mánadagur 27. februar 2017síða 3
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
3
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 27. februar2017 · Nr. 25
SEV
ØLL NEVNDIN
SKIFT ÚT
Sólvit E. Nolsø
SEV
hevði
eykaaðalfund
fríggjadagin. Á skránni var
fyrst og fremst at velja
nýggja nevnd.
Nevndin í SEV er mannað
av einum limi fyri hvørt
øki í landinum. Økini eru
Norðuroyggjar,
Eysturoy,
Norðurstreymoy, Vágar, Suð
urstreymoy, Sandoy og Suð
uroy. Nevndarlimirnir verða
valdir av hvørjum øki sær
millum teirra, ið vórðu vald
í bý- og bygdaráðini kring
landið.
Eftir seinasta kommunu
val gjørdist greitt, at øll
nevndin í SEV skuldi skiftast
út, tí allir teirra, ið sótu í SEV
nevndini vórðu annarhvørt
ikki afturvaldir ella fóru í
aðra nevnd.
Fleiri høvdu tað uppi, at
tað var óheppið, at øll
nevndin var útskift í einum.
Ólavur Larsen, umboð fyri
Fuglafjarðar kommunu, reisti
spurningin
á
fundinum.
Hann spurdi um helvtin av
nevndini ikki kundi verða
útskift við tvey ára millum
bilum, so ein tryggjaði eitt
ávíst støðufesti. Fundurin
tók støðu til, at um ein
broyting skuldi fremjast, so
var tað upp til nýggju
nevndina at taka støðu til.
Í nýggju nevndina komu
John
Zachariassen,
for
maður, Vestmanna; Hans
Jákup Johannesen, Eysturoy;
Marin Katrin Frýdal, Tórs
havn; Kristian Eli Zacharias
sen,
Norðoyggjar;
Sune
Jacobsen, Vágar; Jónsvein
Hovgaard, Suðuroy; Vinjard
Tungá, Sandoy.
Fráfarand nevndin var
fylgjandi: Frits Poulsen, Suð
uroy; Bødvar Hjartvarsson,
Sandoy;
Bogi
Andreasen,
Tórshavn; Karl A. Olsen,
Vestmanna;
Jákup
Suni
Lauritsen, nevndarformaður,
Vágar;
Karl
Rasmussen,
Eysturoy;
Steinbjørn
O.
Jacobsen, Norðoyggjar.
Tríggjar valdu ikki
Nevndarvalið fór ikki fram
uttan viðmerkingar. Manna
gongdin er, at eitt nevndar
umboð skal skjótast upp av
einum umboði frá hvørjum
øki, umframt eitt varða
umboð.
Tá skotið var upp eitt
nevndarumboð Eysturoyn
na, reisti Sonni á Horni,
borgarstjóri í Fuglafirði seg
upp og segði, at hansara
kommuna ikki hevði valt
umboð, men fór heldur ikki
atkvøða ímóti. Orsøkin var
tann, Runavík og Eystur
kommuna høvdu eina avtalu
sína millum fyri økið í
Eysturoynni, at Runavík fekk
sessirnar í SEV og Eystur
kommuna fær sessirnar í
IRF. Av tí at tey høvdu
meirluta tilsamans, so kundu
hinar kommunurnar ikki
gera nakað við valið.
Sunda kommuna hevði
somu viðmerking sum Fugla
fjarðar kommuna. Sunda
kommuna vísti á, at Vest
manna og Kvívík høvdu eina
líkanandi avtalu sum Runa
vík og Eysturkommuna og
Sunda kommuna stóð uttan
fyri. Sands kommuna hevði
somu viðmerking sum Fugla
fjarðar- og Sunda kommuna.
Øll nevndin í SEV var útskift fríggjadagin. Allir limirnir í nevndini
skuldi skiftast út, soleiðis sum kommunuvalið í 2016 háttaði seg.
Nógv fólk var komið saman
til eykaaðalfundin hjá SEV
Nýggi
formaðurin
eyðmjúkur um
uppgávuna
John Zachariassen úr Vest
manna er nýggi formað
urin í nevndini há SEV.
Hann kemur í staðin fyri
Jákup Suna Lauritsen, ið
hevur sitið sum formaður
síðan 2011.
John Zachariassen er
nýggur í nevndini. Sum
skilst, so var eitt stríðsval
um formansessin, men enn
hevur eingin vilja sagt hvør
annars bjóðaði seg fram.
Undir øllum umstøðum, so
var
John
Zachariassen
tann, ið vann valið.
Hans Jákup Johannesen
av Skála var valdur til
næstformann
John Zachariassen sig
ur, at hann er eyðmjúkur
um nýggju uppgávuna,
men hann sær fram til
hana.
– Enn hava vit so ikki
havt ein nevndarfund, men
eg kann siga somikið sum,
at vit vilja halda fast í
grønu kósini, sum sigur, at
vit skulu verða 100% grøn í
2030, sigur John Zacharias
sen.
John Zachariassen sig
ur, at tá nevndin hevur
verið saman og tosa ymiskt
ígjøgnum, kunnu tey koma
við eini nærri frágreiðing
um hvat tey vilja gera
frameftir.
Tað er eingin ivi í, at eitt
stórt arbeiði liggur fyri
framman
hjá
nýggju
nevndini í SEV. Felags
skapurin hevur gjørt íløg
ur fyri eina góða milliard
og hevur lænt somu upp
hædd at gera aðrar íløgur
við.
John Zachariassen (h.m.) er nýggjur
formaður í nevndini hjá SEV.
Hvussu verður
nevndin vald?
Nevndin í SEV er mannað
av sjey limum, eitt umboð
úr hvørjum øki í landinum.
Økini finna sín nevnd
arlim við at gera eina semju
sínamillum um at skjóta
ein upp í SEV nevndina og
atkvøða um hvør skal
umboða økið. Fyri hvørjar
1000 íbúgvar hevur ein
kommuna eina atkvøðu.
Dømi: Í Eysturoynni
skulu Fuglafjarðar-, Eyst
ur-, Runavíkar-, Nes-, Eiðis-
og Sjóvar kommunur finna
eitt nevndarumboð millum
sín. Fólkatalið ger tað so
leiðis, at Runavíkar kom
muna hevur tríggjar at
kvøður og Eysturkommuna
tvær. Tað gevur fimm
atkvøður tilsamans. Hinar
kommunurnar hava ein at
kvøðu í part, men bert fýra
tilsamans. Tískil kunnu
Eysturkommuna og Runa
víkar kommuna millum sín
avgera hvør fær hvat.
Fráfarandi nevndin í SEV