mánadagur 27. februar 2017síða 4
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 27. februar 2017 · Nr. 25
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Eyðun Klakstein
– Eg kóki seyðarhøvd her í
Reykjavík.
Songkvinnan
Kristina
Bærendsen
er
farin
til
Íslands fyri at fyrireika seg
til Eurovision kappingina,
har hon skal syngja duett
saman við íslendinginum
Páll Rósinkranz. Hon býr í
einari íbúð mitt í Reykjavík,
og hendan dagin, vit práta
við hana, hevur hon vaskað
og bakað og sett seyðarhøvd
út á.
– Onkur hevur spurt meg,
um eg havi nakað tilknýti til
Íslands, og eg havi svarað, at
íslendsk seyðarhøvd eru mín
lívrættur, so eg kenni meg
avgjørt hava eitt tilknýti til
Ísland, sigur hon.
Songkvinnan er løtt í
sinni og tímir væl at skemta
og flenna. Føroyingar vita
eisini, at hon hevur eitt
stórt sangtalent, og nú fáa
íslendingar møguleikan at
læra bæði tann skemtandi
persónin og tann gávaða
sangaran at kenna.
Telefonin ringdi
Luttøkan í íslendska Grand
Prixnum
byrjaði
við,
at
amerikanski countrysangar
in Merle Haggard doyði í fjør.
Í apríl í fjør varð skipað fyri
einari heiðurskonsert fyri
Merle Haggard á Hafnarfirði,
og
Kristina
Bærendsen,
Hvør er tín yndissangari?
– Pápi mín (Alex Bærendsen, red.). Eg lurti eftir tónleiki hvønn
dag og hoyri nógvar sangarar, men eingin hevur eina rødd sum
babba. Hann hevur eina serstakliga góða rødd og eg hevði
viljað, at hann gjørdi meira við tónleikin.
Hvat land kundi tú hugsað tær at vitja?
– Tað er ein býur fram um øll lond og aðrar býir, sum eg vil sleppa
til, og tað er Nashville í USA. Mær dámar allar býir, har
countrytónleikur er stórur, og tá eru Nashville og Texas
nakað heilt serligt.
UNDIR FÝRA EYGUM
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
– Eg skal traðka eitt sindur út úr mínum trygga
umhvørvi Eg havi aldurin, tey siga, eg havi røddina,
og eg havi hvørki sjeik ella barn, so eg havi eisini
umstøðurnar at fara víðari, men tað skal verða
nú, sigur Kristina Bærendsen. Leygarkvøldið
syngur hon í íslendska Grand Prixnum og vónar,
at tað kann verða byrjanin til meira uttanlands
KRISTINA
LEITAR
BURTUR FRÁ
TÍ TRYGGA