Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-02-23, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 23. februar 2017síða 28

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 24. FEBRUAR 2017 SOSIALURIN 23 28 Óli Jacobsen Norska flóttaskipið Silva: Siðsøga SIÐSØGA Óli Jacobsen T á Noreg varð hersett, hevði Silja júst verið á kópa­leiðunum, og teir vóru á veg heimaftur. Teir vildu ikki fara aftur til Noregs, sum støðan var, men løgdu leiðina til Føroyar. Komnir til Føroya fóru teir at sigla við ísfiski úr Íslandi til Bret­ lands. Tveir føroyingar sigldu við teim­um, so við norðmonnum var mann­ingin átta. Føroyingarnir vóru Petur Heimá, sørvingur, bú­ sit­andi í Havn, og Johannes Hen­ rik­sen úr Sørvági. Bumban sum ikki brast Johannes var við "Silva" í hálvt­ fjórða ár. Tað fyrsta árið sigldu teir við ísfiski úr Íslandi til Bretlands, men so vórðu teir bumbaðir eina ferð, teir lógu á Klaksvík. Um hesa hending skrivaði norski konsulin í Føroyum, Niels Ihlen: Silva hadde en nokkså ube­hage­lig oplevelse inne i Klaksvikfjorden i 1942. Den var netop kommet til­ bake fra Storbritannia etter å ha solgt sin fiskelast der nede, og holdt på å gjøre sig klar til næste fiske­tur, da tyske fly kom i lav høj­de og bombet skibet i havnen der. Et par bomber faldt like ved ski­bet, som begynte å synke. Men ved åndsnærværelse og godt sjø­ mands­skab fik mandskabet til tross for at motoren ikke var i gang, trukket skipet ind på grunt vand der det blev stående. Rederen ringte til konsulatet og fortalte om ulykken. Han og alle nevnte, at det hadde været et “nær miss”, og at båten hadde fået en lekk. Han ba konsulatet om å skaffe pumper fra Tórshavn, så skibet kunne blive pumpet lens og tettet. Jeg fik sendt pumper av gårde, men så kom overraskelsen. Det viste sig ikke å være noe “near miss”, men tvert imot en fuldtreffer. Bomben had­de gått inn under van­net på styr­bords side, hvor der var et stort hull, hoppet over mas­ki­nen uten å gjøre skade og la sig pent til rette på bakbords side i mas­kin­ rom­met uten å eksplodere. Forskrekkelsen var jo stor, men en 22 årig engelsk bombeekspert satte sig roligt overskrevs på bom­ ben og demonterte de­to­na­toren som det var verdens naturligste ting. Man må vel ha lov til å sige at dis­se brittene er noget for seg selv. Stýrimaðurin Mons Stormark var um­borð saman við Petur Heimá og Johann­es Henriksen. Bumb­ an kom inn gjøgnum skrokk­in bak­borðs­megin og legði seg stýri­ borðsmegin. Johannes var sjálvur í mask­ in­rúm­inum, tá bumban kom inn gjøgn­um skipssíðuna, so tað er lætt at ímynda sær, at hann hevur fing­ið ein skelk. Hann kundi fingið bumb­una um vangan. Petur Heimá hevur greitt so­leið­is frá í Dimmalætting: Eg var við sjálvur og stóð tá á báta­dekkinum og sá flúgvaran, ið vísti seg at vera lítið yvir mastra­ topp­unum. Eg sá eina lúku opna seg og bumbuna koma út og koma í sjógvin einar 10 til 15 m frá skips­ síð­uni. Hon rakti skipið bak­borðs­ meg­in undir vatnlinjuni, gjørdi eitt hol eftir seg uppá 1 metur annan veg­in og 1,5 metur hin vegin. Vel­ ið á bumbuni var hangandi eft­ir í holinum Bumban breyt ljós­mot­or­ in, sum var í gongd, fór síð­ani upp um motorin – fremsta topp­stykk­ ið var av, tí vit reinsaðu mot­or­in – hon boygdi stytturnar. Bumb­an legði segði seg so á dúrkið mill­um motorin og skipssíðuna stýri­ borðs­megin. Petur Dahl fekk ljósmotorin til mask­in­skúlan á skiparaskúlanum. Annar meistarin, Jóhannes Hen­rik­sen, sum var staddur í mask­in­rúminum, slapp upp í øll­ um góð­um. Vit tríggir fingu sett skipið á land, áðrenn tað sakk, við hjálp frá landi av. Tá ið vit vóru á veg umborð at bjarga skipinum, kom flúgvarin aðru ferð og skeyt eftir okkum – kúl­ur­nar komu allastaðni í sjógvin rund­an um bátin. Meðan vit vóru umborð og sleptu teymin, kom flúgvarin 3. ferð og slepti tá aftur eina bumbu, sum ikki brast. Bumban, sum lá í mask­in­ rúminum, var sett til at bresta uppá tíð. Tíðarurið var í gongd men steðgaði av irring søgdu eing­ ilsk­menninir, sum av­mont­er­aðu hana – til alla lukku fyri okk­um. Gud havi lov.” Bumbuálop hevði verið á Klaks­vík dagin fyri, 10/11, tá” Fugl­ oygg­in” var søkt og skaði kom á funda­mentið á kaiuni. Silva lá tann dagin undir Kósini, og fólk av landi arbeiddi upp á motorin. Teir vóru bidnir um at leggja seg við teym úti á vánni – hetta var beint út fyri ”Olafsa brúgv”, og har var Silva eisini sett á land – tí hildið var, at skipini vóru álopsmál, og eitt nýtt ísvirkið var júst bygt á Kós­ini. Álopið hendið um hálvgum tvey­tíðina. Teir, sum arbeiddu upp á mot­ or­in komu ikki umborð dagin eft­ir, og Klaksvíkin var so at siga fólka­ tóm tann dagin. Ikki fyrr enn skipið var á landi og pumpað lens, var bumban upp­ dag­að. Maskinrúmið var fult av sjógvi, men skottið fram til lastina helt tætt. Fóru at sigla fyri hersetingarvaldið Eftir hesa hending fór skipið at sigla runt í Føroyum fyri bretska her­set­ingarvaldið. Skipari á "Silvu" var Ber­tel Kristian Landmark, sum var føddur 24.7.1882 í Ulstein í Noregi. Hann doyði á Lands­sjúkra­hús­ in­um í Havn beint eftir krígslok. Jo­hann­es letur sera væl at skip­ar­ anum, sum var komin væl til árs tá. Hann var sera góður við mann­ ing­ina. Hann var ógiftur, so hann hevði ikki trupulleikan, sum hjá so nógv­um øðrum, at hugsa um konu og børn heima í Noregi. Tá var tað øðrvísi við stýri­ mann­inum Mons Stormark. Hann nívd­ist nógv av, at hansara familja var eftir í Noregi. Hann plagdi at skemta við Johannes um at koma við til Noregs eftir familjuni, aft­ ur­fyri skuldi hann fáa yngstu dóttr­ina! Men einaferð so frættir Stor­ mark, at kona og børn vóru komin til Hetlands. Tá lá væl fyri hjá hon­ um at fara hagar. Hann fór til Het­ land við Polarstjørnuni. Kjell Ervik, ein av kendu Ervik brøðr­unum, sum eisini komu til Før­oy­ar við krígsbyrjan, fór við sum stýrimaður í staðin. Hann og Lisa vóru gift í ein skund, áðr­ enn tey fóru úr Noregi. Teirra fyrsta barn doyði og liggur jarðað í nýggja kirkjugarði í Havn. Í 1944 fór Johannes av "Silvu", tí hann skuldi giftast. Tað næsta vit vita um "Silvu" er, at teir vóru í Orkn­oyggjunum í august 1944, og tá sigldu teir millum Scapaflow og Aber­deen vegna norska flotan. Scapa­flow í Orknoyggjunum var ein tann týdn­ing­armesta flota­ støð­in hjá bretum, bæði undir 1. og 2.heimsbardaga. Kjell Ervik var eisini við “Silvu” í hesi siglingini. Johannes greiddi frá, at hann seinni fór við “Vest­ur­ varða”, og einaferð teir vóru í Aber­ deen og landaðu, hitti hann Kjell, sum framvegis var við “Silvu”. “Verden er liten” Johannes greiddi frá eini aðrari hend­ing, sum er partur av hesi søgu. Sum 18 ára gamal var Jo­ hann­es í 1936 við “Research” uppi við Bjarnoynna. Her var hann eis­ini í landi og vitjaði teir fýra tele­grafistarnar sum hildu til her. Her inni lógu eisini nakrir norsk­ir kópafangarar. Veðrið var gott so eitt kvøldið fóru Johannes og ein annar við báti umborð á ein kópa­ fang­ara. Her vóru teir sera blíðir, og føroyingarnir vórðu vístir runt. Johannes minnist eisini, at ein mað­ur stóð uppi á brúnni. Fleiri Silva, málað hevur Hans Hansen Eitt av norsku skipunum, sum komu til Føroya við krígsbyrjan í 1940 var ”Silva”. Hetta er eisini ein partur av føroysku-norsku krígssøguni Johannes Henriksen, sum mundi fingið bumbina um vangan Tá Johannes mundi fingið bumbu undir vangan!