Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-02-23, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 23. februar 2017síða 19

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 24. FEBRUAR 2017 SOSIALURIN 24 19 FRÍGGJADAGUR 17. FEBRUAR 2017 19 – Góðkendi felagsskapurin ger avtalu við brúkaran av tilfarinum. Brúkari skrásetir síðan brúkið av tilfarinum, og rindar fyri tí til felagsskapin. Felagsskapurin tekur hareftir eitt umsitingargjald, ið dekkar egnar útreiðslu, og býtir restina til rættindahavararnar. Tað er konseptið við øllum avtaluloyvum, og virkar Copydan AVU-Medier á sama hátt sum KODA, GRAMEX og onnur, vísir Torkill Rasmussen á. Hóast føroyskar fyritøkur ikki ynskja at gerast partur av Copydan AVU-Medier, so ber kortini til hjá teimum at fáa gjald fyri síni verk, men tað skal gjøgnum danska felagsskapin. – Velja tey ikki at vera limir, so kunnu tey kortini gera teirra krav galdandi mótvegis Copydan AVU- Medier, har víst verður á hvat er brúkt. Copydan AVU-Medier mugu rinda, tí tey hava ikki lov at gera mun á limum og ikki-limum, vísir Torkill Rasmussen á. Fíggjarligur smeitur Hóast tað harvið kann tykjast, at Copydan AVU-Medier einans er ein smidligari skipan enn tann undanfarna, so óttast tey í Sam­ skifti fyri, at nýggja skipanin verður ein fíggjarligur smeitur hjá føroysku fyritøkunum. Felagið vísir í hoyringsskrivi til umsóknina hjá felagsskapinum at virka í Føroyum, at limaskapur í felagsskapinum kann skjótt gerast ein dýrur umgangur fyri føroyskar fyritøkur. – Somuleiðis er kostnaðurin av limaskapi óvissur. Tað er ikki í lagi at áleggja føroyskum films­ framleiðarum eitt gjald, umvegis limaskapi í fremmandum felagi, og síðani ikki vita, um nakar møguleiki verður fyri útgjaldi. Hetta kann merkja ein meirkostnað í mun til verandi støðu, skrivar Samskifti í hoyringskrivinum. Í hoyringskrivinum framgongur eisini, at felagið óttast, at býtis­ lykilin hjá donsku rættinda­havara­ fyritøkuni er til fyrimuns fyri útlendskar fyritøkur. – Eisini er sannlíkt, at føroyskir filmsframleiðarar verða settir í eina verri støðu enn útlendskir filmsframleiðarar, tá tað kemur til at fáa pening fyri brúk av tilfari. Samskifti metir tí ikki, at ein avtala við AVU-Medier gagnar føroyskum áhugamálum, skrivar felagið. Taka ikki hædd fyri slíkum Í Mentamálaráðnum er tó eing­ in ætlan at taka hædd fyri at­ finn­ingunum hjá føroysku fyri­ tøkunum. Torkill V. Rasmussen vísir á, at hjá teimum er málið mun­andi meira prinsipielt enn óttin fyri fíggjarligum missi hjá nøkr­um føroyskum fyritøkum. – Um hugt verður eftir hvør er limur í Copydan AVU-Medier, so er ein rúgva av feløgum, hvørs limir eiga rættin til tilfar, ið verður brúkt dagliga í føroyska skúlaverkinum. So er spurningurin um Føroyar anno 2016 skal hyggja burtur frá tí, tí nøkur feløg hjá Samskifti eru ónøgd við tað. Skulu tey svía fyri, at tað eru nakrar føroyskar fyritøkur, ið føla seg tiknar á bóli, spyr Torkill Rasmussen, ið sjálvur svarar spurninginum. – Vit kunnu ikki taka atlit til hvussu nógv tað fer at kosta hjá hvørjum felagi at vera limur ella hvat tey fáa burturúr. Vit blanda okkum ikki uppí innanhýsis viðurskiftir hjá Copydan AVU- Medier, men hyggja einans eftir um tey lúka krøvini, ið lógin setir til rættindahavarafelagsskapir. Tað gera tey, so vit kunnu ikki nokta teimum loyvið at virka, tí føroysku filmsfeløgini ivast í onkrum. Tað virkar at vera ein løgin grundgeving. Hóast tað harvið tykist, at tað er einki annað at gera hjá føroyskum fyritøkum enn góðtaka nýggju støðuna, so ger næstformaðurin í Samskifti greitt, at óansæð avtalu við føroyskar stovnar, so hava limafeløgini hjá Samskifti ongar ætlanir at gevast at senda rokningar fyri brúk av teirra tilfari. – Vit fara at halda áfram at senda okkara egnu rokningar til tey, ið brúka okkara tilfar. Tað er okkara upphavsrættur, og eingin kann tvinga upphavsrættin hjá okkum yvir ein annan. Vit fara undir ongum umstøðum at lata danir koma inn og umboða føroyingar í Føroyum. HALLUR@SOSIALURIN.FO SOSIALURIN 21 Tað er ikki í lagi at áleggja føroyskum filmsframleiðarum eitt gjald, umvegis limaskapi í fremmandum felagi, og síðani ikki vita, um nakar møguleiki verður fyri útgjaldi« Samskifti – Velja tey ikki at vera limir, so kunnu tey kortini gera teirra krav galdandi mótvegis Copydan AVU-Medier, har víst verður á hvat er brúkt, sigur Torkil V. Rasmussen