Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-02-27, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 27. februar 2017síða 10

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 27. februar2017 · Nr. 25 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 RÆTTARHJÁLPIN Árni Gregersen Rættarhjálp Føroya er ein ókeypis ráðgeving til teirra, sum er komin illa fyri løg­ frøði­liga á ein ella annan hátt. Flstu málini snúgva seg um ósemjur í sambandi við hjúnaskilnað ella seperatión, men eisini um stríð í sam­ bandi við arv og skiftir. Rættarhjálpin er gomul í Danmark, har hon eisini verð­ur nógv nýtt, men Før­ oyska Rættarhjálpin hevur virkað seiansstu 20 árini. Hon heldur til í Gongini 20 í Havn, men í fjør royndu tey við einari vaktarskipan á Býarbókasavninum. Hendan skipanin var kortini latin aftur, tí í tríggjar mánaðir, sum hetta vardi, vóru tað bert trý fólk, sum brúktu møgu­leikan har. Tað er danska løgmála­ ráð­ið, sum letur pening til Rættarhjálpina, men lands­ stýrið letur eisini eina minni upphædd. Frá danska løgmálaráð­ num koma slakar 380.000 krón­ur, meðan Føroya Lands­stýri í fjør lat 50.000 krón­ur til Rættarhjálpina. Rættarhjálpin liggur í Havn men hon er fyri fólk kring alt landið Hevur tú okkurt mál, so kanst tú bæði møta upp persónliga, ringja ella skriva. Er talan um fólk úr høvuðsstaðarøkinum, so verður mælt til, at hesi fólk koma í skrivstovuna í Gongini týskvøld ella hósdag seinna­partin. Persónlig mál Verður hugt at hagtølunum fyri hvat taðer fyri slag av málum, Rættarhjálpin ar­ beiðir við, so eru tað hjúna­ bandsmálini, sum fylla mest. Av teimum 749 málunum vísir tað seg, at 10. hvørt mál­ ið er um at skiljast ella um separatión. Nummar tvey er eisini per­sónlig mál. Tey eru um arv og um at býta ognir mill­um sín eftir deyðsfall í familjuni. Arvur er tiltikin at elva til familjustríð og kland­ur og tað er í hesum sam­bandi at Rættarhjálpin verð­ur tilkallað. Foreldrarættur yvir børn­ um fyllir eisini nógv og saman við familjurætti ann­ ars fylla tey yvir 11 prosent av øllum málunum. Eitt annað slag av mál­ um, sum fylla nógv eru setanar­viðurskiftir. Hetta eru sjálvandi eisini persónlig mál, sum fylla nógv hjá tí ein­ staka. Rættarhjálpin verður brúkt, tá ið borgarin ikki er limur í einum fakfelag – ella tí at fakfelagið hevur valt ikki at gera nakað við málið. Tilsamans 33 mál í fjør høvdu við setanar­viður­skift­ir at gera. Eisini mál, sum hava við leigan og útleigan av íbúð­ um ella húsum fylla rættuliga nógv. Í fjør vóru 20 mál, sum Rættarhjálpin mátti taka sær av, tí leigari og útleigari vóru ósamd um okkurt í samband við leigumálið. Sent til sakførara Rættarhjálpin gevur góð ráð til borgaran, sum kennir seg vera komnan illa fyri í skip­ anini. Tað er ikki soleiðis, at Rættarhjálpin altíð fær loyst málini, men teir 22 advo­ kat­arnir, sum arbeiða fyri Rættarhjálpina seta seg inn í málið og veit so so róða ráð­ geving sum til ber. Í fjør vóru 76 mal víst víðari til ein advokat, meðan 22 onnur mál vóru víst til onnur sakkøn. Rættarhjálp Føroya hev­ 0ur til endamáls at bjóða fría løgfrøðiliga hjálp og ráð­geving til einstaklingar. Rættarhjálpin hevur tagnar­ skyldu, og allar áheitanir verða viðgjørdar í trúnaði. Rættarhjálpin í Føroyum er mannað við løgfrøðingum, ið starvast hjá tí almenna, privatum fyritøkum og á advokatskrivstovum. Rættarhjálpin kann ikki umboða teg í einum rættar­ máli. Vanliga møtir rættar­ hjálpin heldur ikki í fúta- og skiftis­sakum. Men tey kunna søkja um fría rættargongd fyri teg og veita aðra vegleiðing. RÆTTARHJÁLPIN FEKK 749 ÁHEITANIR Í FJØR Brúk er efrtir øllum at døma fyri Rættarhjálp Føroya, sum í fjør fekk 749 umbønir um hjálp Hesir advokatar mannaðu rættar­ hjálpina í fjør (avloysarar nevndir við): Kristina Samuelsen, leiðari Monika Rasmussen, Lene Moyell-Johansen Magnus Dam Rannvá Ragnarsdóttir Herborg Sloan Jóanna Djurhuus Anna Rein Marjun T. Magnussen Søren Pram Sørensen Jákup Nielsen Anna Borg Dahl Marjun Jacobsen Jan Sjóstein Jógvan Svabo Samuelsen Bjartur Dalsgarð Guðrun maria Mortensen Andrass Thomsen Elisabeth F. Rasmussen Súsanna Danielsen Julianna Klett Torkil Rasmussen Í hesum húsum í Gongini 20 í Havn heldur Rættarhjálpin til Kristina Samuelsen er leiðari fyri føroysku Rættarhjálpini