Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-10-02, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 2. oktober 2004síða 14

‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

26 Nr. 188 - 2. oktober 2004 Nr. 188 - 2. oktober 2004 27 HAVNARSØGAN Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo Á loftinum í reyða býráðssalin- um í Havn hava tveir søgu- frøðingar seinastu trý árini stríðst og strevast við at fáa søguna um Havnina skrivaða. Nógvir tímar eru farnir á loftinum til at nær- lesa gomul skjøl, ið á ein ella annan hátt hava havt tilknýti til menningina av Havnini seinastu mongu hundrað árini Í gjár kundu teir báðir Kári Jespersen og Jens Pauli Nolsøe almannakunngera tey bæði fyrstu bindini av teirra kanningunum um Havnarsøguna. Á tíðinda- fundi seinnapartin í gjár varð søgan um Havnina fram til 1816 løgd fram. – Hetta er næstan eins spenn- andi, sum at fáa børn. Vit hava lagt stóra orku í verkætlanina, og hon er á ein hátt okkara barn, siga Jens Pauli Nolsøe og Kári Jespersen. Fyrstu bindini telja í alt 650 síður, og tað er ikki smávegis, ið søgufrøðingarnir eru komnir eftir. Teir halda seg kunna stað- festa, at Havnin er væl eldri enn higartil mett. Verkætlanin Fyri góðum trimum árum lat Tórshavnar kommuna eitt mentanar- og listaálit úr hondum. Í álitunum varð kunngjørt, at kommunan ætlaði at fáa søguna um Havnarbý skrivaða. Ein ritstjórn varð sett at finna tveir skikkaðar persónar at arbeiða við verkætlanini, og uppgávan fall studentaskúlalærarunum og søgufrøðingunum, Kára Jespersen og Jens Paula Nolsøe, í lut. Síðan á heysti í 2001 hava so teir báðir verið í gongd við verkætlanini. Sum áður nevnt fevna fyrstu bindini um Havnar søgu fram til 1816, og Jens Pauli og Kári eru longur farnir undir at skriva søguna um Havnina frá 1816 til annan veraldarbardaga. Teir kunnu ikki við vissu siga, nær triðja bindið verður latið úr hondum. Eldri enn hildið Millum manna hevur verið hildið, at Havnin stavar frá Trúbót um ár 1540 Søgufrøðingarnir byggja sítt uppáhald á millum annað á skjøl um Húsagarð, ið var bóndagarður í Havn. Higartil hevur verið staðfest, at Húsagarður ikki hevur verið eldri enn frá seinast í 1500-talinum, men Kári og Jens Pauli halda seg við vissu kunnu siga, at Húsagarður í øllum førum er eldri enn frá 1584. – Kongsskatturin hevði sín uppruna í tingfaratollinum, sum varð goldin fyri at reka altingið. Í 1274 var altingið, ið hevði lóggávuvald og dómsvald, tikið Havnin er eldri enn áður hildið Søgufrøðingarnir Kári Jespersen og Jens Pauli Nolsøe halda, at Havnin stavar í minsta lagi frá ár 1000. Higartil hevur verið mett, at virksemi í høvuðsstaðnum byrjaði stutt fyri trúbót. Hetta og mangt annað ber til at lesa í fyrstu bindunum um Havnarsøguna, sum varð almannakunngjørd í gjár Her er Havnin avmyndað í 1786 tá Berlinmúrurin fall? Lisbeth L. Petersen: – Eg minnist ikki akkurát, hvar eg var, tá múrurin fall, men eg minnist sera væl hasa tíðina. Tað, sum eg minnist best, eru myndirnar av øllum fólkunum, sum klatraðu upp um múrin beint eftir, at hann fall. Fallið av múrinum hevði so eisini tað við sær, at maðurin og eg fóru ein túr til Berlin tvey ár seinni. Har høgdu vit petti av múrinum, sum vit so tóku heimaftur við sum minni. Eg fylgdi væl við í fjølmiðlunum í eftirtíðini. Uttanríkis- politikkur hevur altíð havt mín stóra áhuga. Eri jú uppvaksin í einum politiskum umhvørvi, so tað er ikki av ongum, at áhugin er íbirtur. Eg var stødd niðri, tá ungarska kreppan var miðskeiðis í fimtiárunum. Tað gjørdi eisini eitt sera stórt inntrykk á meg – eins og fallið av Berlinmúrinum. Men Berlinmúrurin var jú ein gleðishending, tað var russiska innrásin í Ungarn ikki. Tað var eitt rættiligt blóðbað. Ársdagurin fyri fallinum er ikki nakað, sum eg framvegis gangi og hugsi nógv um. Men tað er ongin ivi um, at sjálvt fallið av múrinum var ein stór uppliving. Óli Breckmann: – Eg var á einum so óspennandi staði, sum heima í mínari egnu stovu, har eg sat og fylgdi við hesari stórhendingini í sjón- varpinum. Tað virkaði óveruligt at hugsa sær til, at fólk kundu streyma millum lond harniðri. Men eg minnist væl tær ovur- fegnu mannamúgvurnar, sum streymaðu yvir um tann júst falna múrin. Um hetta mundið gekst jú ikki so væl í Føroyum. Eg visti, at Føroyar vóru á veg av bakka- tromini, so líka sum alt stóð í skugganum av tí hóttandi skrædlinum í Føroyum. Men hóast tað, so var tað ein sigur og ein rættvísgerð, at sosialisman fall í Russlandi. Tað at uppliva, at tað í veruleikanum skuldi so lítið til fyri at koppa øllum, var nærum surrealistiskt. Ja á ein ella annan hátt eitt anti-klimaks. Eg minnist, at eg hugsaði við mær sjálvum, at eg kundi siga tað sama, sum Samuel segði í templinum: Harri, nú kanst tú taka meg. Eg hugsaði, at nú kundi eg gott trekkja meg í politikki, tí nú var tað, sum ein hevði barst fyri, burtur. Men so kortini er sosialisman framvegis her sum ein formur fyri massatrygd. Ársdagurin fyri fallinum er ikki ein dagur, sum eg í dag hátíðarhaldi ella nakað, men hatta var ein gleðisdagur. Ongin ivi um tað. av og løgtingið kom ístaðin. Løgtingið var bara dømandi, tí nú tók kongur við lóggávuvaldi- num. Tá kongur tók helmingin av virksminum hjá løgtinginum, tók hann eisini helmingin av tingfaratollinum, sum eftirsíðan varð nevndur kongsskattur. Tá kongsskatturin er at kalla óbroytiligur, man Húsagarður hava verið til í 1274, greiða teir frá. Kári og Jens Pauli vísa eisini á fornfrøðisku rannsóknirnar , ið hava verið gjørdar á Reyni fyrr í summar, tá gamli prestagarðurin á Reyni varð kannaður. – Prestagarðurin er bygdur í 1627, og rannsóknirnar á Reyni vístu, at ikki minni enn tvinni gólv eru undir gólvinum frá 1627, og tá eru vit afturi í miðøldina, vísa Kári Jespersen og Jens Pauli Nolsøe á. Skøkjuhús Á kanska meira skemtiligu síð- una kunnu lesarar av Havnar- søguni lesa um, at Havnin eftir øllum at døma hevur havt eina ølstovu og eitt skøkjuhús í einum húsum á Tinganesi í 1600-talinum. Søguliga hava havnarbýir havt skøkjuhús, og høvuðsstaðurin hevur eftir øllum at døma havt sama eyðkenni sum aðrir havnarbýir. Húsið, har skøkjulevnaður hevur verið, nevndist Nábottskrógv. Í gomlum tingbókum sæst, at tvey konufólk hava verið uppi at táttast um nakrar bretar, og hetta hevur ivaleyst havt nakað við skøkjulevnaðin í Nábottskrógv at gera. Ein ølstova við sama heiti var í Bergen um somu tíð. Hungursneyð Kári og Jens Paula greiða frá, at gjógvin millum fátøk og tey múgvandi hevur søguliga verið væl størri í Havn enn aðrastaðni í landinum. Hetta komst fyrst og fremst av, at í Havn hildu ovastu embætismenninir til, og at her var einsasta stóra mongdin av fátækum savnað. – Í 1808 og 09 var reguler hungursneyð í Havn. Hetta sæst best aftur í deyðiligheitini, tí nógv fólk fórust hesi árini. Flestu teirra sum doyðu fingu lítið at eta, og doyðu av umfars- sjúku, meðan onnur doyðu av ræðslu fyri enskum sjóálopum, greiða søgufrøðingarnir frá. Soldatarnir á skansanum høvdu bara 10 gyllin, og tað rakk ógvuliga stutt. Flestu soldatarnir vóru tí noyddir at fara til útróðrar fyri at fáa endarnar at røkka saman. Til stuttleikar kann nevnast, at fútin vann sær 670 gyllin um árið. Spennandi arbeiðið Bæði Kári Jespersen og Jens Pauli Nolsøe undirvístu í læru- greinini søgu í Hoydølum, áðrenn teir fóru undir at skriva Havnarsøguna. Báðir eru á einum máli, at verkætlanin hevur verið ómetaliga spennandi og gevandi. – Tað hevur verið ótrúliga spennandi at sleppa at kon- sentrera seg um eina uppgávu í søgu, tí tað er tað, tú hevur lært til. Tað hevur samstundis verið strævið til tíðir, men við hjálp av tolsemi frá ritstjórn og familjuni, er tað eydnast at koma á mál, greiða Jens Pauli Nolsøe og Kári Jespersen frá. Søgufrøðingarnar hava lagt seg eftir at skriva bókina, so tað er møguligt hjá øllum at lesa hana. Bæði bindini eru prýdd við myndum og kortum, sum skuldi kveikt hugin hjá lesaranum at fara undir lesnaðin. Á myndi sæst eitt prospekt av Havnini í 1709 Fyrsta og onnur bók av Havnar søgu eru um tíðarskeiðið frá landnámi til 1816 Havnar søga 1 er um frásagnir og samtíðarlýsingar av Havnini, fornfrøðiligar rannsóknir í gomlu Havnini, ting- og rættarviðurskifti, bóndagarðin Húsagarð og vinnur hjá havnarfólki, einahandilin fram til umleið 1790 og staðarnøvn innan- og uttangarðs í Havnini Havnar søga 2 er um Vágsbotnshandilin 1768-1793, kongaliga handilin frá umleið 1790 til 1816, skansavirksemi, hospital og heilsuviðurskiftini, kirkjunarnar, skúlarnar í Havn, og hvussu Havnin veksur og mennist fram til umleið 1816 Triðja bindið, sum viðgerð tíðina 1816-1945, er ávegis Havnar Søga 1 og 2 kostar 275 kr. fyri bindið Fakta: Havnar søga 1 og 2 C M Y K 27 26