leygardagur 2. oktober 2004síða 18
‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
34
Nr. 188 - 2. oktober 2004
Nr. 188 - 2. oktober 2004
35
TINGHELLUANALYSAN
Kári á Rógvi
kar@faroe-law.fo
"Eg atkvøddi faktiskt fyri
teimum $87 milliardum, áðrenn
eg atkvøddi ímóti... hatta er eitt
fløkt mál." Hesi orðini hjá John
Kerry tykjast nærum fara at
kosta honum valið í heyst.
Kerry royndi at greiða frá, hví
hann atkvøddi ímóti eini játtan
til amerikanska stríðið í Iraq.
Rætt er, at málið er fløkt, tí
amerikanskir tingmenn atkvøða
ikki bara fyri ella ímóti upp-
skotum frá fyrisitingini, alt eftir
hvat flokkur teirra sigur. Sum
senatorur var Kerry ikki nøgdur
við allar ásetingar í hesi
játtanarlóg og atkvøddi tí ímóti
við síðstu viðgerð í tinginum.
Men, hvussu greiður tú tús-
undtals herfólki og milliónum av
skyldfólki og kenningum hjá
teimum frá, at tú atkvøddi ímóti
at játta pengar til millum annað
skottryggar vestar?
Føddur við silvurfóti í
kjafti
George W. Bush er ikki tann
mest upplagdi forsetin.
Amerikanska samveldið hevur
fostrað ótaldar vísindamenn,
leiðarar og tingfólk. Tað skuldi
ikki skorta uppá evni at staðið á
odda fyri teimum øllum somlum.
Hví vísa kanningar (fylg við á
t.d. www.c-span.org), at meiri-
lutin í umleið 30 statum aftur vil
hava henda mannin til forseta?
Henda mannin, sum tosar
eingilskt nakað sum Lasse Klein
kundi ørkymla við sínum
málblómum, og sum virkar at
hava arvað valdið, men ikki
evnini, frá pápanum og abb-
anum?
Tað er ikki sørt av "alment
starv, fer tá í arv" yvir George W.
Bush, sonur George H. W. Bush.
Fyrrverandi løgmaðurin í
landinum Texas, Ann Roberts
segði um tann ikki so tungu-
snilda George: "Poor George, he
was born with a silver foot in his
mouth." Hon meinti, at hann var
føddur við rættindum framíhjá,
men tosar sum ein - sum
amerikanarar siga - ið hevur
fótin í kjaftinum.
Men, hvat hendi? George W.
Bush vann og gjørdist guver-
nørur í Texas. Hesin forkelaði
babbasadrongur við knúti á
tunguni megnaði at vinna í
statinum hjá Lyndon B. Johnson,
har sjálvt tey deyðu plagdu at
atkvøða fyri demokratunum,
enntá í stríði við vælumtóktan,
sitandi kvinnuligan løgmann.
Hetta sigur ikki sørt um tann
góða W. Sjálvur sigur hann, at
sum sonur pápa sín arvaði hann
helvtina av vinunum og allar
fíggindarnar hjá 41. forsetanum.
At hann sjálvur gjørdist 43.
forsetin er fyri stóran part tí hann
altíð er undirmettur, og tí spin-
doktarin Karl Rove, altíð syrgir
fyri frammanundan at gera Bush
til "the underdog," tann vanliga
mannin, sum sjálvur hevur roynt
at vera í vinnuni, men sum ikki
dugir øll tey somu fínu og
fronsku orðini sum teir
vinstrahallu nørdarnir, sum stilla
upp fyri demokratarnar.
Í blaðnum The Atlantic (fæst
til keyps hjá P.A. Restorffs)
skrivaðu tey um júst kjakið
ímillum Bush og Ann Roberts.
Meðan Roberts tosaði sum rættur
politikari við ótaldum fyrivar-
num og nógvum sjálvrósi, helt
yngri Bush seg til nøkur fá, greið
vallyfti um skúlar, skatt og
skaðaendurgjald.
Bush er væl útbúgvin og
gløggur aftanfyri tunguballið, og
er í roynd og veru nógv dugna-
ligari enn summi vilja halda.
Valstríðið
At valstríðið er ørðvísi í USA
enn í Føroyum sæst uppá mangar
mátar. John Kerry takkaði fyri at
vera vorðin kosin demokratiskt
valevni umgyrdur av vápnafeløg-
um úr Vietnam. Kerry vildi bæði
vísa á, at hann hevur verið
djarvari enn Bush, ið ongantíð
var í Vietnam, og at hann
samstundis hvørki er ræddur fyri
ella ímóti at føra kríggið í Iraq til
endans.
Síðani hevur Kerry ferðast
runt hetta stóra samveldið við 50
limalondum. Hann hevur talað
við skúlar og brandstøðir,
ítróttarvallir og fundarstøð.
Kerry er bæði klókur og djarvur,
hevur sera drúgvar royndir á
tingi, er útbúgvin lógkønur og
hevur virkað sum advokatur.
Áðrenn Kerry gjørdist val-
evnið hjá demokratiska flokk-
inum, noyddist hann tó at stríðast
ímóti fleiri øðrum í uppstill-
ingarvalinum hjá flokkinum.
Serliga Howard Dean lá leingi
væl fyri, men mátti at enda lúta.
Dean er fyrrverandi guvernørur í
Vermont og er eftir amerikansk-
um viðurskiftum rættiliga
vinstravendur og er harliga ímóti
krígnum í Iraq. Hetta noyddi
Kerry at royna at tekkjast
veljarunum longur úti til vinstru.
Tað hevnir seg nú, tí republikan-
ararnir siga Kerry ikki bara vera
vinstravendan, men serliga at
Kerry broytir støðu í heilum.
Ein felagskapur hevur goldið
fyri lýsingar, sum vísa Kerry
sum windsurfara (tað er hann),
sum broytir kós alt eftir, hvussu
politiski vindurin blæsur. Annar
felagskapur við fyrrverandi
Vietnam-hermonnum hevur
ákært Kerry fyri at vera óheiður-
ligan, siga at hann hevði ikki
uppiborðið heiðursmerki síni, og
kalla tað landasvik, at Kerry í
síni tíð lat frá sær heiðursbondini
at mótmæla krígnum í Vietnam.
Júst slíkar herferðir merkja
valstríðið. Felagskapir á báðum
veingjum savna inn pengar at
leypa á tað valevnið, sum teir eru
ímóti. Tann herda lóggávan
hevur gjørt tað trupult at lata
valevnunum nógvar pengar.
Mark er sett fyri, hvussu nógv
fólk kunnu lata í beinleiðis
stuðli, nøvnini vera almanna-
kunngjørd, og mark er fyri,
hvussu nógv valevnini kunnu
brúka av pengum. Men felags-
skapir fáa brúkt óavmarkaðar
pengar, um teir bert siga seg
vilja føra fram ávís sjónarmið
uttan beinleiðis at stuðla nøkrum
valevni.
Kerry hevur sínar stuðlar
millum listafólk, fakfeløg,
vinstravend og býarfólk. Bush
fær serliga kristna høgravongin,
vinnulív, fólk í forstaðum og á
bygd at stuðla sær. Valstríðið er
merkt av, at valevnini royna at
fáa stuðul frá týðandi persónum
og felagskapum. Mangir felags-
skapir, alt frá fakfeløgum og
vinnufelagskapum til universitet
og studentafeløg stuðla alment
ella nærum alment ávísum
valevnum.
Amerikanarar velja í veruleik-
anum ikki ein persón at stýra
øllum samveldinum. Teir velja
ímillum tvær stórar samgongur.
Við at hyggja at, hvør stuðlar
hvørjum av forsetaevnunum ber
til at síggja, hvussu politikkurin
hjá teimum fer at vera, og hvønn
teir fara at tilnevnna. Valdið hjá
forsetanum liggur fyri stóran part
í at tilnevna ella skjóta upp
túsundtals embætisfólk, stjórnar-
limir, stjórar, stýrislimir, dómarar
og onnur í størv og sessir. Tað er
millum annað tí, at áhugafelags-
skapir gera nógv fyri at fáa sínar
veljarar á val, fyri at fáa ávirkan
seinni; valstríðið er tí fyri stóran
part beinleiðis roynd hjá bólkum
og felagskapum at fáa lyfti frá
valevnum og síðani at fáa
limirnar allar at stemma uppá tað
eina valevnið.
Sum dømi kunnu vit nevna teir
mongu veljararnar á sonevnda
kristna høgraveinginum, sum
ma. vilja hava almennan stuðul
til kristnar skúlar og berjast
ímóti fosturtøku. Hesi skipaðu
seg longu í 1970’unum og vóru
við til at velja Reagan eins og at
fella eldra Bush.
Kríggj og orðaskifti
Tann eldri George Bush tapti
valið í 1992, sjálvt um hann júst
tá hevði vunnið fyrra golf-
kríggið og rikið Saddam Hussein
úr Kuwait uttan stórvegis tap. So
tað var at væntað, um yngri Bush
eisini tapti eftir at vera komin at
standa fastur í mesopotanska
sandinum og eftir at hava mist
fleiri enn 1.000 herfólk. Men
munurin tykist vera, at amerikan-
arar stuðla forsetanum meðan
landið enn er í kríggi.
Nýliga talaðu bæði Bush og
Kerry fyri felagnum hjá the
National Guards, herfólki hjá
einstøku statunum. Bush talaði
um frælsi, dyrvi og týdningin hjá
familjunum, ið heima sita. Kerry
afturímóti leyp á forsetan fyri
ikki at hava tryggjað sær undir-
tøku frá øðrum londum, fyri at
dylja fyri fólkinum, og fyri ikki
at duga at sleppa úr aftur
stríðnum. Hóast Kerry sjálvur er
tann royndi hermaðurin, fekk
hann verri enn somu undir-
tøkuna.
Kerry royndi fyrstu tíðina eftir
at vera vorðin almenna valevnið
hjá demokratunum at fáa inn-
lendismál á dagskránna, men tað
eyndaðist ikki. Nú roynir hann at
leypa á Bush fyri hurlivasan í
Iraq. Men Bush hevur klárað seg
so væl í valstríðnum, at sjálvt
New Jersey, ið bert hevur atkvøtt
fyri republikanara í nýggjari tíð,
tá Reagan var afturvaldur, er
vorðin stríðsvøllur. Republi-
kanska floksráðstevnan í New
York hevur økt talið av repu-
blikanskum atkvøðum bæði í
New York og lítla granna-
statinum New Jersey. Har er
fyrrverandi borgmeistarin í New
York Býi, Rudolph Guiliani, sera
væl umtóktur, og ráðandi
demokratarnir eru tengdir at
fleiri gølum.
Við einans um 5 prosentum av
arbeiðsloysi, við sera trúgvum
stuðlum, við at halda týðandi
vallyfti um útbúgving og skatt,
við áhaldandi kríggi móti
yvirgangi (óvist er jú nær kríggj
ímóti einum hugtaki endar), er
trupult at koppa sitandi forset-
anum.
Skal nakað broyta gongdini, so
má tað vera beinleiðis orðaskifti
millum valevnini. Hetta átti at
verið styrkin hjá Kerry, ið so
mangan hevur vunnið orðaskifti í
heimstati sínum. Men fyrsta
debattin vísti, at forsetin dugir at
knýta seg til sínar mest týðandi
stuðlar og at vera tann greiði og
einfaldi (hóast mismaltur). Kerry
roynit at greiða frá støðu síni,
men hon oftani at vera skiftandi,
torgreidd og heldur lunkað. Hjá
Bush er vanliga ongin slingur í
valsinum. Hann krympar eyguni
saman og hyggur beint inn í
kameraið: "tað er onki fløkt mál
at stuðla okkara monnum og
kvinnum í Iraq, antin stuðlar tú
teimum ella ikki!"
Amerikanska valstríðið er í
øllum førum eitt stríð millum
ymsar kreftir.
Bush ella Kerry?
Val er í USA í november; amerikanarar fara
at velja fólk í túsundtals sessir frá sheriffum
til guvernørar og frá tingfólki í statunum til
forsetan fyri alt amerikanska samveldið
Avbjóðararnir
Mynd: Reuters
Amerikanski veljarin
nýtir nógva tíð framman
fyri sjónvarpskíggjanum,
og tískil verður ameri-
kanska forsetavalið eisini
avgjørt á skíggjanum
FORSETAVAL
Heri á Rógvi
heri@sosialurin.fo
Amerikanski valdysturin er rætti-
liga serstakur. Sum nevnt í aðra-
staðni í Tinghelluni, eru fleiri
størri herferðirnar ímóti tí eina
valevninum.
Lýsingaherferðirnar eru serliga
at síggja í teimum sokallaðu
Swing states, sum verða um-
røddir aðrastaðni á síðuni. Tað er
har, at lýsingarnar veruliga gera
ein mun.
Lýsingarnar, sum serliga eru at
síggja í sjónvarpi, eru bæði frá
flokkunum sjálvum, men í al-
stórum mun eisini frá ymsum
felagsskapum. Passivi sjónvarps-
hyggjarin verður væl fórðaður
vikurnar undan forsetavalinum.
Beinleiðis kjak
Av øllum sjónvarpsvalstríðnum
verður beinleiðis kjakið millum
valevnini mettt sum tað týdning-
armesta.
Forsetavalevnin dystast tríggjar
ferðir í beinleiðis kjaki í ameri-
konskum sjónvarpi, og varafor-
setaevnini sleppa eisini eina ferð
at standa fyri skotum framman
fyri myndatólunum. Tað fyrsta
kjakið var hóskvøldið - ameri-
kanska tíð. Næstu 12 dagirnir
verða so tey írestandi umførini
av sjónvarpskjakinum. Irak
kríggið og uttanríkispolitikkur
vóru á dagsskránni í fyrsta um-
farinum og teljast eisini millum
avgerandi lutirnar í valstríðnum.
Í teimum næstu umførini verður
borað djúpri í onnur evni. Hyggj-
aratalið kann lættliga sníkja seg
upp á hundraðtals milliónir.
Báðir partar ásannað tann stóra
týdning, ið sjónvarpskjakið
hevur. So stóran týdning, at tað
kann verða avgerandi fyri valið.
Í skrivandi stund hevur Bush
fatur á rætta endanum í veljara-
kanningunum. Og tískil stendur
nógv á Kerry. Hann hevur alt at
vinna í sjónvarpskjakinum. Eyg-
leiðarar í fleiri stórum ameri-
konskum bløðum meta, at tað er
her, at Kerry noyðist at klára seg
væl. Fólk kenna Bush, og hvat
hann stendur fyri, men nú skal
Kerry vísa, hvat hann hevur at
bjóða.
Reka fólk á val
Umframt at nýta sjónvarpsmiðil-
in royna flokkarnir eisini at
ávirka fólk sum best á annan
hátt. Í hvørjum býi verða val-
kontór sett á stovn, har sjálv-
boðin royna at fáa boðskapin hjá
teirra valevni fram. Hetta verður
ofta gjørt við at ringja til fólk.
Mett verður, at hetta eisini gevur
góð úrslit. Eisini ymsir felags-
skapir og áhugabólkar nýta
hendan hátt fyri at fólk at velja
teirra valevni. Ein rættiliga stórur
partur av amerikonsku
veljarunum verða roknaðir sum
sofaveljarar.
Fyri at fara á val, skalt tú
sjálvandi hava valrætt, men tú
skalt eisini skrásetast. Hetta er
ein avgreiðslu spurningur, men
tað eru ikki øll, sum lata seg
skráseta sum veljarar. Vallut-
tøkan er langt frá tann sami sum
í Føroyum, og tískil hevur tað
risastóran týdning, hvussu nógv
fólk fáast á val.
FORSETAVAL
Heri á Rógvi
heri@sosialurin.fo
Í Føroyum hevur seinnu árini
dúgliga verið tosað um eina
politiska polarisering. Samband-
loysing ásin í føroyskum
politikki hevur munin móti góðu
gomlu høgra-vinstra ásini. Men
tað er lítið av miklum, tá hugsað
verður um USA. Har ert tú
demokratur ella republikanari.
Tú ert entin reyður ella bláur.
Eins og nakrar føroyskar bygdir
og nakrir føroyskir býir hava
lyndi til at velja somu flokkar og
kanska somu fólk val eftir val, so
sæst aftur ein munandi meira
ógvusligt mynstur í USA. Í USA
er forsetavalið í roynd og veru
eitt val millum tvey valevni.
Hetta gevur av sær sjálvum eina
polarisering. Í USA eru tó fleiri
statir, sum í roynd og veru eru
púrt einki spennandi í valdyst-
inum. Teir verða roknaðir sum
entin republikanskir ella demo-
kratiskir. Tað er heldur ikki so
løgið, um hugt verður eftir úrslit-
inum seinastu ferðirnar. Har er
munurin millum høvuðsvalevnini
í nógvum av statunum millum 25
og 30% - og heilt upp í 40 og
70%.. Teirra millum eru statir
sum New York og Texas. Tá
Bush vitjar í New York er tað
meira fyri at savna pengar og
stuðlar enn fyri at fáa atkvøður.
Meðan Gore valla gjørdi sær teir
stóru tankarnar um Texas fyri
fýra árum síðani.
Avgerandi verða teir sokallaðu
Swing states. Hesir eru teir stat-
irnir, sum søguliga hava lyndi til
skifta millum republikanska og
demokratiska valevni. Aðrastaðni
á síðuni sæst ein talva yvir
Swing states.
Forsetavalevnini skulu so gera
upp við seg sjálvi um, hvar teir
skulu føra teirra valdyst. Valið
verður 2. november, og tað er
altavgerandi fyri valevnini,
hvussu teir býta sína tíð út á
statirnar.
Àhugavert er, at øll eru greið
um, hvønn týdning hesir góðu
Swing states hava. Á fleiri
heimasíðan fyri Bush ella Kerry,
verður heitt á fólk í teimum
tryggu statunum um at fara til
ein Swing state fyri at stuðla ella
senda pengar.
Valmenn
Kjarnin í øllum hesum er ameri-
kanska valskipanin. Eitt ameri-
kanskt forsetaval er ikki eitt stórt
landsval, men fimmti ymisk.
Hvør statur hevur eitt ávíst tal av
electoral votes ella valmonnum. Ì
alt eru 538 electoral votes.
Vinnarin í hvørjum stati fær allar
electoral votes hjá statinum. Eitt
nú fekk Al Gore fleiri atvkvøður
til seinasta val enn George Bush,
men sitandi amerikanski forsetin
hevði fleiri electoral votes í
sínum parti.
Kerry tørvar 10
Skal John Kerry gera sær nakra
vón um at gerast amerikanskur
forseti, so skal hann fyrst av
øllum vinna valið í øllum
teimum "demokratisku" statun-
um, har tað verður roknað við, at
hann vinnur. Tað rokna teir flestu
eygleiðarnir og valserfrøðing-
arnir eisini. Harumframt skal
Kerry eisini vinna teir "Swing
states", sum Al Gore vann
seinast. Men tað er ikki nóg
mikið. Al Gore var bert fýra
electoral votes frá at gerast
amerikanskur forseti, men broyt-
ingin í fólkatalinum í teimum
ymsu amerikonsku statunum ger,
at Kerry nýtist tíggju electoral
votes fyri at vinna - treytað av, at
hann vinnur í somu statum sum
Al Gore ella vinnur tilsvarandi
electoral votes. I skrivandi stund
benda veljarakanningar á, at tað
verður í statum sum: Colorado,
New Mexico, West Virginia,
Pennsylvania og ikki minst
Florida, at tað verður avgjørt,
hvør verður amerikanskur forseti
komandi fýra árini.
Statur
Valmenn
Munur í 2000
Arizona (GB)
10
6,29%
Arkansas (GB)
6
5,45%
Colorado (GB)
9
8,36%
Florida (GB)
27
0,01%
Iowa (AG)
7
0,32%
Louisiana (GB)
9
7,67%
Maine (AG)
4
5,14%
Michigan (AG)
17
2,41%
Minnesota (AG)
10
2,41%
Missouri (GB)
11
3,34%
Nevada (GB)
5
3,54%
New Hampshire (GB)
4
1,27%
New Mexico (AG)
5
0,06%
North Carolina (GB)*
13
12,83%
Ohio (GB)
20
3,51%
Oregon (AG)
7
0,44%
Pennsylvania (AG)
21
4,17%
Tennessee (GB)
11
3,87%
Virginia (GB)
13
8,03%
Washington (AG)
11
5,58%
West Virginia (GB)
5
6,33%
Wisconsin (AG)
10
0,22%
235
*Vanliga ein replublikanskur statur, men er tikin við
tí John Edwards er senatorur í North Carolina.
Summir svinga meira enn aðrir
Av teimum fimmti statunum í USA verða atkvøðurnar í 22 teirra avgerandi
fyri, hvør fer at vinna forsetavalið 2. november
Yvirlit yvir Swing States. Ì klombrum sæst, hvør vann í 2000. GB=George
Bush og AG=Al Gore. Munurin er millum tey bæði høvuðsvalevnini. Í 2000
stillaður Nader og Buchanen eisini upp, men fingu ikki nevnivert av
atkvøðum í hesum sambandinum
Sjónvarpskjakið avgerandi
Beinleiðis kjakið millum
valevni í sjónvarpi verður
væntandi avgerandi fyri,
hvussu úrslitið av
amerikanska
forsetavalinum verður
Mynd: Reuters
C
M
Y
K
35
34