mánadagur 27. februar 2017síða 8
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 27. februar2017 · Nr. 25
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
FERÐAVINNA & LANDBÚNAÐUR
FERÐAFÓLK MUGU
IKKI VERÐA EIN PLÁ
FYRI FØROYINGAR
Áki Bertholdsen
Tað er í stóran mun ferða
vinnan sum verður framtíð
in hjá føroyska landbúnað
inum.
Tað heldur Poul Michel
sen,
landsstýrismaður
í
vinnumálum.
Á búnaðarráðstevnuni í
Klaksvík leygardagin metti
hann, at ferðavinnan fer at
fáa alstóran týdning fyri
føroyska
landbúnaðin
í
framtíðini, og hinvegin fer
eisini landbúnaðurin at fáa
stóran týdning fyri at menna
ferðavinnuna.
– Ferðavinnan fer at
leita eftir teimum tilboðum
og
teimum
upplivilsum,
bøndurnir hava at bjóða, og
ferðavinnan fer at skapa økt
virksemi á matstovunum.
Og matstovurnar fara so
aftur at fáa størri tørv á
føroyskum matvørum frá
bóndunum.
Møguleikarnir
eru
so
nógvir, at tað er at kalla
bara hugflogið, sum sett
ur mørkini, sigur lands
stýrismaðurin.
Men samstundis ásannar
hann, at ferðavinnan er á
einum vegamóti og tí er
neyðugt við einum nýggjum
ferðavinnupolitikki.
Í hesum sambandi er
neyðugt, at vit leggja soleiðis
til rættis, at ferðavinnan
kann mennast, uttan at vit
gera okkum inn á náttúruna
og uttan at talið á ferðafólki
verður ein ampi fyri sam
felagið.
Neyðugt við
fleiri tiltøkum
Hann sigur, at nú eru vit
av álvara farin at síggja úr
slitið av, at vit hava lagt
so stóran dent á at menna
ferðavinnuna.
– Talið á ferðafólki veksur,
vit hava fingið fleiri nýggjar
fyritøkur í ferðavinnuna og
nógvastaðni síggja vit ein
framtakshug, sum av álvara
kann flyta mørk.
– Men hendan vaksandi
ferðavinnan ger tað eisini
greitt, at vit mugu seta fleiri
tiltøk í verk fyri at geva
henni betri karmar at virka
undir, sigur hann.
Tí hevur hann sett sjøtul á
arbeiðið at orða ein nýggjan
ferðavinnupolitikk, og tað
arbeiðið verður liðugt um
ikki so langa tíð.
Poul
Michelsen
sigur,
at í tí nýggja ferðavinnu
politikkinum verður dentur
lagdur
á
náttúruvernd,
stuðulsskipanir og at stimbra
nýggj tilboð, útbúgvingar og
trygd.
– Tann nýggi ferðavinnu
politikkurin fer eisini at
umfata
viðurskifti,
sum
beinleiðis
og
óbeinleiðis
hava við landbúnaðin at
gera, tí framum alt eru tað
maturin, náttúran og ment
anin sum gera Føroyar verd
ar at vitja. Og hetta eru somu
grundarsteinar sum land
búnaðurin byggir á.
Einastandandi
møguleikar
Poul Michelsen vísir á, at í
seinastuni hava vit hoyrt
nokk so nógv um tær avleið
ingar, ein óskipað ferðavinna
kann elva til, eitt nú fyri
náttúruna.
– Vit vilja, og vit mugu
hava
eina
burðardygga
ferðavinnu, bæði sosialt, bú
skaparliga og ikki minst um
hvørvisliga.
Hann
staðfestir
sam
stundis, at tað er ikki ov
nógv sagt, at landbúnaðurin
í Føroyum hevur eisini havt
sítt at dragast við.
– Politiskt hava vit ikki
funnið útav, hvat vit vilja við
landbúnaðinum í Føroyum,
og í stóran mun er lóggávan
á økinum, avoldað.
– Men eg haldi at land
búnaðurin eigur at síggja
ferðavinnuna
sum
ein
gyltan møguleika at fáa betri
lønsemi í vinnuna. Og tí er
tað eisini týdningarmikið at
leggja dent á teir møguleikar,
ferðavinnan hevur við sær,
eisini fyri landbúnaðin í
Føroyum.
– Vit hava einastandandi
møguleikar at vísa ferðafólki
eina
fantastiska
náttúru
afturvið føroyskum mati og
mentan.
– Vit kunnu geva ferða
fólki
heilt
einastandandi
upplivilsi, sum tey fara at
minnast fyri lívið.
– Men slíkt kann man
taka góðan pening fyri, legði
hann afturat.
Hann heldur, at Michelin
stjørnan hjá KOKS er prógv
um, hvussu langt føroyskar
Møguleikarnir eru so nógvir, at tað er bara hugflogið, sum setur markið, men endamálið skal ikki vera at
fáa so nógv ferðafólk hendavegin sum gjørligt, sigur Poul Michelsen, landsstýrismaður í vinnumálum
Er nøkur meining í
at royna at draga øll tey
stóru ferðamannaskipini
hendavegin?
IKKI LÁGPRÍSUR
– Føroyar skulu ikki verða eitt lágprísferðamál, har endamálið er at
fáa so nógv ferðafólk higar sium gjørligt, sigur Poul Michelsen, sum
nú er í ferð við at gera ein nýggjan ferðavinnupolitikk