Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-02-23, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 23. februar 2017síða 30

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 24. FEBRUAR 2017 SOSIALURIN 24 30 ÍTRÓTTUR STØRSTA AVBJÓÐINGIN HJÁ LARS OLSEN Føroyski landsliðsvenjarin skal nú av álvara tjena sína hýru. Føroyska landsliðið er favorittur til landsdystin móti Andorra, men nú er greitt at tað verður uttan tríggjar lyklaspælarar. Drúgvir skaðar og leikbann gera um seg Landsliðskabalin gongur ikki upp: TRÓNDUR ARGE F róði Benjaminsen hevur leikbann, Brandur Hend­ riksson Olsen hevur slitið krossbandið og nú hevur Sonni Ragnar Nattestad slitið hælsinina. Gunnar Nielsen hevur júst fingið pinnarnar úr hondini, eftir skurðviðgerið í hondliðini. Tríggir teir fyrstu spæla ikki í An­dorra, meðan Gunnar Nielsen vónar at verða klárur. Longu nú er greitt, at Lars Olsen av álvara skal tjena sína hýru, um føroyska landsliðið skal liva upp til leiklutin sum favorittur móti Andorra um ein mánað. Nýggjan miðvøll Størsta broytingin verður á mið­ vøllinum, har hvørki Fróði Benja­ minsen ella Brandur Hendriksson Olsen verða tøkir. Fróði Benja­ min­sen fekk sítt annað gula kort, tá Føroyar taptu 2-0 fyri Sveis í Luzern í novembur mánaði í fjør. Tað gevur ein dyst leikbann. Brandur Hendriksson Olsen sleit krossbandið í knænum, tá Randers FC stutt fyri kappingarbyrjan spældi venjingardyst móti Vejle. Talan var um solo-óhapp, har ongin var í nærheitini av skálvíkinum, tá hann hoyrdi eitt klikk í knænum og datt niður á vøllin við pínu. Hann er nú skurðviðgjørdur. Vónin er, at hann spælir aftur í ár, men talan er um drúgvan skaða. Miðvøllurin við Fróða Benja­ min­sen og Halli Hansson sum arbeiðismonnunum, og Brandi Hendriksson Olsen sum fram­ rættaðum spælskipara, hevur verið afturgangandi síðani skálvíkingur vann sær fast pláss á landsliðnum í 2014. Sølvi og ein afturat Landsliðsvenjarin skal tí finna tveir nýggjar spælarar til mið­ vøllin. Ein sannlíkur møguleiki er, at ársins spælari í føroyskum fótbólti, Sølvi Vatnhamar, verður fluttur frá høgra vonginum og inn á miðjuna. Har spælir hann til dagligt fyri Víking og hevur røkt leiklutin í bæði undankappingardystum og venjingardystum. Hann spældi á miðjuni í seinasta dystinum í EM undankappingini, tá Føroyar í oktober í 2015 á Tórsvølli taptu 3-0 fyri Rumenia. Tá fekk Sølvi Vatnhamar eitt 2-tal fyri sítt avrik í Ítróttar­ Sosialinum. Í ummælinum verður víst á fleiri avspælingar, sum ikki sita væl. Í dystinum hevði hann eisini torført við at halda pláss­ið sum javnvágsspælari á mið­vøllin­ um. Í venjingardystinum móti Kosovo í fjør gongur betri, tá hann í seinna hálvleiki verður flutt­ur inn á miðvøllin at spæla. Hann flytir bóltin væl og heldur plássið. Fær eisini eitt 3-tal í spælarametingunum, men tá telur fyrri hálvleikur á vonginum niður, meðan seinni hálvleikur er til eitt 4-tal av seks møguligum. Tað er sannlíkt, at vit síggja Sølva Vatnhamar á miðjuni. Eitt annað, sum talar fyri tí er, at René Shaki Joensen, Kaj Leo í Bartalsstovu og Gilli Rólatsson Sørensen allir eru yrkisspælarar og spæla á vonginum. Róaldur og Heini taka ikki av Hyggja vit eftir tíðini undir Lars Olsen, so hava spælarar sum Róaldur Jakobsen, Tróndur Jensen, Odmar Færø og Heini Vatnsdal verið upp á tal til miðvøllin. Her hevur Róaldur Jakobsen sum tann einasti prógvað seg. Hóast hann bara hevur spælt tríggjar landsdystir, so hevur hann víst at hann kann spæla á høgum stigi, so leingi orkan er til staðar. Hann er byrjaður inni hvørja ferð. Á útivølli móti Ungarn prógvaði hann seg eisini við frálíkum máli, tá Føroyar taptu 2-1 í 2015. Hann mannaði eisini miðvøllin í Ploiesti í Rumenia í mars mánað sama ár.Tá spældu hann og Odmar Færø saman á miðvøllinum. Føroyar taptu 1-0. Stóri trupulleikin við Róaldi Jakobsen er, at hann ikki tykist vilja landsliðið nokk. Hann hevur fleiri ferðir givið avboð og tað kann kosta honum plássið. Heini Vatnsdal skuldi eisini verða avloysarin hjá Fróða Benjaminsen á landsliðnum, men hann hevur somuleiðis givið avboð upp ti fleiri ferðir. Bæði orsaka av útbúgving og skaða. Tí hevur hann ikki vant ella spælt nakað