Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-02-23, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 23. februar 2017síða 8

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 24. FEBRUAR 2017 SOSIALURIN 24 8 PERSÓNSSØGA vælfungerandi uppá allar mátar. Alt er uppá pláss í mínum lívi - alt uttan hetta her, sigur hon. Í Føroyum ber ikki til at hava serkunnleika á øllum brekøkjum, tí brekini eru so ymisk, heldur Herit. Tá hjálp skal veitast einum við tørvi, so krevur tað meir enn bara eina samrøðu. Hon heldur at um politikkarnir veruliga ynskja at raðfesta økið, so mugu teir eisini vilja gjalda. Tað er ein torfør uppgáva, sum vit eiga at arbeiða ímóti, tí øll skulu vit hava okkurt gevandi at fara upp til um morgunin, sigur hon. Ber Orðið Brek? Meginfelag fyri tey, ið bera brek í Føroyum hevur seinastu tíðina varpað ljós á týdningin av orðinum brek, og kjakast hevur verið um hvørki orðið møguliga skal skiftast út við eitt annað, nýtt orð. Í farnu viku luttók Herit í pallsborðsfundi um evnið. – Eg kann, sum ein av teimum fáu siga at eg havi tað fínt við orðinum brek, sigur Herit. Tað stingur ikki longur enn onnur skeldsorð, sigur hon. Hyggur tú at orðinum ‘brekað’ í orðabókini, so eru nógv negativ hugasambond, so sum at okkurt er brotið ella er í ólagi. Herit heldur at orðið lýsur væl tað, sum hon brúkar orðið til, tí tað er onki romantiskt við at bera brek. -Orðið sigur onki um við­ komandi menniskja, sum berur brek. Tað lýsir ikki persónin handan brekið, men er bert tað eina lýsingarorði. Gerandisdagurin er ávirkaður av brekinum tú hevur, og tú sleppur ongantíð undan tí. Mín gerandisdagur varð kollveltur, og eg livi í øllum førum ikki tað lívið eg hevði livað, um eg ikki var brekað, sigur hon. -Tað hevur so stóra ávirkan á lívið hjá mær, at eg kenni veruliga at eg eri mítt brek – hóast eg eri nógv annað eisini. Tað er brekið sum avgerð og avmarkar tað, sum eg ætli mær og geri hvønn dag, sigur hon. Í skúlanum, har Herit er lærari hevur hon onkuntíð hoyrt eitt barn kalla eitt annað fyri brekað. Tá hevur hon sagt, at tað í roynd og veru bara er hon, sum er brekað har. Hon greiðir frá, at tað skilja børnini ikki altíð, tí tey møguliga ikki vita hvat liggur í orðinum. Um ein hugburðsbroyting skal til, so hevði eitt uppskot møguliga verið at lært børnini yngru hvat tað er at vera brekaður, ístaðin fyri at skifta orðið út, heldur hon. Trupulleikin liggur ikki í orðinum Um vit veruliga ynskja at betra um korini hjá teimum, ið bera brek, so krevur tað broytingar í samfelagnum. Herit heldur, at um tey sum bera brek sleppa undan øllum niðurløgunum, sum tey fáa tá tey ferð eftir ferð misseydnast í sínum royndum, at vera virkin í samfelagnum, so vaksur tað um sjálvsvirði. Hetta krevur at arbeitt verður við fólki á økjum sum sálarligari og kropsligari heilsu og við vegleiðing. Man kann gott seta krøv til landið, tí vit skulu øll vera her, heldur hon. – Vit mugu finna útav hvar vit kunnu brúkast, og ikki verða bangin fyri at siga hart at vit kunnu ikki brúkast allastaðni, sigur hon. Sum menniskja skulu vit kunna hvíla í okkum sjálvum, hvørki vit hava brek ella ikki. Her kann samfelagið hjálpa við at byggja sjálvsvirði og finna møguleikar, sigur hon. ANNIKA@SOSIALURIN.FO Vit eru ikki brotin Meginfelag teirra, ið bera brek í Føroyum hevur seinastu tíð­ ina varpað ljós á týdningin av orðinum brek, og skipað fyri pallborðsfundum nevndir ‘Ber orðið brek’. Tóra við Keldu, forkvinna í Megin­felag teirra, ið bera brek í Føroyum, heldur at hóast summi ongan trupulleika hava við at verða kallað brekað, so vil meginfelagið ikki lýsa limir sínar sum brotin menniskju – sum jú er týdningurin í orðinum. Hví verður hetta evni tikið upp nú? – Vit hava í longri tíð tosað um at taka hetta evni upp, tí tá eg gjørdist forkvinna í felagnum vóru longu tankar um at broyta navnið á felagnum frá Meginfelag teirra brekaðu til Meginfelag teirra, ið bera brek. Vit hildu tað seinna verða vakrari, tí tá inniber tað at tú bert brekið, ístaðin fyri at tú ert brekið. Vit vildu fegin taka evnið upp fyri at vita hvat føroyingar halda um orðið brek. MBF hevur enn orðið í navninum, og hevur 24 limafeløg har summi tosa um seg sjálvi sum at tey bera brek, men summi halda seg ikki hoyra til tann bólkin. Hví skipaðu tit fyri pallborðsfundum? – Vit hava ofta roynt at fingið fólk at skrivað um evnið, men tað hevur verið torført. Hetta var ein annarleiðis háttur at gera tað á. Á hendan hátt fingu vit fleiri meiningar um orðið, og vit løgdu dent á tað ikki var meginfelagið sum segði um orðið skuldi brúkast, men at hoyra hvat fólk hugsa. Hvat hevur tú sum forkvinna fingið burturúr fundunum? Føroyingar hava nógvar mein­ ingar um orðið, og eg havi fingið nógv at hugsa um. Fólk eru á ymiskum máli; summi vilja ikki hoyra orðið og summi hava onki ímóti at verða kallað brekað, hóast tað er tann orðingin sum man er farin frá á almennum skjølum. Sum meginfelag taka vit tað vit hava hoyrt við okkum. Verður orðið brek skift út? Vit hava enn onki orð funnið ístaðin fyri brek, men eg eri vís í at vit fara at broyta okkurt sum meginfelag. Sum forkvinna í MBF haldi eg tað er rætt at vit fáa orðið brek burtur úr navninum, tí tað merkir at vera brotin. Soleiðis vilja vit ikki lýsa menniskju, og tað er keðiligt fyri hugburðin móti okkum, sum bera brek, at føroyingar kalla okkum brotin. Søgan um orðið ‘brek’ Øll orð hava eitt upphav og eina søgu, har tey broytast í formi og innihaldi, greiðir Meinhard Jensen, studentaskúlalærari, frá. Í stuttum kann sigast at orðið ‘brek’ møguliga er fyrndargamalt, og hevur somu rót sum enska orðið ‘break’. Tað orði sæst aftur í 2500 ára gamla rekonstrueraða málinum protogermanskt, sum er ættarfaðir at fleiri vesturevropeiskum mál­um, so sum enskum, týskum og norðurlendsku málunum, har tað eitur ‘brekan’, greiðir hann frá. Nógv eldri enn tað er eitt mál, sum var upprunin til flestu málini í Evropa – eisini protogermanskt. Tað málið kallast protoindoevropeiskt (ofta stytt til PIE), og hetta er 5500 ár afturi í tíðini, sigur Meinhard. Hetta málið er eisini rekonstruerað, tí at har finnast ongar keldur. Á tí málinum hava tey orðið ‘bhreg’, og hvat orðið neyvt hevur merkt í dagligari talu í eystur Evropa fyri umleið 5500 árum síðan, veit man ikki vist, men tað hevur merkt okkurt við “at bróta.” Sama orð er uppruni til orðið ‘brøkur’, sigur hann frá. Tá orð hava somu rót, sigur man á tekniskum máli, at orðini eru kognat – ella í familju. Tað áhugaverda við fleiri av hesum orðunum er, at tey broytast so lítið, sum tey gera. Er ‘brek’ sama orð sum enska orðið ‘break’, so hava vit við eitt sera gamalt orð at gera, sigur Meinhard. Hóast etymologiin onga meining hevur um kjakið, orðið brek, ella hvat vit skulu kalla fólk við skerdum førleikum, so kann siga eitt sindur um søguna hjá einum orði, sigur hann til endans. Gerandisdagurin hjá Herit er ávirkaður av brekinum, og hon livur ikki tað lívið hon hevði livað, um hon ikki var brekað, sigur hon.