Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-10-02, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 2. oktober 2004síða 17

‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

32 Nr. 188 - 2. oktober 2004 Nr. 188 - 2. oktober 2004 33 Tá MáF hevði aðalfund á Glyvrum, krúnprinsabrúd- leypsdagin, 14. mei í ár bar eitt av undangongufólkunum í føroyskum sjónleiki, Jógvan Ósá, fram hesa kvøðu, nú tað í ár er liðin fjórðings øld, síðani Meginfelag áhugaleikara Føroya, varð stovnað: FØÐINGARDAGSHEILSAN Jógvan Ósá Í ár eru 25 ár síðan MáF - Meginfelag áhugaleikara Føroya - varð sett á stovn. Ein kann ikki lata vera við at hugsa, at nógv er broytt - og at tíðin gong- ur skjótt. Men 25 ár eru ikki 25 dagar - og tíðir broytast. Fyrst vil eg tó taka eitt sindur aftur í søguna hjá MáF - tí tað eru neyvan øll, sum vita, hví vit stovnaðu MáF, tann tíð tað var. Tað var soleiðis, at Føroya Landsstýri gav eitt sindur av peningi til sjónleik í Føroyum. Ikki nógv - men eitt sindur. Tann heitasti talsmaður fyri hesum var Knút Vang, sáli, sum sat í løgtinginum. Hann var - ella hevði verið - formaður í Havnar Sjónleikarfelag - og var harafturat ein frálíkur sjónleikari. Men peningurin fór fyri tað mesta til Eyðun Johannesen, sum tá var í sjónleikarahúsinum í Havn - og tað bleiv so avgjørt, at hann harumframt, eisini skuldi virka sum eitt slag av konsulenti fyri feløg uttan fyri Havnina. Hettar hildu vit uttanfyri Havn- ina - ikki riggaði nakað serligt - tí tað tóktist sum Eyðun ikki hevði tíð til onnur enn til Havnar Sjónleikarfelag. Tá ið vit so gjørdu vrøvl um hettar, varð sagt við okkum. "Ja, men stovnið eitt landsfelag fyri sjónleik, sum so fær peningin frá landsstýrinum - og sum so kann geva penginin víðari til feløgini". Hettar vóru m.a. orðini hjá Knút Vang og hjá blaðstjóranum á Dimmalætting, Georg Linden- skov Samuelsen, sála, sum eisini var fyrrverandi formaður í Havn- ar Sjónleikarfelag og harafturat ein framúrskarandi sjónleikari og umsetti eina rúgvu av sjónleik- um. Eg skal tó skoyta uppí her, at Eyðun var leikstjóri hjá okkum, tá íð vit í Sjónleikardeild KÍ spældu skemtileikin "Harvey" í 1973 - ið var ein rættulig succes. Gríma verður so stovnað - og tey fáa so mest sum allan pen- ingin, ið verður givin til sjónleik í Føroyum. Ikki var tað nógv - men eitt sindur eftir tátíðar máli- stokki. Í 1977 verður Klaksvíkar Sjónleikarfelag endurstovnað - og tankin um eitt Meginfelag fyri alt landið tekur nú aftur dik á seg. Feløgini í Havn og Klaksvík vóru um tað mundið tey mest aktivu í landinum - og vit tosaðu ofta um hetta - tá ið vit vitjaðu hvønn annan við sjónleikum - ella tá ið vit hittust - at nú mátti okkurt gerast - skuldu vit koma víðari. So hendi tað, at á sumri í 1979, er eitt seminar fyri Áhuga- sjónleikarar í Norðanlondum - serliga vent móti oyggjabúgvum - í Kumlinge á Álandi. Vit vistu onki um hetta á bygd, men havnarfólk høvdu funnið útav hesum - og eisini, at fólk her í býnum, sum ikki høvdu so nógv við áhugaleik at gera í Føroyum, vóru næstan á veg til Álands. Hetta vóru fólk, sum Oskar og Olivur kallaðu fyri "skeiðgreð- ingar" - sum meldaðu seg til alt, sum meldast kundi til - mest fyri at fáa eina bíliga uttanlandaferð. Tí tilboð vóru nógv alla staðni frá - og hini londini rundan um okkum vóru komin nógv longur enn vit á hesum øki. Eisini kundi tú sum einstaklingur melda teg inn í DATS – tað danska MáF – og soleiðis fáa at vita um øll møgulig skeið uttanlanda – eina- mest í Danmark og hinum norðanlondum. Hettar fingu Oskar Hermanson og Olivur Næss steðgað - og fingu samband við fólk í Finlandi, sum skipaðu fyri hesum seminari, at vit vóru nøkur - sum spældu áhugaleik í Føroyum - ið høvdu hug at fara. Teir, ið skipaðu fyri hesum døgum á Álandi, tóku væl ímóti okkara áheitan, at vit skuldu koma – og vit fingu eisini pen- ingaligan stuðul til ferðina. Vit vóru so fimm, ið fóru avstað - til nakrar deiligar og áhugaverdar dagar á Álandi. Tey, ið fóru, vóru: Olivur og Margretha Næss, Johan Seyer Hansen, Steinbjørn í Dali úr Havn og undirritaði úr Klaksvík. Eisini vóru børnini hjá Olivur og Margrethu, Kristina og Jens Tummas, við. Vit vóru rættuliga nýggj og óbúgvin at luttaka í slíkum selskapi. Her vóru áhugaleikarar úr øllum Norðanlondum - Danmark, Svøríki, Noregi, Finlandi, Íslandi, Álandsoyggjum og úr Føroyum. Tá ið hinir norðurlendingar tosaðu um, hvat tey meintu, at teirra meginfelag skuldi taka sær av – kundu vit ikki rættuliga verða við, tí vit høvdu jú ikki eitt sovorið landsfelag. Men vit lurt- aðu væl – og fingu hugskot, hvat eitt tílíkt felag skuldi taka sær av osv. So vit fingu nógv burturúr - og vit lærdu nógv - men tað "størsta" - um man kann siga tað soleiðis - var, at vit á einum rúmi á Hotel Pommern í Mariuhavn í august 1979 - eftir at seminarið var liðugt, gjørdu av, at tá ið vit komu heim aftur til Føroya, vildu øll fara í gongd við, at eitt meginfelag fyri alt landið fyri áhugaleikarar, varð sett á stovn í Føroyum. Komin heimaftur fóru Havnar Sjónleikarafelag og Klaksvíkar Sjónleikarafelag í gongd við hettar. Tveymanna nevnd varð sett við Oskari Hermansyni, formanni í Havn og Hans David Matras, ið var formaður í Klaksvík. Og nú var borið skjótt at. Tí hóast sjónleikardagarnir á Álandi vóru frá 10. –12. august 1979, varð MáF sett á stovn longu 23. september 1979. Hettar var ein góður dagur í sjónleikarahúsin- um í Havn – og lagið var óført við borðið. Við borðendan sat sjálvur Oskar – og "foldaði" seg út, sum bara hann kundi gera. Eg minnist ógvuliga væl, at vit høvdu tað sera stuttligt og flentu við tárum. Oskar og Hans David høvdu hugt eftir, hvussu hini londini skipaðu eitt tílíkt lands- felag – tó var nokk mest hugt eftir, hvussu var gjørt í Íslandi og Danmørkini. Avgjørt var áðrenn stovnandi fundin, at hetta skuldi verða ein 5-manna nevnd og at Havnar Sjónleikarfelag skuldi hava 3 nevndarlimir og Klaks- víkar Sjónleikarfelag 2 nevndar- limir – og at Klaksvíkin skuldi hava fyrsta formannin. Fyrsta nevndin var: Formaður var undirritaði, Gulla Øregaard var næstformaður, Sverri Eg- holm skrivari, Suni Svabo Samu- MáF á einum vegamóti – MáF hevur nú 25 ár á baki. Vit, sum hava verið við alla tíðina, spyrja, hvar tíðin er farin, men vit síggja eisini, hvussu stóra framgongd sjónleikur í Føroyum hevur havt tey seinastu 25 árini segði Jógvan Ósá á aðalfundinum fyrr í ár Frá fyrsta MáF skeiðnum, sum varð hildið á Landsbókasavninum í 1980. Her luttakararnir saman við Bent Rasmussen, ið situr í miðjuni Hetta er fyrsta nevndin í Leikpalli Føroya. Myndin er frá 1991. Frá vinstru: Egi Dam, Olivur Næss, Dánjal Joensen, formaður, Jógvan E. Ósá, Malan Johannesen og Hjørdis Trónd elsen kassameistari og Oddva Nattestad, nevndarlimur. Eitt tað fyrsta vit fóru í holt var at fáa okkum limaskap í Nordisk Amatørråd – NAR – tí her sóu vit møguleikar at skipa fyri skeiðum saman við teimum – og NAR, ið fekk stuðul frá Nordisk Ministerråd, hevði møguleika at stuðla okkum peningaliga – og at skaffa okkum skeiðleiðarar. Og tann 31. mei 1980 gjørdist MáF limur í NAR og hjástødd í Bø í Telemark í Noregi við hesa løtu vóru undirritaði og Oddva Natte- stad. Minnist at Olivur Næss ringdi til okkum tann dagin, og tá ið hann fekk at vita, at føroy- ingar nú vóru limir í NAR, fór Merkið í Sjónleikarhúsinum í Havn í húnar hátt. Vit høvdu ikki nógvan pening um hendi ta fyrstu tíðina og máttu út í landsstýrið at biðja Dánjal Paula Danielsen, lands- stýrismann í mentamálum, um peningaligan stuðul - 10.000,- so vit kundu sleppa til Noregs. Og tað var okkum játtað. Tað fyrsta skeiðið, íð MáF skipaði fyri, var hildið úti á Landsbókasavninum og mundu vit verða eini 20 fólk á skeiðnum. Tað varð hildið yvir fleiri dagar – og so vítt eg minnist var tað um páskahalg- una. Skeiðleiðari var Bent Ras- mussen úr Danmark, og hettar var eitt sera gott skeið, sum vit fingu nógv burtur úr. Við endan av 1980-inum varð mett, at vit áttu at fingið eina broyting viðv. tí peningi, sum vit fingu frá Føroya Landsstýri, og tá var so Leikpallur Føroya settur á stovn í 1989, og hevur leikpall- urin virkað síðan – tó mest til at býta peningin so "kristiliga" sum gjørligt ímillum yrkisleik og áhugaleik – og at geva stuðul til skeiðvirksemi v.m. Upprunaliga var longu tá ætlan um at seta Tjóðpall Føroya á stovn, men tað fekst ikki politiskur meiriluti fyri tí tá. Man var tá bangin um, at ov nógvur peningur vildi fara til lønir. Nú skal eg ikki vera "óreinur" – men við Leikpalli Føroya slapp Føroya Landsstýri "lættari". Nú sluppu teir frá at taka støðu til, hvussu nógvan pening hvør bólkur – yrkisleikarar og áhuga- leikarar – skuldu hava. Teir lótu eina "pulju" – ein "blokk" og so kundu vit sjálvi sláast um býti av peninginum. Tó. Ongin ivi er um, at Leikpallur Føroya var hart tiltrongdur – hevur verið til nyttu og hevur verið ein slóbrótari fyri tí, sum nú skal henda – Tjóðpall- ur Føroya. Fyrsta nevnd í Leikpalli Før- oya var: Dánjal Joensen, for- maður, Malan Johannesen, næstformaður, Olivur Næss, Hjørdis Trónd, Egi Dam, og Jógvan E. Ósá, vóru nevndar- limir. Nú heldur onkur kanska, at nokk er tosða um fortíðina og søgu – men eg helt, at hettar skuldi við, áðrenn tað fer í gloymskuna. Eisini at tey yngru fáa at vita, hví MáF bleiv til. MáF er nú komið á eitt vegamóti, nú Tjóðpallur Føroya verður settur á stovn. Hettar hava vit leingi hildið verið neyðugt, um vit skulu koma víðari. Nú hava vit fingið eina rúgvu av útbúgvnum fólki á sjónleikar- økinum, og um tey framhaldandi skuldu verða til, mátti okkurt henda. Her hugsi eg m.a. um, at tey fáa løn – ársløn – nøkur av teimum – og ikki bert løn frá einum verki til annað. Um tað heldur fram, sum tað hevur verið í nógv ár, so missa vit hesi fólk, og tað hava vit ikki ráð til, allarminst MáF. Lina Larsen fann uppá hugtakið: "Yrkisleikur kann ikki liva uttan áhugaleik, og áhugaleikur kann ikki liva uttan yrkisleik". Og tað er so satt sum tað verður sagt. Tjóðpallur Føroya verður nú settur á stovn ein av fyrstu døgunum, aftaná ein "sveran fødsil". Meiningin var, at hann skuldi fara at virka frá 1. januar 2004, men orsaka av valinum, var hettar útsett og hann er ikki farin at virka enn. Men nú tá ið fíggjarlógin fyri 2004 er sam- tykt, er onki í vegin fyri, at hann nú fer til arbeiðis. Nýggi landsstýrismaðurin í menta- málum koyrdi 300.000,- krónir av, tí sum fyrra landsstýri hevði ætlað, men tað løgna hendi – og gleðiliga – at fíggjarnevndin sá, at um Tjóðpallur Føroya skuldi fara at virka, so sum ætlað, var neyðugt við meira peningi – og koyrdi tær 300.000,- krónurnar uppá aftur. Hetta eiga vit at vera fíggjarnevndini ógvuliga takk- som fyri og senda teimum heilsu av hesum stað. Vit fara nú at fáa sjónleikarar, sum fáa fulla ársløn í eitt avíst áramál – 3-5 ár, við møguleika fyri enn longri tíð. Áhugaleik- urin vil fáa sítt – og tann triðja loysnin, sum nú er komin afturat, - og sum kanska er tað mesta áhugaverda - er, at nú kann landsstýrismaðurin í menta- málum lata stuðul til ávísar verkætlanir – har kanska bæði yskisleikarar og áhugaleikarar – verða við – og fáa løn fyri tað. MáF hevur nú 25 ár á baki. Vit, sum hava verið við alla tíðina, spyrja, hvar tíðin er farin, men vit síggja eisini, hvussu stóra framgongd sjónleikur í Føroyum hevur havt tey seinastu 25 árini. Tó vil eg siga eitt, sum kanska ikki verður so lætt hjá øllum at svølgja. Og tað er, at eg haldi, at áhugaleikurin í nógvum føri, er blivin alt ov dýrur. Tað eru verk- ætlanir, sum kosta fleiri 100.000,- krónur, og skal MáF gjalda hetta, ja, so er onki eftir til hini feløgini. Tí mugu feløgini vísa hógv. Veit væl, at vit seta øðrvísi krøv til okkum sjálvi í dag enn áður, og tað skulu vit eisini, men máti skal vera við – og vit hava – ikki enn í hvussu so er – pening til allar verkætl- anir, um tær skulu kosta so nógv. Vit hava nógv at takka MáF fyri hesi 25 árini, og at fram- gongd hevur verið alla tíðina, vil eg pástanda, skyldast ikki minst MáF og teimum, sum hava staðið á odda fyri hesum lands- felagsskapi. At byrja við vóru vit tvey – í dag eru 17 limafeløg, meira ella minni virkin. So framhaldandi – góða eydnu og blíðan byr. Undirritaði var við í nevndini í MáF í 10 ár og nú í nevndini fyri Leikpall Føroya í 15 ár, tvs. verið við øll 25- árini í MáF hevur verið til, so nú er tíð hjá mær at siga takk fyri meg og tað geri eg eisini nú. MáF-nevndin í 1980-unum. Fv. Gulla Øregaard, formaður, Jógvan E. Ósá, Kári Andreasen, Høgni Joensen og Dánjal Joensen Frá Norðurlendskum Ungdóms- sjónleikaraskeiði í Norðurlanda- húsinum, sum MáF skipaði fyri – har luttakarar og lærarar vóru úr øllum Norðurlondum. Ein av lærar- unum var Helga Hjørvar úr Íslandi, núverandi leiðarin í Norðurlanda- húsinum. Hon situr í næstfremsta rað nr. 5 frá høgru Her eru so eisini nógv ung fólk, sum tey seinastu mongu árini hava myndað sjónleikin í Føroyum. So skeiðvirk- semið hjá MáF hevur borið frukt C M Y K 33 32