Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-10-02, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 2. oktober 2004síða 16

‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

30 Nr. 188 - 2. oktober 2004 Nr. 188 - 2. oktober 2004 31 FRAMSÝNING Solby A. Eliasen solby@sosialurin.fo Klaksvík: Í dag, leygardagin, letur Jórun Jensen upp lista- framsýning í Norðoya Kunn- ingarstovu. Jórun hevur nógv- ar, vakrar málningar við á framsýningini í kunningar- stovuni, sum mynda serliga lands- og bygdaløg í alskyns litum. Allir eru akryl. Har eru serliga nógvir av Kunoy og Viðareiði. Jórun greiðir frá, at báðar bygdirnar vekja barndómsminni. – Vit hava summarhús á Viðareiði, og pápi mín var ættaður úr Kunoy. Og eg havi málað støðini, soleiðis sum eg minnist tey frá tí, at eg var barn, greiðir Jórun frá. Sterkir litir ganga eisini aftur í fleiri av málningunum, og teir fanga væl. Jórun hevur altíð verið fitt í hondunum. Handarbeiði hevur upptikið hana í nógv ár. Bæði veving og binding. Hon hevur eisini altíð teknað og málað nógv, men hetta er fyrstu ferð, at hon hevur eina listafram- sýning einsamøll. Framsýningin hjá Jóruni letur upp leygarmorgunin klokkan 10, har fólk kunnu støkka inn á gólvið til ein kaffimunn og okkurt afturvið. Framsýningin er sum sagt opin allan oktober mánað. Jórun Jensen, úr Klaksvík, hevur listaframsýning í Norðoya Kunningarstovu í oktober Mynd: Álvur Haraldsen Klaksvíkar Róðrarfelag varð stovnað í 1993, og áhugin hevur verið støðugt vaksandi líka síðan. Í fjør hevði felagið metár, við flestum íðkandi limum nakrantíð. Magnus Norðberg, kassameistari í KRF, sigur, at áhugin fyri komandi róðrarári er minst líka stórur sum í fjør KRF Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Hóast seinasti róðurin á ólavsøku ikki er meiri enn rógvin, so eru róðrarfeløgini runt um landið longu farin í gongd við at kort- leggja komandi kappingarár. Eisini tey í KRF eru úti um seg, og seinasta leygardag høvdu tey longu fyrsta fundin um komandi kappingarár. Hóast stevnurnar ikki byrja fyrr enn um mánaðarskiftið mei- juni, so heldur kassameistarin í KRF, Magnus Norðberg, als ikki, at hetta er ov tíðliga at byrja. – Vit høvdu hoyrt, at tað var stórur áhugi fyri at manna bátarnar komandi ár, og tí høvdu vit ein fund, fyri at fáa staðfest júst hvussu stórur áhugin er. Tað møttu eini 20 fólk, og tað sær út til, at vit fara at hava somu bátar við, sum vit høvdu í fjør, um- framt at Páll Fangi við monnum eisini verður mannaður, sigur Magnus Norðberg. Hann sigur, at nakrir bátar verða mannaðir av nýggjum, men at fleiri manningar eisini eru, sum ætla sær at halda fram. Spurdur, um teir ætla sær at manna 10 mannafarið Klaks- víking, svarar Magnus, at teir allarhelst fara at satsa uppá 8 mannafarið Nevið Reyða í fyrsta umfari. – Vit vilja heldur royna at fáa nøkur góð úrslit við Nevinum Reyða, enn at kasta okkum yvir 10 mannafarsróðurin, og fáa vánalig úrslit, sigur hann. Hann heldur fram og sigur, at tað er ein ávísur áhugi fyri at manna Klaksvíking, men at KRF í fyrsta umfarið heldur hugsar um 8 mannaførini. Úrslitini ávirka Magnus sigur, at áhugin fyri kappróðri hevur verið vaksandi líka síðani KRF varð stovnað. – Men vit merkja væl, at um bátarnir fáa góð úrslit, so er áhugin størri árið eftir. Um úrslitini kanska ikki eru so góð okkurt ári, so er áhugin heldur ikki so heilt stórur, staðfestir Magnus. Hann heldur tó avgjørt, at nógvu manningarnar í fjør gjørdu sítt til, at birta áhugan hjá klaksvíkingum. – Tað varð tosað um kappróður allastaðni, tí tá tað eru so nógv sum rógva, eru tað eisini nógv sum eru áhugað, bæði familja, vinir og onnur, sum verða knýtt at bátunum, greiðir Magnus frá. At tað ikki gekk so væl hjá KÍ í ár, vaks eisini um áhugan fyri kappróðinum. Magnus sigur, at tað er nakað, tey hava varnast fleiri ferðir. Áhugin fyri kapp- róðri svingar, sum tað gongur upp og niður hjá KÌ. – Tá KÌ ikki er í toppinum, so veksur áhugin fyri róðri. Vit hava tó minst líka nógvar áskoðarar og fjepparar, sum fótbólturin hevur, og tí er tað eisini týdn- ingarmikið, at kappróðurin fær hóskandi raðfesting, heldur Magnus. Neystið nógv nýtt Hóast kappróður er ein summar- ítróttur burturav, so standa hølini hjá KRF ikki tóm vetrarhálvuna. – Vit hava 8 rógvimaskinur, eitt renniband og vektir stand- andi í neystinum. Limirnir í KRF kunnu so leiga sær ein lykil frá okkum, og síðani venja so nógv, sum teimum lystir alla vetrar- hálvuna. Tað er sera góð undir- tøka, og fólk eru í gongd allan dagin ímillum kl 15-23, greiðir Magnus frá. Hann sigur, at tað ikki er nøkur skipað venjing fyri mann- ingar, men at tað fyri tað mesta eru einstakir rógvarar, sum vilja halda venjingina við líka um veturin. Eisini hevur KRF eina avtalu við rennifelagið Treystið. Teirra limir nýta eisini nógva tíð í hølunum hjá KRF, har teir hava egið renniband at venja á. – So hóast summarið júst er farið afturum, og eingin kapp- róður er á skránni, so er enn nógv lív og virksemi í KRF, staðfestir Magnus Norðberg at enda. Klaksvíkar Róðrarfelag: Fyrireikar komandi ár Klaksvíkar Bókasavn hevur havt tiltøk gjøgnum vetrarhálvuna í nøkur ár nú. Tiltøkini hava sum heild verið vælvitjað. Bókavørðurin Annika Egholm sigur, at í ár fara tey at gera tiltøkini meiri fjølbroytt PRÁT Solby A. Eliasen solby@sosialurin.fo Klaksvík: Mitt í býnum liggur bókasavnið. Eitt bókasavn, sum dregur nógv fólk til sín og ikki bara til at lesa ella lána bøkur. Nakrar vetrahálvur seinastu árini hevur bókasavnið koyrt við ymiskum tiltøkum fyri bæði børn og vaksin. Hetta hevur víst seg at vera ein fongur fyri savnið og gjørt, at uppaftur fleiri vitja. Annika Egholm, bókavørður, sigur, at onkuntíð hevur tað verið misjavnt við undirtøkuni, men sum heild letur hon tó væl at. – Hetta er ein máti at gera vart við okkum, og at venja fólk við at koma inn higar. Haldi sjálv, at tað er væleydnað, sigur hon. Tí samstundis sum tiltøk eru, kunnu fólk, um tey ynskja tað, lána bøkur. Og tey, ið ikki ynskja tað, kunnu ístaðin fáa eina hugnaliga løtu. Børn og ung Í fjør byrjaði bókasavnið at skipa fyri tiltøkum fyri børn í skúla- aldri. Tað er serliga hesi tiltøkini, sum tey royna at gera meiri fjølbroytt í ár. Tað fyrsta tiltakið, sum verður fríggjadagin 5. oktober klokkan 16, gongur út uppá, at børn og ung kunnu koma á bókasavnið at læra seg at binda knútar. Skótar vera har at leggja teimum lag á. – Í fjør var mest sum bara upplestur so at siga, men í ár vilja vit gera tað eitt sindur meira fjølbroytt, greiðir Annika frá. Ætlanin er at hava tiltak fyri teimum í skúlaaldri einaferð um mánaðin frá oktober til mars. Í november verður ein H. C. Andersen dagur í sambandi við at mæta danska skaldið verður 100 ár komandi ár. Tann dagin verða ævintýrini hjá honum upplisin, og hetta tiltakið er ætlað børnum við foreldrum, sum skilst. Eisini plagar bókasavnið at vera við, tá Klaksvíkar Handils- felag hevur Open by Night. Serliga hetta hevur víst seg at vera eitt gott og væleydnað tiltak. – Til dømis høvdu vit í fjør eitt kvøld í desember, har vit skipaðu fyri jólaklipp og hugna fyri bæði foreldrum og børnum. Tað var gott, og vit fara aftur at skipa fyri tí í ár, sigur Annika Egholm. Bókasavnið hevur umframt hetta eisini tiltøk fyri børnum undir skúlaaldur og vaksnum. Trongar umstøður Klaksvíkar Bókasavn hevur eini góð og ljós høli at húsast í. Annika sigur, at hølini vórðu umvæld í 2000 og 01. Tað fegnast tey um, tí hølini eru í góðum standi í dag. Um enn tey eru nakað lítil. – Til dømis, tá vit skulu hava tiltøk fyri børnunum, flyta vit allar hillarnar við barnabókum, tí annars er onki pláss. Tað er keðiligt, men tað ber kortini til, sigur hon. Eisini greiðir hon frá, at tá Eyðun Joensen, sálarfrøðingur, var á bókasavninum herfyri og helt fyrilestur, komu so nógv fólk, at øll ikki passaðu inn. – Tá fóru fleiri avstað aftur, sigur hon. Hetta heldur hon sjálvandi vera harmiligt, men samstundis er hon greið yvir, at ein víðkan av teirra hølum ikki verður veruleiki fyribils. – Vit hava so gjørt politikar- arnar varðugar við, at tað er eitt ynski frá okkara síðu. So fáa vit at síggja, sigur bókavørðurin á Klaksvíkar Bókasavni brosandi. Barndómsminni í Norðoya Kunningarstovu Allan oktober mánað hevur Jórun Jensen listaframsýning í Norðoya Kunningarstovu í Klaksvík Fjølbroytni ger munin Annika Egholm hevur verið bókavørður á Klaksvíkar Bókasavni í fimm ár. Við henni kom telduskipan inn á savnið, og síðani tiltøk av ymsum slagi, sum kunnu lokka nógv fólk Mynd: Álvur Haraldsen FESTIVALUR Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Næsta ár verður Summarfestivalurin í Klaksvík eina viku fyrr, enn hann var í ár. Frá 5. til 7. august verða festivaldagar í Klaksvík. Orsøkirnar eru fleiri. Ein av fyrireikarunum, Steintór Rasmussen, sigur, at eittnú kemur ein á henda hátt ikki í kapping við Ova-stevnuna, sum er í Nólsoy, sum tað hendi í ár. Eisini slepst undan, at skúlarnir byrja eftir summarsteðg longu mánadagin eftir festivalin. Og við at flyta festivalin fram eru møguleikarnir fyri góðum veðri heldur ikki verri, og veðrið er sum vera man av stórum týdningi fyri ein summarfestival undir opnum himli. Festivalurin verður annars nakað broyttur og útbygdur. Okkurt skal verða fyri fólk í øllum aldri, ung og eldri. Ein breiður festivalur, har øll fáa okkurt. Fyrireikararnir eru væl nøgdir við fyrsta festivalin í summar og hava tikið til eftirtektar ymiskt, ið riggaði og tað, ið kann gerast betri og øðrvísi. Festivalurin spældi væl av og talið av vitjandi í Klaksvík fór upp um alt, ið fólk og fyrireikarar høvdu torað at vóna. Broytingar og annað er nakað, sum nú verður arbeitt við og komið er ikki so langt enn, at nakað ítøkiligt kann sigast. Eisini verður arbeitt við at finna kend nøvn, sum møguleiki er at fáa hendavegin at vitja, men enn er eisini nakað tíðliga at koma fram við ítøkiligum ætlanum, men arbeitt verður av øllum alvi fyri at skapa eina minst líka áhugaverda skrá komandi ár, sum tað skráin í ár hevði at bjóða, frættist úr Klaksvík. Klaksvíkar Býráð heilsar Summarfestivalinum í Klaksvík vælkomnum. Stuðul og vælvild var givin til fyrsta festivalin, men stuðulin verður ikki minni eftir væleydnaða summartiltakið í Klaksvík í august í ár FESTIVALUR Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Steinbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Klaksvík, fegnast um nýggja aftur- vendandi tiltakið í Klaksvík, nevniliga Summarfestivalin. Býráðið sýndi vælvild í ár til fyrtsa festivalin. Kommunan tók sær av nógvum praktiskum og keypti eisini ymiskt. Men ikki bert vælvild var á skránni. Býráðið samtykti eisini at stuðla tiltakinum við 150.000 krónum. - Tiltakið eydnaðist so mikið væl, at stuðulin verður neyvan minni í ár, sigur borgarstjórin, og tá hann verður spurdur, um talan so kanska verður um 200.000 krónur, so vil hann ikki afturvísa hesum, men minnir á, at enn kann hann ikki siga nakað ítøkiligt hesum viðvíkjandi. - Men tað er greitt, at tiltakið eydnaðist betri, enn nakar tordi at vóna, staðfestir borgarstjórin, og fegnast um tiltakið, sum hevur sett Klaksvík í fokus og eitt tiltak, sum smittar av allan vegin í lokalsamfelagnum. Summarfestivalurin gerst afturvendandi tiltak Tað er nú greitt, at summarfestivalurin eisini verður hildin í 2005 Býráðið stuðlar festivalinum Longu nú er greitt, at væleydnaði Summarfestivalurin í Klaksvík í summar verður aftur á breddanum komandi ár. Leitað verður nú eftir kendum nøvnum, men ein broyting er, at festivalurin er fluttur eina viku fram Føroyski rockbólkurin Týr hevur fingið eitt sjónbandalag við á ein finskan hitlista. Tað er sangurin Regin Smiður, sum nú er í uppskoti til hitlistan. Tað ber til at atkvøða fyri sangunum á listanum, og hetta kann gerast á heimasíðuni www.yle.fi. Týr var fyri kortum í Finnlandi og spældi til tvær konsertir, og tað hevur ivaleyst verið við til, at teir eru sloppnir upp í part á hitlistanum, sum kallast Nordiska Videolistan. -ek Týr á finskan hitlista C M Y K 31 30