Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-02-23, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 23. februar 2017síða 29

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 24. FEBRUAR 2017 SOSIALURIN 23 29 Komandi partur Í komandi parti verður fyrsti partur um ferðina hjá Fox í 1860 í Føroyum ár seinni umborð á “Silvu” fortelur Jo­hannes skiparanum Landmark frá hesum tilburði. Tá hyggur hann upp og sigur: “Verden er liten, det er jeg, som var skipper!” So hann var maðurin Johannes sá á brúnni. Hittu dóttrina sum honum var lovað Johannes greiddi frá eini stuttligari hend­ing, tá hann og konan Bryn­ hild í 1980 vóru í Tromsø í Nor­egi á eini heimavirkisferð, har upp­ gávan hjá Johannes var at spinna fyri norðmonnum. Tá ferða­lagið var í Bergen á veg heim­aft­ur fór Johannes at leita í tele­fonbókini fyri at vita, um hann kundi finna stýrimannin, Mons Stormark, tí hann visti, at Stormark var ættaður av eini oyggj har á leiðini Hann fann ikki Mons, men hann fann fleiri, sum høvdu sama eftirnavn. Hann fór so at ringja til øll hesi, og tá hann kom til tað sein­asta navnið, fekk hann fatur í ein­um soni hjá Mons. Júst tá høvdu tey eina ættarsamkomu, og tey skipaðu fyri at heinta Jo­ hann­es og Brynhild, her vóru tey sera væl móttikin. Mons Stormark sjálv­ar varð deyður, men her hitti Jo­hannes dóttrina, sum honum varð lovað. Men tá var tað ov seint hjá báðum! Annars sigldi Johannes eisini nógv aftaná bardagan. Hann fór við slupp­ini “Henry Freeman”. Hann var eisini verið við í línubátatíðini. Fyrst við “Tungufossi” og síðan við “Reynsatindi”. Seinni arbeiddi hann sum skúlatænari í Sørvági. Kon­an Brynhild var ættað av Hús­ um.­ Tann 28. februar eru 10 ár síðani, at eg hevði mína fyrstu grein í røð­ini Miðvikan, sum seinni bleiv til Siðsøga. Tað var aftaná, at eg var farin úr Fiskimannafelagnum og blað tess, FF-blaðið, varð steðgað, at Jan Müller heitti á meg um at halda fram við siðsøguligu skriv­ ingini hjá FF-blaðnum í Sosi­al­in­ um. Hetta hevur so verið gjørt nær­um hvørja viku síðani tá. Tey fyrstu 3-4 árini fylti hesin tátt­ur fýra síður í blaðnum, men síð­an 2010 hevur hann fylt tvær síð­ur. Tilsamans hava verið um 450 greinir í hesi røð. Hetta hevur stórt sæð alt verið siðsøga, og fyri ein stóran part persónssøga. Tað hava verið eitt stórt tal av lívs­søgum í hesi røð. Hesar hava dekk­að sera breitt. Frásagnir hava ver­ið úr øllum pørtum í land­in­um, og lív­ið er lýst bæði í bygd og í bý, bæði hjá kvinnum og monn­um. Nógvar frásagnir hava verið frá fólki í Havn um­ framt út nógvum bygdum, heilt til minstu bygd í Føroyum, Stóru Dím­un. Hon finst forrestin á heima­síðuni: www.storadimun. fo Ein stórur partur av til­far­ in­um hevur verið um lívið hjá “van­ligum fólki.” Men onnur eru eisini komin uppí part, sum Kristi­an Djurhuus, løgmaður, har keldan hevur verið hansara áhuga­verdu ikki alment kendu end­ur­minningar. Tað hugaliga við hesum arb­ eiði hevur verið, at tað eru nógv fólk, sum siga seg lesa hetta tilfar við stórum áhuga. Sumt av hesum tilfari er kom­ ið út í bók. Arbeitt verður við at gera eitt yvirlit yvir allar grein­ar­ nar, so lesarar lættari kunna leita eft­ir teimum á netinum. Kirkjugarðurin á Svínaryggi kundi verðið ein perla Nakað seinni í 2007 byrjaði røðini Hend­ur ið Sleptu við frásagnum úr gamla kirkjugarði í Havn. Her eru skrivaðar 230 greinir, sum hava umrøtt stórt sæð all­ar teir 300 gravsteinarnar í kirkju­garð­ in­um við teirra um 500 nøvnum. Henda røðin var serdeilis væl umtókt. Gamli kirkjugarður man vera mest søguríka pláss í Havn. Hvør einasta av hesum grøv­um um­boð­ar eina serstaka søgu, og hes­ar spenna sera vítt. Her eru røtur til søguliga heims­hend­ing­ ar sum t.d. til Congo og D.J. Dani­ el­sen, eins og til nógv­ar bygdir í Før­oy­um. Men ser­liga er tað sjálv­sagt søgan hjá Havn­ar­fólki, sum verður lýst. Tað sum er skrivað í hesi røðir um havnarfólk, er meira enn 1.000 tekstbókasíður, sum kann sig­ast at vera søgan um fólki í Havn í 19. og inn í 20. øld. Í januar í fjør fekk Tórshavnar Bý­ráð eitt uppskot um, hvussu kirkju­garð­urin kundi gerast ein søgu­mið­dep­il. Tað er van­ligt utt­ an­lands at seta eitt “chip” á grav­ stein­ar­nar. Verður so ein mynd tikin, tá koma upp­lýs­ingar um per­són­ar­nar á gravsteinunum fram á skermin. Í gamla kirkjugarði kann skip­ ast soleiðis fyri, at øll søg­an aft­ an­fyri allar steinarnar kann les­ ast á ein­um skíggja. Hetta vildi gjørt kirkju­garðin á Svína­ryggi meira fram­komnan sum søgu­ kelda enn kanska nakar annar kirkju­garður. Kommunan fekk hetta til­far boðið ókeypis til eina slíka verk­ætlan. Fyri skjótt einum ári síð­ani boðaði býráðið, at kirkju­garð­ar­ nir í Havn vóru digitaliseraðir, so gravirnar við nøvnum og føði- og deyðaári kundu finnast á net­in­ um. Hetta var eitt frálíkt stig. Tað sær eisini út til, at hetta arb­eið­ið er fullfíggjað fyri kirkju­ garð­in við Velbastaðvegin. Men hetta er ikki galdandi fyri kirkju­garðin á Svínaryggi. Tað eru nógv­ar gravsteinar, sum slett ikki eru skrásettar. Og í stórt sæð ong­um førum er tilskilað føði- og deyða­ár. Teir manglandi upp­lýs­ing­ar­ nir eru tøkir, og tað hevði bert tik­ið stutta tíð at gera yvirlitið í gamla kirkjugarði eins fullfíggjað sum í nýggja kirkjugarði. Fyri tey mongu áhugaðu verð­ ur nú arbeitt við at leggja grein­ ir­nar í røðini Hendur ið Sleptu á heima­síð­una www.olijacobsen. com. Tað er eingin ivi um, at við hes­ um hugskoti og meiri røkt kundi kirkju­garðurin undir Svínaryggi bliv­ið ein hugnalig minnislund fyri fólkið, sum hevur lagt grund­ ar­lagið fyri Havnar býi. 10 ÁR Á SOSIALINUM Óbrostna bumban í maskinrúmium á Silva Manning á Silva. Aftanfyri f.v. eru: Petur Jakku av Sandi, Siggert úr Havn, ókendur suðuroyingur, Johanness Henriksen og Petur Heimá. Menninir frammanfyri eru bretar. Her sæst holið, sum bumban gjørdi á skipssíðuna