Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-02-27, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 27. februar 2017síða 2

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 27. februar 2017 · Nr. 25 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Oddagrein Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Rættarhjálpin Tíðíndi síða 10 749 á­heitanir í fjør Fiskivinna Síða 6 Eftir­ lits­skipan ov vánalig – Tað er ikki uppgávan hjá Posta at halda lív í bløðunum... Soleiðis segði stjórin á Posta við út­varpið sunnukvøldið, eftir at Miðla­húsið hevði gjørt vart við sína ó­nøgd í sambandi við, at Posta eftir ætl­an 1. mars fer at hækka prísin á blað­út­beringini. Tað er púra rætt, at tað er ikki upp­gávan hjá Posta at halda lív í bløðu­num. Men tað er so sanniliga held­ur ikki uppgávan hjá almenna stovninum Posta at leggja stein om­ an á byrðu hjá før­oysku bløðunum. Tað er tað, sum hendir, um Posta fer at hækka prís­ir­nar so nógv, sum Posta hevur boðað frá. Talan er um ein vøkstur upp á millum ein trið­ ing og góðar tveir triðingar. Føroyar er einasta land í Norð­ ur­ev­ropa, sum slett ikki á nakran hátt stuðl­ar privatum fjølmiðlum. Tað kundi landið gjørt við at havt laga­ligar postprísir, men so er ikki. Landið hevur grýtt al­menna Post­verkið í eitt parta­fel­ag – fyri so­leiðis at sleppa sær full­kom­i­liga undan ábyrgd. Eing­in poli­tik­ari torir at nerta al­mennu parta­fel­ øg­ini, sum oftast tykj­ast at vera til fyri sína leiðslu og úrs­l­it heldur enn fyri at veita eina góða tænastu. Hvat skulu vit hava eitt alment post­verk til, um tað skal rekast á hand­ils­lig­um grundarlag? So skal land­ið selja felagið. Skal postverkið rek­ast á hand­ils­lig­um grundarlag, so lat privata vinnu­lív­ið gera tað í frí­ari kapping! Ein stovnur sum Posta eigur at vera ein tænastustovnur fyri fólk­ ið. Slík tænasta kostar, eins og aðr­ ar almennar tænastu á sam­ferðslu­ øki­num. Men Posta er ikki longur ein al­mennur tænastustovnur. Nú er Posta eitt partafelag, sum í síni nát­ ur skal reka forrætning. So­leið­is er Posta ein almenn mono­pol­fyri­tøka – og tað er ikki gott. Fyri bløðini merkist »tænastan« frá Posta meira sum kapping, eitt nú við bíligari útbreiðslu av re­ klam­u­bløð­um – og við tað, at Posta hev­ur sett á stovn ein reklamu­port­ al við reklamubløðum – og nú við eini tung­ari príshækkan til bløðini. Landið eigur Posta, og landið ar­ beið­ir nú við eini stuðulsskipan til før­oysku fjølmiðlarnar. Fyri bløðini merkir tað longu nú, at møguligur ein miðlstuðul verður borin beint aft­ur í kassan hjá Posta. Ynskja vit føroyskt framleidd bløð, so er tað ikki vegurin fram, at ein stovnur undir Vinnu­mála­ráð­ num leggur tung gjøld á bløðini. Eitt er, at landið ikki vil stuðla. Men at landið skal kappast við bløð­ini og leggja stein oman á byrðu hjá bløðunum, tað er bløð­u­ num ovboðið. úr einum lumma í hin Vinningsbýti, skattainntøkur og partabræva­ søla fløva væl í lands­kassanum Tað var ein góð forrætning fyri lands­kassan at bjarga Før­oya Banka og Sjó­vinnu­ bank­a­num á sinni. Tað kunnu vit í øllum før­ um stað­festa við at hyggja í víða­gitna bakspegilin. Øsingin var stór, og tað førdi næstan til loysing frá Dan­mark – og tað førdi til stjórn­arkreppu í Danmark í 1998, tá Før­oyar og Danmark í ára­vís vóru í opnum stríði um Føroya Banka. Við at leggja nøkur tøl sam­an, so kunnu vit stað­ festa, at við vinningsbýti og skatti síðani 2004 – og við parta­bræva­søl­uni hjá Fígg­ ing­ar­grunn­in,-um í 2007, so hevur landið higartil tjent 4,6 milliardir krónur upp á Føroya Banka. Árini frá 2004 til 2016 hevur vinn­ings­být­ið til­sam­ ans verið 1,996 milliarndir krón­ur. Árini frá 2004 til 2016 hev­ ur skatta­inn­tøkan hjá landi­ num frá Føroya Banka verið 1,365 milliardir krónur. Sølan av partabrøvum hjá Fígg­ing­ar­grunn­i­num í 2007 gav grunninum 1,25 mill­iard­ ir krónur. Tað er ikki eydnast okk­um at finna fram til skattatøl og vinn­i­ngs­ býtistølini frá 1993 til 2004 – Men vit kunnu stað­festa, at tilsamans hevur land­ið síðani 2004 fingið 4,6 mill­i­ ard­ir krónur í kassan burt­ur úr ognarpartinum í Før­oya Banka/BankaNordik – sam­ an við skattainntøkuni.. Bankabjargingini í 1992 kostaði landinum 2,7 milli­ ard­ir krónur. Landið tjent 4,6 milliardir krónur upp á BankNordik Ikki rætt, at miðla­stuð­ul skal fara til hækkað postgjøld Tað fløvar eisini í lands­ kassa­num, nú bankin fer at lata parta­eig­ar­u­num ser­ liga stórt vinn­ings­býti. BankNordik boðaði í morg­un frá, at ársúrslitið fyri sam­takið BankNordik fyri 2016 verður 179 milli­ón­ ir krónur. – Ein partur av kapital­ lætt­a­num, sum sølan av Vørði og avtøkan av danska vinnu­kunda­virk­ sem­inum geva, verð­ur brúktur til at gjalda í­leggj­ aru­num eitt ser­ ligt vinn­ings­býti. Sam­an­lagt verða 300 mió. kr. goldn­ar í vinn­ ings­býti. Av hesum fáa teir 6500 før­oysku í­leggj­ar­ar­nir sín part, skrivar Bank­Nord­ ik til miðlarnar. Tað eru tveir serliga stór­ir partaeigarar í Bank­ Nordik. Teir eru Fígg­ing­ ar­grunn­ur­in frá 19292, sum land­ið eigur, og Lind Invest, hjá danska ríkmanninum, Hen­rik Lind. Hesir parta­ eig­ar­ar eiga ávikavist 33 pro­sent og 10 prosent av parta­pen­ing­i­num. Vinningsbýtið til lands­ kass­an hesaferð verður so­ leið­is 99 milli­ónir krónur, með­an Hen­rik Lind fær 30 milli­ón­ir. Allir hini partaeigararnir í Bank­Nordik eiga undir 5 pro­sent í part, og teir síggj­ast tí ikki í yvirlitinum í rokn­skap­i­num. Kristina fær 99 mió frá BankNordik Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Blaðstjóri: Barbara Holm barbara@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Stovnaður: 1927 Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin