leygardagur 2. oktober 2004síða 15
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
28
Nr. 188 - 2. oktober 2004
Nr. 188 - 2. oktober 2004
29
SAMRØÐA
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Hann hevur nóg mikið at gera og
er ikki arbeiðsleysur ein tann
einasta dag.
Tað er í sjálvum sær ikki so
óvanligt.
Men tá ið talan er um ein 85
ára gamlan mann, er tað ein heilt
onnur søga.
Men soleiðis er lívið hjá
Martini Eidesgaard á Tvøroyri.
Herfyri fylti hann 85 ár og
hevur sostatt rokkið ein aldur,
sum er teimum fægstu untur.
Men hann er ikki ein av teim-
um pensjonistunum, sum fellur í
fátt, tá ið tey siga arbeiðslívinum
farvæl og skulu brynja seg til eitt
lív sum pensjonistur.
At fáa tíðina at ganga er nevni-
liga ikki tað, sum Martin Eides-
gaard hevur mestar kvalir av.
– Eg havi eitt sindur av seyði,
sum eg passi. Eg seti epl niður
um várið og taki tey uppaftur um
heystið. Um summarið hoyggi
eg, og annars plagi eg eisini at
stima eftir nátum, og tað kemur
eisini fyri, at eg eri ein túr í
fjørðinum og fái mær eitt kók.
Ì so máta eru ellisárini hjá
Martini bara ein spegilsmynd av
øllum hansara lívi, tí allir
hansara dagar hava verið merktir
av strævnum, likamligum
arbeiði.
Og tað hevur mest verið á
sjónum, at Martin hevur tænt fyri
dagligt breyð.
Martin Eidesgaard er føddur í
Aberdeen, har foreldur hansara
hittust.
Mamman, Lovisa Eidesgaard,
av Eiði, ætlaði at flyta til
Amerika, men var fyrst farin til
Aberdeen at læra málið. Men her
má av sonnum sannast, at
tilvildin ræður, tí í Aberdeen hitti
hon Marius Eidesgaard av
Tvøroyri, sum sigldi við enskum
trolara og har endaði ameri-
kanska ævintýrið hjá henni.
Tá á døgum var standurin
vánaligur á Eiði. Tað var so lítið
at fáa hjá útróðrarmonnum, at
nógvir fóru aðrastaðni at royna
eydnuna.
Ein søga er um ein útróðrardag
á Eiði tá á døgum, har teir fingu
so lítið, at teir máttu skera fisk-
arnar sundur fyri at allir skuldu
fáa eitt kók.
Mamma og pápi hansara funnu
saman, og tey vórðu gift í Aber-
deen. Har fingu tey fyrst eina
dóttir og síðani Martin. Ímeðan
var fyrri heimsbardagi brostin á,
og tí vórðu tey verandi í Aber-
deen. Eitt skifti arbeiddi pápin á
einum virki í Aberdeen, sum
gjørdi patrónir til bretska herin.
Eftir kríggið, tá ið Martin var
ársgamal, fluttu tey heim til
Tvøroyrar, har tey búsettust í
Kirkwall.
Tað var konan, sum setti trumf
á fyri at flyta heimaftur, tí
Marius hevði als ongan hug at
fara- heldur ikki í feriu, so tað
var ikki, fyrrenn hon pakkaði og
setti alt í gangin og gav
manninum greið boð um, at nú
fór hon heim, so gjørdi hann,
sum hann vildi.
Hann játtaði so at koma heim
til Føroya í nakrar vikur.
– Men tá ið tey høvdu fingið
fótin fastan, gjørdi mamman
pápanum greitt, at nú var hon
komin heim, og nú fór hon ikki
avstað aftur. Tað endaði so við,
at pápin fór heldur ikki avstað
aftur, greiðir Martin frá.
Og sostatt hevur hann
búleikast á Tvøroyri síðani.
Ella tað er kanska nakað nógv
avgjørt at siga, at hann hevur
búleikast á Tvøroyri, tí Martin
hevur verið burtur tað mesta av
sínum vaksna lívi.
Hann hevur siglt bæði við
eingilskmonnum, norðmonnum,
dønum og íslendingum, umframt
at hann hevur verið við føroysk-
um bátum.
Men mest kendur er hann
kortini sum útróðrarmaður í
Grønlandi, tí hann róði í fleiri ár
út har yviri, og hann hevur greitt
frá sínum virki í Grønlandi bæði
í útvarpi, sjónvarpi og í bóka-
røðini hjá Jógvani Arge.
Martin minnist barnaárini við
takksemi, tí tey vóru góð, sigur
hann. Barnaárini gingu sum hjá
teimum flestu við leiki og spæli,
onkuntíð við at taka hond í hjá
teimum vaksnu, og so gjørdu tey
eisini eitt sindur fortreð viðhvørt.
Men hansara vaksnamannalív
byrjaði, sum hjá so nógvum
øðrum, rættiliga tíðliga.
Tá var ikki so lætt at sleppa
við slupp, tí menninir, sum vóru
við, høvdu fastan kans, og tað
var ikki lætt hjá øðrum at sleppa
framat.
Ímeðan róði Martin út við
pápanum. Men tá vóru ongi
tekin til, at Martin skuldi gerast
sjómaður, tí hann var næstan
deyður av sjóverki, so hann lá
fyri tað mesta í bátinum og tað
var akkurát so, at hann raggaði
brekkuna aftur til hús, tá ið teir
komu at landi.
Hetta helt á so leingi, at hann
var fleiri ferðir um at gevast,
men mamman eggjaði honum
hvørja ferð til at royna einaferð
afturat. Og so ein dagin, var sjó-
verkurin horvin, heilt brádliga.
Hann arbeiddi eisini í kolinum
í Rangabotni, tá var tímalønin 60
oyru um tíman. Teir arbeiddu
hvønn dag í viku. Fyrst súkklaðu
teir inn eftir vegnum, og so
gingu teir niðan til námini. Hetta
var skilið hvønn einasta dag,
sama hvussu veðrið var.
Men har vóru skúrar við
koyggjum í, og har svóvu teir
kortini viðhvørt. Summir búðu
har alla vikuna.
Martin arbeiddi eisini hjá
eingilskmonnum undir krígnum,
tá hann var við til at gera verk-
lagið á Nakki.
Hetta var ein tíð við øgiligum
rembingum, ikki minst á arbeiðs-
marknaðinum.
Serliga var tað stríðið um
kontantin, sum var hart.
Tá á døgum fingu arbeiðsfólk
og fiskimenn ikki lønina út-
goldna. Reiðararnir og arbeiðs-
gevararnir vóru yvirhøvur eisini
keypmenn og ístaðin fyri at
betala fólkinum lønina út, vórðu
tey noydd til at keypa fyri hana í
handlinum.
Sostatt vóru arbeiðsfólk og
fiskimenn bundin til tann eina
arbeiðsgevaran alt lívið.
– Arbeiðsgevararnir og keyp-
menninir høvdu sostatt buktina
og báðar endarnar: Teir ásettu
bæði fiskaprísin, prísin á varuni
og lønina.
Og tey, sum mutaðu ímóti,
vórðu rætt og slætt ikki biðin
aftur til arbeiðis.
Hetta setti arbeiðararørslan sær
fyri at broyta. Tvørafólk høvdu
stovnað arbeiðarafelag og ein
stór uppgáva hjá felagnum varð
at tryggja, at verkafólk kundu
fáa lønina útgoldna.
– Hetta varð eitt hart stríð við
drúgvum arbeiðssteðgum, har
tað eisini kom til beinleiðis
samanbrestir ímillum arbeiðsfólk
í verkfalli og fólk, ið høvdu hug
at bróta verkfallið.
Men tað endaði við, at arbeiðs-
gevararnir máttu boyggja seg.
Fyri at tryggja arbeiðsfólkið,
varð løngjaldsstova sett á stovn.
Hagar skuldi arbeiðsgevararnir
betala lønina hjá øllum fólkin-
um, og so kundi hvør einstakur
fara eftir lønini.
Men Martin Eidesgaad minn-
ist, at tað var ikki óvanligt, at
fólk vóru so bangin fyri at missa
arbeiðið, at tá ið tey høvdu verið
á løngjaldsstovuni eftir lønini,
fóru tey beint í handilin og settu
hana inn har, so at tey kundu
keypa fyri hana.
Glaður fyri vánaligan
fiskiskap
Hóast Martin hevur roynt mangt
og hvat, má lívsstarv hansara
sigast at vera sum útróðrarmaður
í Grønlandi.
Grønlandsævintýrið hjá honum
byrjaði í 1939, áðrenn hann var
fyltur 20 ár.
Teir løgdu nógv fyri, fyri at
sleppa til Grønlands.
– Eg var tá ið kolinum í
Rangabotni, Men so helt tað
uppat, og tá vóru vit sjey mans,
sum gjørdu av at royna at útvega
okkum ein bát, sum vit kundu
fara til Grønlands at rógva út
við.
– Vit betaltu sostatt 400 krónur
í part og fyri tað fingu vit
seksæringin, ið vit nevndu Eirik
Reyða, og við honum fóru vit so
til Grønlands við damparanum,
Niels R. Finsen. Tað vóru einir
80 mans, sum fóru yvir ta
ferðina.
Martin sigur, at hetta árið vóru
19 bátar við manning í Ravns
Stóroy. Men fiskiskapurin var
onki at reypa av.
– Aftaná havi eg mangan hugs-
að, at tað var fult so væl, at tað
var so lítil fiskur at fáa, tí á
heimferðini aftur við Niels R.
Finsen, fingu vit ódnarveður á
Kappanum.Vit vóru hálvtriðja-
hundrað føroyingar umborð, og
høvdu bátarnir í Grønlandi hetta
árið havt góðan fiskiskap, haldi
eg, at vit høvdu gingið burtur, so
ringt var veðrið.
Hann sigur, at í grønlands-
loyvinum stóð, at teir høvdu ikki
loyvi at seta seg í samband við
grønlendingar, og grønlendingar
høvdu ikki loyvi at seta seg í
samband við okkum. Ein bygd
var beint innnfyri Ravns Stóroy,
og tá ið danski eftirlitsmaðurin
ikki var í eygsjón, sníktu vit okk-
um mangan inn hagar. Og tað
vóru ongir trupulleikar, tí grøn-
lendingarnir vóru fyrsta floks.
Tá ið vit seinnu komu yvir
aftur, var alt hetta broytt, men
tað var munur á, at teir ikki vóru
so undirbrotligir longur.
Martin Eidesgaard sigur, at
hetta sama árið brast annar
heimsbardagi á, og sostatt sluppu
teir ikki yviraftur. Eirikur Reyði
stóð drigin upp í einum neysti á
Ravns Stóroy við motori í, teir
høvdu bara sjálva tendringina
heim við.
Undir øllum krígnum arbeiddi
Martin hjá eingilskmonnum,
men í 1945, fór hann við Nellu
at fiska undir Føroyum, og teir
høvdu góðan fiskiskap. Har var
hann í trý ár, tá ið hann fekk
kansin at fara við donskum skipi
til royndarfiskiskap undir Grøn-
landi fyri 1000 krónur fast um
mánaðin, og tað var rættiliga góð
løn tá.
Meiningin var, at føroyingar
skuldu læra danir at flekja og
salta og at fiska við línu.
– Teir fiskaðu inni á fjarð-
unum, út á bankarnar vildu teir
ikki. Fiskiskapurin var heldur
ikki serliga góður.
Vit vóru undir Grønlandi í
einar fimm mánaðir, sigur
Martin.
Ímeðan keyptu fámjiningar so
Vesturvík, og har fór Martin við.
– Ætlanin var at fara til
Grønlands og at rógva út við
Eiriki Reyða. Men eg stúrdi fyri,
hvussu vorðið var við bátinum, tí
nú hevði hann staðið í 10 ár, og
eg stúrdi fyri, at motorurin var
ein rustaður klumpur.
– Men motorurin sá heilt gott
út, og hann startaði við fyrsta
brest. Tað sást eisini skilligt, at
har hevði alt staðið fullkomiliga
órørt øll hesi 10 árini.
Tað tók teimum fýra mánaðir
at fáa upp í Vesturvík.
Martin Eidesgaard róði út við
Eiriki Reyða í nøkur ár, men í
1953 gavst hann, og tá gjørdu
teir av at selja hann. Men báturin
sakk, og tað var so endin á
hesum ediliga fari.
Tey árini var ein øgiligur
fiskur. Martin minnist, at tað
eina árið fiskaðu teir 110.000
fiskar. Men prísurin var í botni,
so tað kom lítið burturúr, hóast
nøgdin var stór.
Eftir at hava verið við norskum
línubáti og íslendskum garna-
bátum og íslendskum trolara.
Men hesin kapittulin í Íslandi
fekk ein bráðan enda. Veðrið var
sera ringt hetta árið, og einaferð,
teir lógu uttanfyri Grindavík,
skuldi skiparin partú til lands.
– Eg veit ikki, hvussu hann bar
seg at, men vit sigldu á land, og
báturin fór í knús. Manningin
bjargaðist tó øll í gummibátin-
um.
Hetta var ikki einastu ferð, at
Martin noyddist í gummibátin.
Eitt summarið førdi hann
Ranafoss í royndarfiskiskapi
undir Føroyum. Men nakrar
fjórðingar eystur úr Sumbiar-
enda, kom eldur í Ranafoss, so
teir máttu fara av skipinum. Ta
ferðina tók ferðamannaskipið,
Churchill, manningina upp.
Aftur til Grønlands á
egnum kjøli
Í fimtiárunum keypti Martin
sjálvur annar 15-tonsaran,
Glæmuna.
Við henni róðu teir fyrst út her
heima. Men Grønland dró, og í
1959 fóru teir til Grønlands við
Glæmuni. Teir vóru tríggir mans,
og tað tók teimum 12 samdøgur
at sigla Glæmuna yvir. Har róðu
teir so út í fleiri ár úr Føroyinga-
havnini, og síðani varð Glæman
seld.
Hóast Martin nú var tilkomin
maður, gjørdi hann av at fara á
skiparaskúla í Havn. Hetta var
bæði fyri at fáa størri part, og tí
honum dámdi at vera á brúnni.
Liðugur á skiparaskúlanum
keypti hann 30-tonsaran, Torra,
saman við øðrum, sum teir róðu
út við her. Men sum ikki einferð,
gekk leiðin yvir aftur til Grøn-
lands.
Eftir nøkur ár í Grønlandi,
komu teir heimaftur, her Torri
varð seldur.
Síðani gekk tað meiri róligt
fyri seg hjá Martini. Hann var nú
farin væl um tey seksti, og tá ið
hann fekk kans at føra sandbátin,
Karlu, tók hann av. Tað var
fittligt, og hann slapp at sova
heima hvørja nátt, og tað var
hann ikki vanur við. Eftir tað
førdi hann Skarvastein, til hann
legði frá sær gott og væl
sjeytiára gamal.
– Tað var eitt langt lív á
sjónum. Tað hava verið nógvir
beiskir og ringir dagar, men
eisini nógvir góðir dagar.
– Tað mest spennandi við
sjólívinum er, at tað eru ikki
tveir dagar sum líkjast. Veðrið
skiftir, og fiskiskapurin skiftir,
og vit vistu ongantíð, hvat vit
komu upp til um morgunin.
Tað dylist ikki, at tað er nógv
broytt, síðani Martin fór at rógva
út við pápanum.
– Eitt tað størsta framstigið er
minstalønin. Tað er eitt ómetaligt
framstig, heldur hann.
Men eitt tað allarstørsta fram-
stigið heldur hann, at tær elek-
tronisku snellurnar eru.
Martin minnist fullvæl, hvussu
tað var at draga við hond. Tað
var strævið, og akslarnar eru illa
farnar.
Men nú ein dagin lokkaði ein
tvøramaður Martin í fjørðin, og
hann hevði elektroniskar snellur
í bátinum. Hann vildi vísa
Martini, hvussu tær riggaðu.
Tað var sum ein ævintýr-
heimur hjá Martini.
– Eg sat bara býttur og hugdi.
Tað var heilt fantatiskt. At hugsa
sær, at eg skuldi púra einki gera.
Tað einasta, eg skuldi gera, var
at trýsta á ein pinn, tá ið snellan
skuldi lora aftur- og so at krøkja
av, tá ið hon var komin at borði
við fiski. Annars var bara at sita
og hyggja at.
– Men eg má eisini ásanna, at
nú er spenningurin vekk, hetta at
sita og draga og vita, um ein ella
tveir eru á, tann spenningurin er
burtur nú, sigur Martin Eides-
gaard.
85 ár – og nokk at gera hvønn dag
– Hann hevur væl og virðiliga rokkið kempualdur, men tað heldur honum
ikki aftur, og hann gongur ongan dag fyri onki
Martini dámar væl at vera eftir nátungum. Her er hann við abbadóttrini, Anniku á veg heim aftur av nátaveiði ein heystardag fyri stuttum
Martin Eidesgaard heima í stovuni, nú hann er fyltur 85. Hann hevur livað
eitt langt lív á sjónum, men táið hann nú ein dagin sá eina elektroniska
snellu fyri fyrstu ferð, stóð hann bara býttur og hugdi ímeðan snellan gjørdi
alt arbeiði fyri hann
Hoyggj, seyður og jarðarbrúk eru við til at gera, at Martin altíð hevur nóg mikið at fara upp til um morgunin
C
M
Y
K
29
28