mánadagur 27. februar 2017síða 6
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 27. februar2017 · Nr. 25
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Vilmund Jacobsen
– Hetta er vánaligasti upsa
fiskiskapur, sum eg havi
upplivað, síðan eg byrjaði at
trola eftir upsa undir Føroy
um í 1979.
Tað sigur Jørmund Ol
sen, skipari á Polarhavi, sum
partrolar saman við systir
skipinum, Stjørnuni.
Tað er sjómanstrúboð
arin, Torleif Johannesen,
sum hevur hitt skiparan,
tá skipini herfyri landaðu í
Klaksvík.
– Stórur upsi eksisterar
ikki undir Føroyum. Tað er
nakað av smáum upsa, men
tað kunnu skipini ikki liva
av.
Skiparin sigur seg ikki
hava upplivað, at so vána
ligur fiskiskapur hevur ver
ið eftir upsa í so langa tíð.
Tá Polarhav og Stjørnan
komu í føroyska fiskiskipa
flotan í 2004 og nøkur ár
eftir tað, var vanligt, at teir
fingu upp í skipini eftir 4-6
døgum.
– Nú hava vit verið úti í 11
dagar, og skipini hava hálva
last, sum er umleið 150 tons
tilsamans.
Jørmund Olsen heldur,
at tað í fyrsta lagi eru tvær
orsøkir til, at upsafiski
skapurin hevur verið so
vánaligur seinastu árini.
Hann heldur, at tað lív
frøðiliga grundarlagið hev
ur svikið. Hin orsøkin er,
heldur skiparin, at alt ov
nógv av smáum upsa hevur
verið fiskað í áravís.
– Eftirlitsskipanin, sum
skal verja ungfiskin, er ov
vánalig og arbeiðir alt ov
seint. Tá trolarar boða frá ov
nógvum ungfiski í ávísum
øki, gongur alt ov long tíð, til
økið verður stongt. Trolarar
kunnu nærum fiska upp í
skipini av smáum upsa, áðr
enn økið verður stongt.
Skiparin
á
Polarhavi
heldur, at prísurin av smá
um upsa í alt ov langa tíð
hevur verið ov góður, og tí
hevur ov nógv verið roynt
eftir honum.
– Nú er prísurin endiliga
fallin so mikið nógv, at
tað loysir seg ikki at fiska
hann. Vánaliga upsaveiða
hevur óivað ávirkað prísin,
sum hevur verið góður
síðstu
árini.
Tað
hevur
hjálpt upp á úrtøkuna. Har
aftrat er gullaksaveiðan og
makrelveiðan eitt gott og
neyðugt ískoytið hjá okk
um, sigur skiparin, sum er
dapurskygdur, tá ræður um
upsaveiðina.
Jørmund Olsen heldur,
at ein hjálp kanska hevði
verið, um trolararnir sluppu
at royna við rist, samstundis
sum teir sluppu at trola á
nøkrum økjum, sum eru
stongd fyri trolarum í dag.
– Tað hevði vart ungfisk
in betri enn nú, samstundis
sum økini, vit kundu fiskað
á, høvdu verið størri, leggur
hann aftrat.
Sjómanstrúboðarin hev
ur lagt prátið, hann hevði
við skiparan á Polarhav
inum, út á Facbook-síðuna
hjá Føroysku Sjómansmissi
ónini.
– Prísurin av
smáum upsa
hevur í alt ov
langa tíð verið
ov góður, og tí
hevur ov nógv
verið roynt eftir
honum, sigur
trolaraskipari
Eftirlitsskipanin ov vánalig
Føstulávintsmánadagur er í dag, men longu um vikuskiftið varð
skipað fyri tunnusláing og grýludansi. Í Royndarhúsinum í Nólsoy
(mynd) var eisini grýludansur. Í Nólsoy eru nógvir góðir tónleikarar, so
tað stóð ikki á at manna orkestur. Nógvar herligar grýlur vóru við í
dansinum og grýlurnar, ið vunnu heiðurslønir, vóru 1. Ingibjørg Joana
Mortensen, 2. Snæbjørn Hansen og 3. Lena Danielsen.
Vilmund Jacobsen
Íslendingurin, Pétur Steinar
Jóhannsson, hevur vitjað
umborð á Sandshavinum í
Ólafsvík
Línuskipið
Sandshavið,
sum er til fiskiskap í ís
lendskum sjógvi, var um
dagarnar inni í Ólafsvík
í Íslandi og landaði. Teir
hava roynt á Jøkulbank
anum. Henda túrin høvdu
teir 60.000 pund, og nakrar
dagar
frammanundan
høvdu teir verið inn í Ólafs
vík og landað 100.000 pund.
Tað er íslendingurin,
Pétur Steinar Jóhannsson,
sum býr í Ólafsvík, ið hevur
vitjað umborð á Sands
havinum og hevur tikið
viðheftu mynd av nøkrum
av manningini.
Á Fiskamarknaði Føroya
vita tey at siga, at trý
føroysk línuskip seinastu
tíðina hava fiskað í ís
lendskum sjógvi. Eitt av
hesum skipum landar í Ís
landi, og tað er ivaleyst
Sandshavið, ið sipað verður
til.
Av hinum báðum før
oysku skipunum landar
væntandi annað í Føroyum
í dag og hitt møguliga
seinni í hesi vikuni.
Tunnilsfelagið ávarar
um ristingar, nú bori-
og spreingiarbeiðið á
Strondum er byrjað. Sagt
verður, at í byrjanini
verða ristingar frá
spreingingum so at siga
hvønn dag
Seta nú
spakan í
Mikudagin 1. mars
klokkan 13 verður spakin
settur í lendið í Fuglafirði,
har nýggi barnaskúlin
skal byggjast.
Í hesum sambandi verður
skipað fyri hátíðarhaldi,
sum Fuglafjarðar
kommuna stendur
aftanfyri.
Tað verður borgarstjórin,
Sonni á Horni, sum fer at
bjóða vælkomin og sum
saman við 1. floks
næmingum fer at seta
spakan í.
Í sambandi við hátíðar
haldið bjóðar
Fuglafjarðar kommuna
eisini inn í
fimleikarhøllina, har
røður verða hildnar, og
okkurt gott verður til
góman.
Nýggi barnaskúlin í
Fuglafirði verður liðugur
á sumri í 2020, og samlaði
kostnaðurin fyri
verkætlanina er mettur til
101 miljónir krónur.
Í Fuglafirði eru tey sera
spent, nú farið verður
undir bygging av nýggjum
barnaskúla.
vilmund@sosialurin.fo
Sandshavið landar í Ólafsvík
– Nú er prísurin á smáum upsa
endiliga fallin so mikið nógv,
at tað loysir seg ikki at fiska
hann, sigur Jørmund Olsen
Mynd: Torleif Johannesen
Pétur Steinar Jóhannsson, sum býr í Ólafsvik,
hevur vitjað umborð á Sandshavinum