mánadagur 27. februar 2017síða 9
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 27. februar2017 · Nr. 25
ÁGA
FERÐAVINNA & LANDBÚNAÐUR
Áki Bertholdsen
– Tað er alt ov trupult hjá før
oyskum bóndum at sleppa av
við matin, teir framleiða.
Tað
staðfesti
Poul
Michelsen, landsstýrismaður
í vinnumálum, á landbún
aðarstevnu í Klaksvík leygar
dagin.
Og tað ætlar hann at gera
nakað við, tí nú hevur hann
lagt uppskot fyri Løgtingið
sum fer at gera tað nógv
lættari hjá bóndum at sleppa
av við tann matin, teir fram
leiða.
Og hann heldur sam
stundis, at nettupp bøndur
nir fara at fáa eina lyklastøðu
í royndunum at menna
ferðavinnuna í Føroyum
– Rákið í heiminum er, at
fólk vilja hava lokalan mat,
staðfesti Poul Michelsen.
Men hann vísir á, at ver
andi lóggáva í Føroyum
leggur seg upp at útlendsk
um lógum, ið ikki hóskar til
føroysk viðurskifti.
– Á ávísum økjum er
lóggávan ov avmarkandi og
forðar fyri at vit fáa gagnnýtt
okkara náttúrutilfeingi til
matna.
Ikki nokk
Poul Michelsen staðfestur,
at føroyska matmentanin er
ein grundleggjandi partur av
okkara samleika og vit mugu
ansa eftir, at okkara lóggáva
hóskar til føroysk viðurskifti,
so okkara matmentan ikki
fer fyri skeytið.
– Ferðavinnan og mat
stovur hava fleiri ferðir
víst á, at tað er ein bági, at
tað ikki ber til at borðreiða
við føroyskum mati á mat
stovum, tí at royna lokala
matin er ein partur av
upplivilsinum tað er at koma
til Føroyar.
Tí
varð
matvørulógin
broytt í fjør, men broytingin
var ikki nokk, og tískil er
uppskot aftur lagt fyri Løg
tingið nú um at broyta mat
vørulógina enn meiri.
– Endamálið er at tryggja,
at smáir føroyskir fram
leiðarar fáa betri møguleikar
at selja sína vøru, so at før
oyska matarmentanin verð
ur varðveitt og ment, sigur
Poul Michelsen.
– Og fyri ferðavinnuna
og matstovurnar fara broyt
ingarnar at hava við sær, at
tað fer í størri mun fer at
bera til at brúka føroyskar
matvørur, sigur hann.
Eftir broytingunum, sum
vórðu gjørdar í fjør, bar til
hjá bóndum at selja sína
matframleiðslu
ígjøgnum
heilsølur og í handlum og á
matstovum, uttan at lúka
krøvini til tær skuldu vera
hagreiddar á einum góð
kendum virki.
Broytingin
sum
varð
gjørd í fjør, fevndi bara um
seyða- og neytakjøt, men
eftir tí, sum nú er lagt fyri
Løgtingið, fer tað eisini at
bera til at selja matvørur úr
fiski, umframt dunnu, gás,
grind, matvørur frá veiði
og grønmeti, uttan at tað er
hagreitt á einum løggildum
virki.
Hetta verður bara gald
andi fyri smærri bøndur,
sum ikki selja fyri meiri enn
eina millión krónur um árið.
– Hetta er tí at vit meta,
at størri framleiðarar hava
ráð til at gera tær íløgur, ið
krevjast fyri at lúka krøvini
til løggilda matframleiðslu.
Samastundis
verður
kravið um, at seyður og neyt
skulu drepast á ognini hjá
bóndanum, nú strikað.
Sostatt kann bóndin nú
lata eitt góðkent sláturhús
taka sær av slaktinum, og
síðani kann hann taka kjøtið
heim at ræsa ella turka.
– Hóast tað nú verður
lættari hjá smábóndum at
framleiða matvørur, liggur
øll ábyrgdin á honum at
tryggja, at vøran er í lagi.
Hetta er galdandi uttan
mun til, um vøran verður
framleidd á løggildum virki
ella ikki, leggur landsstýris
maðurin dent á.
Týðandi leiklut
Poul Michelsen er sann
førdur um, at tá ið hesar
broytingarnar eru gjørdar,
fara bøndurnir at fáa ein
avgerandi leiklut í roynd
unum at menna føroysku
ferðavinnuna.
– Tað eru í stóran mun
bøndurnir,
sum
umsita
føroysku náttúruna, tað eru
bøndurnir sum framleiða tað
góða seyðakjøtið og hinar
rávørurnar,
matstovurnar
og ferðafólkini vilja hava.
Og tað er við samstarvi við
bøndurnar, at túrarnir í
náttúruni eiga at vera fyri
skipaðir.
– Eg ivist onga løtu í, at
í felag klára vit at skipa
viðurskiftini, so at ferða
vinnan kann vaksa og blíva
ein høvuðsvinna í Føroyum
og skapa landbúnaðinum
nýggjar inntøkur, uttan at
gerast ein meinbogi fyri
náttúruna og samfelag.
Poul Michelsen heldur
ikki, at tað hevur gingið so
illa, at bøndur hava selt mat
vørur, hóast hann ikki er
hagreiddur á einum løggild
um virki.
Men sum støðan er í
dag, er hendan heimafram
leiðslan fullkomiliga óskip
að, hóast tað er nógv tann
størsti paturin av okkara
matvøruframleiðslu.
Tað
er nevniliga bara ein brot
partur, sum verður hag
reiddur á løggildum virkjum.
Men hetta er eitt stig á
leiðini at fáa skipað viður
skifti í heimaframleiðsluni
eisini, tí vøran skal merkjast
og tað skal upplýsast, hvørj
um bónda, vøran er frá,
og tað verður hann, sum
stendur við ábyrgdina fyri,
at hon er ílagi, sigur Poul
Michelsen.
rávørur og matmentan,
røkka.
– Vit hava einastand
andi góðar rávørur og við
nýggjum átøkum í land
búnaðinum
kunna
vit
útvega fleiri føroyskar
rávørur at bjóða mat
stovunum og ferðafólki.
– Vit hava lat stóran
dent á at draga útlendsk
ferðafólk til Føroya. Men
vit hava manglað tilboð
til tey, tá ið tey eru komin
higar, tí vit hava ikki havt
so nógv at bjóða teimum.
Ikki nøgd men dygd
Hinvegin
leggur
Poul
Michelsen dent á, at Før
oyar skulu ikki vera eitt
lágprísferðamál,
har
denturin verður lagdur á,
at fáa ferðafólk higar í so
stórum tali, sum gjørligt.
Endamálið skal ikki
vera at fáa so nógv ferða
fólk hendavegin, men vit
skulu fáa tey ferðafólk
hendavegin, sum leggja
nakað eftir seg.
– Endamálið skal ikki
vera nøgd, men dygd,
tí vit skulu eisini sjálvi
kunna liva í okkara egna
landi, uttan at føla okkum
fremmand. Landið er so
lítið, at vit kunnu ikki
leggja dent á at at fáa so
stórt tal sum gjørligt á
ferðafólki higar.
– Ein spurningur, sum
skal viðgerast í hesum
sambandi er, um tað yvir
høvur er nøkur meining
í royna at draga øll tey
stóru ferðamannaskipini
hendavegin, tí tey leggja
einki eftir sær, staðfestir
Poul Michelsen.
Bøndurnir fáa ein týðandi leiklut í royndunum at menna ferðavinnuna í Føroyum og nú
skal tað verða nógv lættari hjá teimum at sleppa av við tann mat, teir framleiða
Nógv lættari hjá bóndum at
sleppa av við framleiðsluna
Bøndurnir fara at
fáa eina lyklastøðu í
royndunum at menna
ferðavinnuna í Føroyum
– Hóast tað nú verður lættari hjá smábóndum at
framleiða matvørur, verður tað bóndin sjálvur, sum
hevur alla ábyrgdina av at tryggja, at vøran, hann
selur, er í lagi. Hetta er galdandi uttan mun til, um
vøran verður framleidd á løggildum virki ella ikki.