Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-02-27, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 27. februar 2017síða 5

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 27. februar 2017 · Nr. 25 UNDIR FÝRA EYGUM Hvat heldur tú um Donald Trump? – Vit royna væl øll at trúgva tað besta um hann, men hann spælir við eld, og tað ger, at øll væl eru eitt sindur stúrin og nervøs. Hvør er tín yndislutur? – Tað má vera komfýrurin, tí eg eri so sera matlig. Eg eri spurd her í Íslandi, um eg havi okkurt fjalt talent, og eg svaraði, at eg kann eta, sum eg veit ikki hvat, uttan at tað sæst á mær. – Eg eri sera væl móttikin í Íslandi. Fólk eru sera blíð og tolin við meg, tí nógv er nýtt fyri meg her, og eg dugi ikki íslendskt. Tað kennist eisini gott, at fólk trúgva upp á meg sum ein songkvinnu her, sigur Kristina Bærendsen Kjóli úr heimligum umhvørvi Tá ið Kristina Bærendsen leygarkvøldið fer á pall­ in í íslendska Grand Prix­num saman við Páll Rósinkranz, verður hon í kjóla, sum er seymaður í heim­ligu grannalagi. Fríðgerð Løkjá, sum er ættað úr Sandoynni, men býr í Saltangará hevur seym­að kjólan til Kristinu. – Tað er flottasti kjóli, sum eg nakrantíð havi sæð. Hann er myrkagráur og gjøgnumførdur frá inn­ast til uttast. Tað er eitt sindur av drama yvir hon­um, sigur Kristina Bæ­ rendsen. Hon skemtar eitt sind­ ur við, at kjólin hevur sera stóran týdning í kapp­ ingini. – Mamma sigur, at í einum Grand Prixi hevur kjólin 80 prosent at siga, so í løtuni hugsi eg mest um kjólan og so eitt sind­ ur um Páll, sigur hon. Hallur Joensen og Beddi Han­sen luttóku saman við ís­lendskum sangarum og tón­leikarum. Millum áskoðararnar var ein maður, sum eitt hálvt ár seinni ringdi til Kristinu Bærendsen. Tað var Mark Brink, sum hevur ættarbond til USA, men er búsitandi í Íslandi. – Hann segði mær, at hann hevði skrivað ein sang, sum varð valdur at luttaka í íslendska Grand Prixnum, og tá ið hann hevði hoyrt meg syngja á Hafnarfirði, hevði hann sagt við seg sjálvan, at um sangurin slapp við í Grand Prixið, skuldi eg syngja hann, greiðir Kristina Bærend­sen frá. – Eg hevði júst tá avgjørt við meg sjálva, at eg skuldi taka allar møguleikar, sum eg fekk. Mær dámar væl at vera í tryggum umstøðum saman við fólki, sum eg kenni, men hesaferð segði eg bara ja beinanvegin, og so hugsaði um tað aftaná, sigur Kristina. Og hon er sera fegin um, at hon smekkaði til, tá ið Mark Brink ringdi, tí henni dámar avbjóðingina, hon hev­ur fingið, og hon er spent um, hvat tað kann føra til. Væl fyrireikað Tólv sangir eru við í Euro­ vision í Íslandi, og kappast verður í tveimum innleiðandi umførum í Háskólabio. Trígg­ir sangir koma víðari frá hvørjum umfari til final­ una, sum verður hild­in í Laugardagshøllini leyg­ar­ kvøldið 11. mars. Krist­ina Bærendsen og Páll Rósin­ kranz eru við í seinna inn­ leiðandi umfarinum, sum verð­ur nú leygarkvøldið. Kristina Bærendsen hev­ ur í eina tíð verið í Íslandi, har hon fyrireikar seg til stóra kvøldið. – Eg eri sera væl móttikin í Íslandi. Fólk eru sera blíð og tolin við meg, tí nógv er nýtt fyri meg her, og eg dugi ikki íslendskt. Tað kennist eisini gott, at fólk trúgva upp á meg sum ein eina songkvinnu her, sigur Kristina Bærendsen. – Men eg má siga, at eg dugi bara at úttrykkja meg sum tann persónur, eg eri, á føroyskum máli, og tí kenni eg meg eitt sindur av­mark­ aða her í Íslandi. Eg veit ikki ordiliga, hvussu eg skal siga øll míni serlig úttrykk á ís­ lendskum, sigur hon. Sangarar, tónleikar, fram­ leiðarar og onnur eru við í fyrireikingunum til fram­ førsluna leygarkvøldið. – Onkur hevur spurt meg, um eg ikki kann syngja okkurt orð soleiðis, at fólk hoyra, at eg ikki er íslendsk. Tað taki eg bara sum eina staðfesting av, at eg syngi gott íslendskt, sigur Kristina. – Vit hava eisini lagt orku í at samansjóða okkum, tí um tað skal rigga á pallinum, mugu vit kenna okkum trygg við hvønn annan, sigur hon. Natúrlig gongd Hóast Kristina Bærendsen bert er 26 ára gomul, kann tað tykjast, sum hon hevur verið frammi í føroyskum tónleiki í langa tíð. – Tað hevur verið ein natúr­lig gongd, men tað ber til at siga tað soleiðis, at áðrenn eg fór at syngja við Halli Joensen, kendu fólk innan samkomurnar meg, og aftaná kendu øll í Føroyum meg. Eg eri heppin, at eg havi møtt fólki, sum hava tímað at spælt countrytónleik saman við mær, tí tað er eingin sjálvfylgja, sigur Kristina Bærendsen. – Pápi mín er kendur sum sangari, og tað hevur eisini skunda undir, at eg fór at syngja, og tá eg so líðandi fann saman við tónleikarum, sum tíma at spæla mín tón­ leik, gav tað mær veruliga blóð á tonnina at halda fram og koma víðari, sigur hon. Hallur Joensen, Jákup Zachariasen, Finnur Hansen, Beddi Joensen og aðrir tón­ leikarar hava framført nógv saman við Kristinu. Fyrst hevði hon minni leiklut til konsertir og onnur tiltøk, men hon hevur ment seg nógv og hevur seinnu árini spælt nógv sum solistur og givið tónleik út. – Mamma og babba eru bæði musikalsk, og tey hava stuðlað mær sera væl. Tey hava givið mær góð ráð og sagt sína hugsan, tá ið eg havi spurt tey um ymiskt. Nú eru tey eisini sera spent til, at eg skal syngja í Íslandi, sigur Kristina. Burtur frá tí trygga Luttøkan í íslendska Grand Prixnum er eitt natúrligt næsta stig, nú Kristina Bærendsen hevur sett sær fyri at koma enn longur út við sínum tónleiki. – Tað er nú, at tað skal verða. Eg havi aldurin, tey siga, at eg havi røddina, og eg havi hvørki sjeik ella barn, so eg havi eisini umstøðurnar at fara víðari, men tað skal verða nú, sigur Kristina Bærend­sen. Júst sum boð vórðu eftir henni úr Íslandi, hevði hon avgjørt við seg sjálva, at hon vildi gera meira við tónleikin. – Eg skal traðka eitt sind­ur út úr mínum trygga um­hvørvi og taka onkrar kjansir. Eg havi ikki lagt nakra neyva ætlan fyri, hvussu eg skal gera, og hvar eg skal enda, og tá ið tele­ fonin ringdi við einari inn­ bjóðing úr Íslandi, var tað ein góður kjansur at fáa, sigur Kristina Bærendsen. Hon hevur verið sín egni manager, og tað krevur nógva tíð og orku. Nú fær hon hjálp frá Mark Brink, sum hevur skrivað Grand Prix sangin, hon skal syngja. – Eg kenni veruliga á mær, at fólk í Íslandi trúgva upp á mítt talent, og at eg kann fáa eina karrieru, og eg ætli mær at fara eftir tí. Tað kann verða, at eg skal flyta meg eitt sindur frá mínum elsk­ aða countrytónleiki, men tað taki eg við. Tað er eisini ein partur av at fara út úr mínum trygga umhvørvi, sigur Kristina Bærendsen. Hon hevur júst innspælt eina nýggja poppballadu, sum kallast Foggy. Finnur Hansen hevur framleitt sang­in, og sangurin er við í viðførinum í Íslandi. Ætl­ anin er at gera eina video til sangin og fáa hann út í næstum. Fyrsta stóra uppgávan er luttøkan í Eurovision í Íslandi, og Kristina dugir illa at meta um, hvørjar kjansir hennara sangur hevur í kapp­ingini. – Vanliga stemma tey ungu nógv til slíkar kapp­ ing­ar, og hetta er kanska ikki akkurát ein sangur til teirra. Hetta er ein vøkur ballada, og vit ætla okkum at gera tað so gott, sum vit yvirhøvur kunnu, og so fáa vit at síggja, hvussu langt tað røkkur, sigur Kristina Bærendsen. Hon verður ikki einsa­ mallur føroyingur á pallinum í Eurovision leygarkvøldið. Jákup Zachariassen spælir steel-gittar á sanginum, og hann skal eisini verða við í framførsluni leygarkvøldið. – Jákup er til sjós nú, men eg havi ringt til skiparan og spurt, um eg ikki kann lána Jákup ein túr, sigur Kristina skemtandi. Hon roknar við, at fleiri føroyingar koma til Íslands at fylgja henni í kappingini, og skuldi tað lukkast at koma víðari leygarkvøldið, bíðar finalan eina viku seinni. Og hvør veit, kanska verð­ ur so okkurt høvi afturat at koyra íslendsk seyðarhøvd í pottin í Reykjavík. eydun@sosialurin.fo UM KRISTINU BÆRENDSEN Kristina er 26 ára gomul og úr Saltangará. Hon hevur síðani ungdómsárini sungið í almennum samanhangi – fyrst í samkomum, men seinni ymsa aðrastaðni. Hon er dóttir kenda sangaran Alex Bærendsen. Kristina bleiv kend millum stóru fjøldina, eftir at hon fór at framføra saman við Halli Joensen. Kristina hevur givið eina útgávu út, sum bæði finnist á føroyskum og enskum máli. Leygarkvøldið skal Kristina vera við í innleiðandi kapping í íslendska Grand Prixnum. Hon syngur duett saman við Páll Rósinkranz.