Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-02-23, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 23. februar 2017síða 31

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 24. FEBRUAR 2017 SOSIALURIN 24 31 Miðverjin á føroyska landsliðnum skal sita uttanfyri í longri tíð. Skaðin er ikki so álvarsligur sum fyrst hildið, men miðvingurin verður ikki at síggja á vøllinum fyrr enn um mai ella juni mánaða. Sostatt verður hann ikki tøkur til landsdystin móti Andorra, men vónar kunna spæla móti Sveis fyrst í juni. – Eg havi slitið hælsinina. Tað er ikki so galið, sum vit fyrst væntaðu. Eg sleppi ikki á vøllin fyrr enn í mai mánað, og í fyrsta lagi at spæla í juni mánað, sigur Sonni Ragnar Nattestad. Hann hevur sett sær fyri, at verða klárur til landsdystin móti Sveis, sum verður 9. juni. – Eg vóni at klára at spæla móti Sveis, men nú mugu vit síggja hvussu tað gongur við hælsinuni, sigur miðverjin sum skal undir skurð týsdagin. – Tað hevur tikið nakrar dagar at sleppa undir skurð, tí felagið vil hava tann besta læknan at skurðviðgerða. So eg skal til Bergen týsdagin, har eg skal undir skurð, sigur Sonni Ragnar Nattestad Hann skal tá ganga við gipsi um fótin í tvær vikur, og síðani fær hann ein verjandi fót á í tríggjar vikur. Ikki fyrr enn tá kann hann byrja at venja aftur. Miðvingurin sjálvur er við gott mót. – Eg havi fingið tíðarætlanina í dag og tað sær ikki so galið út. Vit hildu fyrst at talan var um álvarsligari skaða, men eg skal nokk koma aftur frá hesum. Í øllum tí ringa, so er tað gott at skaðin ikki er so álvarsamur og hendi nú, so eg enn kann fáa nakað av kappingini við, sigur Sonni Ragnar Nattestad. Helt eg bleiv sparkaður niður Sonni Ragnar Nattestad var í holt við eykavenjing, tá skaðin hendi. Miðverjin skuldi venja stútarar, tá tað brádliga kendist sum onkur sparkaði hann í hælin. – Tað føldist akkurt sum onkur sparkaði meg. Eg veni mær við og sá at ongin var har. Tá visti eg, at eg helst hevði slitið hælsinuna, sigur Sonni Ragnar Nattestad. Miðverjin ræðist ikki, at hann nú ikki sleppur upp í part, tí hann er skaddur. – Eg haldi avgjørt at eg eri nóg góður at spæla við í Molde. Eg havi spælt flestu av venjingar­dyst­ unum og fekk at vita, at eg havi gjørt tað gott. Eg skal sjálvandi eisini venja meg við leikferðina, men tað ræðist ikki nú eg eri blivin skaddur. Eg komi sterkari aftur, sigur Sonni Ragnar Nattestad. TRONDUR@SOSIALURIN.FO Sonni Ragnar Natte­ stad slitið hælsinina Landsliðsmiðvallarin er nú skurð­viðgjørdur, eftir at hann sleit krossbandið. Brandur Hendriksson Olsen bleiv miku­ dagin skurðvið­gjørdur í knænum. Hann sigur á Instagram, at alt gekk sum tað skuldi við skurð­ viðgerðini. – Ein skeivur, men glað­ ur før­oyingur eftir skurð­ viðgerðina. Alt gekk sum tað skuldi og nú er tað endur­venjing komandi mán­ aðirnar. Takk til øll, sum við boðum og øðrum hava víst sín stuðul. Tað hevur stóran týdning, skrivar Brandur Hendriksson Olsen á sosialu miðl­ unum. Tað var í venjingardysti móti Velje, at skálvíkingur á lands­ liðnum bleiv skaddur. Skál­ víkingurin greiddi Amtsavisen í Randers frá hendingini, sum hendi uttan nakran samanstoyd. – Eg hoyrdi eitt klikk. Tað bendir á, at tað er okkurt í lið­ band­inum, men nú skal eg skann­ ast tá vit koma heim. So fáa vit at síggja hvussu tað sær út, og um tað gongur útyvir kapp­ ingarbyrjanina, sigur Brandur Hendrikson Olsen við Amtsavisen í Randers. Tað er óvist nær Brandur Hendriksson Olsen spælir aftur, men vanligt við slíkum skaða er, at talan er um meginpartin av einum ári. TRONDUR@SOSIALURIN.FO Brandur skurð­ viðgjørdur serligt við landsliðnum. Hann er í dag fastur maður á liðnum hjá Fremad Amager, men spælir nógv í miðverjuni. Tróndur Jensen manglar enn at prógva seg, hóast hann hevur spælt á góðari leið, tá boð hava verið eftir honum. Spurningurin er um Odmar Færø enn er eitt boð upp á miðvøllin, nú Sonni Ragnar Nattestad er skaddur. Helst ikki. Sonni Ragnar eisini úti Í blaðnum í dag verður eisini staðfest, at Sonni Ragnar Natte­ stad hevur slitið hælsinina. Mið­ vingurin í miðverjuni hevur júst skift til norska Molde BK, men verður ikki tøkur aftur fyrr enn í fyrsta lagi í juni. Tað merkir so, at liðskiparin og stýrimaðurin í miðverjuni, Atli Gregersen, skal hava nýggjan makkara. Spælistílurin hjá gøtu­ manninum ger, at tað kann ikki verða ein og hvør, sum kemur inn í miðverjuna. Samanspælið millum Atla Gregersen og Sonna Ragnar Nattestad hevur fyri tað mesta rigga fyrimyndarligt. Hetta tí annar dirigerar og stýrur, meðan hin søkir tvídystirnar og taklingarnar. Jóhan Troest Davidsen er maðurin við flestum royndum. Liðskiparin hjá HB hevur spælt 33 landsdystir, men líkist helst ov nógv landsliðsliðskiparanum til, at teir kunnu spæla saman. Jóhan Troest Davidsen kom eisini inn fyri Atla Gregersen, tá hesin bleiv útskiftur móti Portugal. Hini bæði boðini eru Odmar Færø og Rógvi Baldvinsson. Báðir hava spælt nakað av landsdystum, og eins og Sonni Ragnar Natte­stad, eru meiri søkjandi eftir tví­dyst­ unum í sínum spæli. Seinasta boðið er Heini Vatns­ dal, tí hann spælir miðverji hjá Fremad Amager, men hevur verið bólkaður sum miðvallari hjá Lars Olsen. Andorra við sjálváliti Andorra vann mikukvøldið 2-0 á útivølli ímóti San Marino. Talan er um fyrsta sigurin hjá Andorra síðani 2004. Andorra hevur spælt 86 landsdystir síðani seinasta sigurin, og nú hava teir loksins vunnið aftur. Talan var um ein venjingardyst, sum var leiktur á Stadio de Olimpico í Sarravelle í San Marino. Ildefons Lima legði Andorra á odda, tá 28 minuttir vóru farnir av dystinum. Cristian Alejo økti til 2-0 miðskeiðis í seinna hálvleiki Sostatt hevur Andorra sjálvs­ álit undan HM undankappingar­ dystinum 25. mars. Landsliðið verður úttikið mánadagin 13. mars. TRONDUR@SOSIALURIN.FO Lars Olsen hevur nógv at hugsa um undan HM undankappingardystinum móti Andorra 25. mars Brandur Hendriksson Olsen hevur nú verið undir skurð. Tað gekk væl, men væntandi spælir skálvíkingur ikki aftur fyrr enn seint í ár Sonni Ragnar Nattestad hevur slitið hælsinuna og spælir í fyrsta lagi aftur í juni