi við sølustjóran ábyrgdina av søluni av okkara vørum og konseptum til bæði núverandi og nýggjar kundar. Sum sølufólk í byggivinnuni vitjar tú byggi fyri tøkur, timburmeistarar, snikkarar, múrarar, málarar o.l. Hvussu er arbeiðið? Sum koyrandi sølufólk vitjar tú okkara kundar har tú: • mennir samstarvið við núverandi kundar • leitar upp nýggjar kundar og sýnir fram okkara vørur og konsept • ger ætlanir um tínar kundavitjanir • gert uppfylgjandi arbeiði við fyrispurningum, bílegging og tilboðum Hvør ert tú? Tú ert klárur til eina karrieru sum sølufólk hjá okkum um tú: • ert ágrýtin og áhaldin • ert álitisvekjandi og kanst skapa viðvarandi kundarelatiónir • ert søluorienteraður Søluroyndir er ikki ein treyt, men royndir í byggivinnuni er ein fortreyt fyri at søkja starvið. Hvat bjóða vit tær? Vit bjóða tær eitt starv, sum er fjølbroytt við einum sjálvstøðugum gerandisdegi í einari professionellari fyritøku í vøkstri. Fyri at hjálpa tær til framgongd í starvinum hjálpa vit til við: • nágreiniligari introduktión og upplæring • leypandi praktiskari útbúgving, har tú mennir teg sum sølufólk • løn í mun til avrik eins og pensiónsskipan • firmabil, telda/teldil og fartelefon Vit síggja fram til at hoyra frá tær! Vit hava samrøðurnar mánadagin og týsdagin 27. og 28. mars 2017 í Tórshavn. Samrøðan verður á donskum, tí luttøka er av fólki frá Würth Danmark. Vit skulu móttaka tína umsókn elektroniskt og á donskum um okkara heimasíðu: www.wuerth. dk/job Umsóknarfreist: 20. mars 2017 Starvssetan. Sum skjótast Starvsøki: Føroyar Meira upplýsingar við at venda sær til: Claus V. Christensen, sølustjóri, 22 50 17.