Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-02-23, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 23. februar 2017síða 18

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 24. FEBRUAR 2017 SOSIALURIN 24 18 UPPHAVSRÆTTUR HALLUR AV RANA H vør skal gjalda rokn­ ing­ina, tá før­oyskt filmstilfar verð­ur brúkt í undir­vísingar­ høpi? Tað er kjarnan í eini ósemju millum Mentamálaráðið, ið um­ boðar føroyska skúlaverkið og Nám, og felagið Samskifti, hvørs limir millum annað framleiða filmstilfar, ið verður brúkt í undirvísingarhøpi. Partarnir eru nevniliga vorðnir ósamdir um hvørs uppgáva tað er at handhevja upphavsrættin til audiovisuelt tilfar innan undir­ vísing sum staðfest í §13 í lógini um upphavsrætt. Meðan Mentamálaráðið hev­ur góðkent danska felagið Copy­dan AVU-Medier sum rættindahavarafelagsskap í Før­ oyum, og harvið beint vegin fyri, at danska felagið, í samsvar við §42 í lógini um upphavsrætt, kann søkja at røkja rættindini at umboða øll audiovisuel verk hjá upphavsmonnum, ið verða brúkt í undirvísing, so metir Samskifti ikki, at danska felagið er eitt hósk­ andi umboð fyri sínar limir. Vildu loysa trupulleikan Bæði í undirvísing og til próvtøku í fólka- og miðnámsskúlunum er tað vanligt, at lærarar nýta filmar og annað audiovisuelt tilfar í teirra arbeiði. Men í mun til tónleik, har felags­skapir sum Gramex og Koda umboða rættindahavarar á økinum, so hevur eingin slíkur felagsskapur verið í Føroyum, ið hevur umboðað rættindahavarar av audiovisuellum tilfari, ið verður brúkt í undirvísingarhøpi. Tað vil siga, at um Próvstovan nýtir ein føroyskan film í til­ farinum til eina próvtøku, so er tað í prinsippinum uppgávan hjá Próvstovuni at seta seg í samband við rættindahavaran av filminum, og samráðast um brúk av filminum og tilhoyrandi samsýning. Fyri føroyskar fyritøkur hevur tað merkt, at tær kunnu senda eina rokning til Próvstovuna, meðan tað fyri Próvstovuni hev­ur verið eitt munandi størri og torførari arbeiði at finna og samráðast við allar teir ymisku rættindahavararnar til føroyskt og útlendskt tilfar. Ynskja greiðari mannagongdir Tað er eisini eftir ynski frá skúla­ verkinum, at Menta­málaráðið hevur hugt at málinum fyri at finna eina loysn, ið ger tað lættari hjá føroyskum brúkarum at nýta tilfar, upplýsir Torkil V. Rasmussen, løgfrøðingur í Mentamálaráðnum, og málsviðgeri í málinum. Í tí sambandinum hevur Menta­málaráðið góðkent eina umsókn frá danska felagnum Copydan AVU-Medier eftir, at m.a. Nám hevur víst á, at danska felagið í stóran mun umboðar teir rættindahavarar, ið føroyska skúlaverkið hevur tørv á. – Tað hevur víst seg, at tað er ein tørvur hjá føroyska skúla­ verkinum í samband við próvtøkur og annað, at hava atgongd til hetta tilfarið. So fyri at tryggja, at tað er lógligt og at rættindahavararnir eru umboðaðir, so hava vit góðkent Copydan AVU-Medier, men enn er ikki nøkur avtala gjørd við felagsskapin, upplýsir Torkill V. Rasmussen. Vinnan er varin Avgerðin hjá Mentamálaráðnum er tó ikki fallin í góða jørð hjá felagnum Samskifti, ið er felagið fyri føroyskar lýsingarfyritøkur. Michael Koba, næstformaður í felagnum, førir fram, at talan er um eina broyting, ið føroyskar fyritøkur hvørki hava biðið um ella ynskja. – Um Mentamálaráðið ella almennir stovnar undir ráðnum brúka filmar til próvtøkur, so hava tey spurt okkum, og vit hava avtalað ein prís við tey. Tað hevur virkað fínt. Men nú tykist, at Mentamálaráðið hevur ringa samvitsku, tí youtube klipp verða brúkt til skúlabrúk, men einki verður goldið fyri tey. Tað skilji eg væl, at tey ynskja at broyta, men tað skal ikki ganga út yvir okkum, sigur næstformaðurin í Samskifti, og leggur afturat. – Tað virkar sum, at Menta­ málaráðið hevur hálað eitt danskt felag niður yvir okkum, ið skal umboða okkum. Men vit eru ikki áhugað at melda okkum inn í felagið. Eingin kann tvinga okkum at vera limur, og eingin annar kann ikki taka pengar fyri eitt verk, ið vit hava upphavsrættin til, sigur Michael Koba. Taka sær av gjaldinum Higartil er Copydan AVU-Medier einans góðkent sum eitt felag, ið uppfyllir føroysku krøvini fyri at umboða rættindahavarar, og enn er eingin avtala gjørd millum danska felagið og nakran føroyska stovn. Men tá ein slík avtala verður gjørd, verður tað danska felagið, ið umsitur gjaldið fyri upphavsrætt í mun til tann stovnin. Sostatt verður ikki longur møguligt hjá føroyskum fyritøkum at senda rokningar til stovnar, um stovnurin hevur gjørt eina avtalu við danska felagið. 18 Tað er ikki í lagi at áleggja føroyskum films­ framleiðarum eitt gjald, umvegis lima­ skapi í fremm­ andum felagi, og síðani ikki vita, um nakar møguleiki verður fyri útgjaldi« Samskifti YNSKJA IKKI DANSKA UMBOÐAN Ósemja er íkomin millum Mentamálaráðið og felagið Samskifti eftir, at Mentamálaráðið hevur givið einum donskum rættindahavarafelagsskapi loyvi at virka í Føroyum. Fyri føroyskar fyritøkur kann tað merkja ein fíggjarligan smeit, tá tey missa rættin at krevja gjald fyri egin verk