Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-02-27, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 27. februar 2017síða 7

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 27. februar2017 · Nr. 25 Vilmund Jacobsen Fríggjadagin 6. januar í ár lýstu tey trý manningar­ feløgini, Føroya Skipara- og Navigatørfelag, Maskin­ meistarafelagið og Før­oya Fiskimannafelag, mynst­ ringarbann móti uppsjóvar­ skipinum Hoyvík, ið skuldi koma til landið dagin eftir. Annfinnur Garðalíð, for­ maður í Føroya Skipara-og Navigatørfelag (FSN), sigur, at ætlanin hjá reiðarínum var at fara til fiskiskap nærum beinanvegin - uttan, at skipið var fevnt av sáttmála ella hevði nakra aðra avtalu við manningarfeløgini. - Sigast má, at mynsting­ ar­bannið hevði sín ætl­ aða virknað, tí longu sam­ a dag bað reiða­ríið um sam­ráðingar­fund. Eftir nøkr­um tímum var avtalan kom­in til høldar, og mynstr­ ingar­bannið kundi avlýsast. Formaðurin í FSN heldur, at hendingin við Hoyvík var eitt klokkuklárt tekin frá manningarfeløgunum um, at tey standa saman og als ikki fara at góðtaka, at mynstringaravtalur bara verða gjørdar uttan um fe­ løgini. - Hetta støðufestið er sera aktuelt nú, tí nógv øktu uppsjóvarkvoturnar, harav ein stórur partur væntast at verða seldur á uppboði, mugu væntast at lokka fleiri fólk at bjóða seg fram við keyptum ella leigaðum skipum. Formaðurin heldur tað bara vera gott, at fleiri skip og harvið fleiri arbeiðspláss koma í flotan. - Men, hetta má ikki henda undir óskipaðum mann­ingarviðurskiftum og heimasnikkaðum hýru­ avtalum, sum Annfinnur Garðalíð tekur til. Hann vísir á, at um manningarfeløgini fyrst missa takið í so máta, verður støðið eisini máað undan høvuðssáttmálanum. - Tí, hví skulu tey etabler­ aðu reiðaríini, sum eru fevnd av hesum sáttmála, fara at góðtaka, at aðrir reiðarar hava frítt spæl at gera akku­ rát, sum teimum lystir? Annfinnur Garðalíð legg­ ur dent á, at mann­ingar­ feløgini mugu standa saman. - Vit mugu standa saman, og vit mugu standa fast, og mynstringarbannið móti Hoyvík vísti, at tað gera vit, leggur formaðurin í Føroya Skipara- og Navigatørfelag aftrat. Vilmund Jacobsen Flestu partrolarar eru til fiskiskap. Skipini fáa mest av upsa, og fiskiskapurin er brúkiligur. Skipini koma inn at landa, sum henda vik­an gongur. Fríggjadagin vistu tey á Fiskamarknaði Før­oya at siga, at allir djúp­vatns­ trolararnir - uttan ein - vóru til fiskiskap, og onkur teirra kemur væntandi inn at landa síðst í hesi vikuni. Djúpvatnstrolararnir fáa mest av upsa og svart­kalva. Fríggjadagin lógu allir teir smáu trolbátarnir, og møguliga fara teir fyrstu út aftur fyrst í hesi vikuni. Nær teir síðan koma inn aftur at landa, er í løtuni óvist. Tvey garnaskip fiska svartkalva, og tey koma væntandi inn at landa síðst í hesi vikuni. Tað er langt ímillum, at sagt verður frá brúkiligum upsafiskiskapi, men nú verður sagt, at upsaveiðan er brúkilig Árið í fjør gjørdist metgott hjá Bakkafrost á Glyvrum, sum hevði eitt rakstrarúrslit á 1.165 miljónir krónur Eitt stórt afturstig Tað undrar løgtingsmannin og fyrrverandi borgarstjóran í Runavíkar kommunu, Magnus Rasmussen, at Føroyar eftir øllum at døma ikki fara at hava bás á Offshore Europe, ið er oljumessan, sum verður í Aberdeen seinni í ár. - Offshore Europe er annahvørt á í Aberdeen og í Stavanger. Føroyskar fyritøkur saman við almennum myndugleikum hava á hvørjum ári seinastu umleið 25 árini vitjað hesar oljumessur. Ein hópur av fólki, sum á ein ella annan hátt starvast innan oljuvinnu, koma til hesar messur, fundarvirksemið er stórt, og sambond verða knýtt. Magnus Rasmussen vísir á, at sjálvur hevur hann - umboðandi Runavíkar kommunu - verið á fleiri oljumessum, bæði í Aberdeen og Stavanger. - At ein føroyskur básur hevur verið á messunum hevur havt stóran týdning. Har hava vit, sum hava luttikið gjøgnum árini, staðið saman sum ein maður og umboðað og selt Føroyar sum eitt áhugavert og spennandi oljuøkið. Tí heldur Magnus Rasmussen tað vera eitt stórt afturstig, at Føroyar ongan bás fara at hava á messuni í Aberdeen seinni í ár, soleiðis at eingin samlað føroysk markering verður á stóra tiltakinum. Løgtingsmaðurin heldur, at tað júst nú er alneyðugt, nú oljuvinnan er í einum aldudali, at føroyingar standa sum ein maður og gera sítt allar allar ítarsta fyri at fáa Føroyar á breddan í oljuhøpi. - Tað verður fátæksligt á oljumessuni í Aberdeen, at Føroyar ongan bás hava og eg haldi, at hetta er ein skeiv avgerð, sum er tikin, sigur Magnus Rasmussen, løgtingsmaður og fyrrverandi borgarstjóri. vilmund@sosialur Nú sær betri út - Tað er gott, at vit fáa fleiri størv á sjónum, men hetta má ikki henda undir óskipaðum manningarviðurskiftum og heimasnikkaðum hýruavtalum, sigur formaðurin í Føroya Skipara-og Navigatørfelag Kortanei til heima- snikkaðar avtalur Nú sær heldur betri út hjá partrolarunum, sum hava brúkiligan fiskiskap - Hví skulu tey etableraðu reiðaríini, sum eru fevnd av sáttmála, fara at góðtaka, at aðrir reiðarar hava frítt spæl at gera akkurát, sum teimum lystir? spyr Annfinnur Garðalíð, formaður í Føroya Skipara-og Navigatørfelag Andlát Okkara elskaða mamma, vermamma, omma, langomma, systir, svigarinna og fastir Margit Elina Thomsen, f. Egholm, fyrrverandi sjúkrasystir, Tórshavn, andaðist hósdagin 23. februar, 88 ára gomul. Kistan fer av Lágargarði mánakvøldið kl. 18. Jarðarferðin verður úr Havnar kirkju týsdagin 28. februar kl.13. Fyri tey avvarðandi Eyðfinn og Dess Tey, ið vilja minnast Margit, kunnu lata Handari stovu eina peningagávu, kontunr. 9181 9980867 í Eik.