Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-10-02, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 2. oktober 2004síða 19

‹ fyrra síða allar 29 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

36 Nr. 188 - 2. oktober 2004 Nr. 188 - 2. oktober 2004 37 TINGHELLUKRONIKKIN Johan Mortensen johan_m@post.olivant.fo Amerikanski dreymurin. Landið har hin fátæki avísdrongurin verður forseti. USA, Land of the free. Tað vóru tær veldugu hug- sjónirnar og humanistar sum Jefferson Washington og Lin- coln, sum myndaðu henda nýggja heimspartin og hagar fólk úr Europa og Asiu søktu sær friðskjól undan trælkan og forfylging. Eg má eisini nevna statin Pennsylvania, har full- komið trúarfrælsi valdaði. Vónin um eitt betri og mann- sømandi lív dró eisini føroyingar handavegin. Fleiri komu væl fyri, men ikki allir. So seint sum i vikuni segði ein mær frá einum langommubeiggja, sum fór til USA fyrst i hesi øldini. Heim- ildarmaður mín segði, at hann hevði funnið eitt bræv frá hon- um, har hann segði skyldfólk- unum í Føroyum frá, at hann var farin á húsagongd, hevði "speku- lerað" á Wall Street og mist allan peningin. Hann kom ongantíð heimaftur. Nøvn sum Edison, Rocke- feller, Bell, Wall Street, Ford, Carnegie, Disney, Kennedy, Al Capone, Luis Armstrong, Jimi Hendrix, Marylin Monroe, Elvis, Martin Luther, Billy Graham, Muhamed Ali, Bob Dylan Sinatra, Clinton, eru øll partar av okkara føroyska samleika og so fitta søgan um heimasands- gentuna, sum streyk skjúrturnar hjá Rockefeller yngra ! USA hevur sanniliga gjørt sítt fyri heimsfriðin. Allir teir ungu amerikanararnir, sum fullu í báð- um heimsbardøgunum, í skot- grøvunum í Verdun, kvaldir í sinnopsgassi ella pettaðir sundur á Omaha Beach. Var tað ikki fyri USA vóru Føroyar ídag uttan iva ein fittur fiskaframleiðari hjá Triðja Ríkinum og við nasistiska merkinum veitrandi á løgtings- vøllinum. Hiroshima og so Marshallhjálpin, sum eisini lat til Føroyar. Mjørkadalur, Sornfelli, friðargongur. Vietnam, Vietcong, My Lai, allir hesir ræðuleikar fingu okkum at vakna úr okkara barna- svøvni og seta spurnartekin við, at 2,5 mio vietnamesarar vórðu slaktaðir - fyri hvat?. Teir vóru kommunistar varð sagt. Og so fór alt fyri bakka við Watergate, Nixon, Afghanistan, Iran Contra, Nicaragua. Okkara hugnaliga føroyska hugmynd av USA mátti víkja fyri real- politikki. USA er ídag størsta supertjóð í heiminum og er tað USA, sum setur politisku dagskránna og alt amerikanskt fær ávirkan her heima. Rentustøðið í USA ávirkar okkara rentustøðu, virði á dollaranum hevur stóran týdn- ing fyri oljuprísin og á okkara fiskaútflutning til USA. Gjøgum Ríkisfelagsskapin eru Føroyar bæði partur av NATO og tekniskt í kríggj saman við USA móti Irak! Vit hava avbyrgt havnina í Tórshavn fyri at verja okkum móti terroratsóknum. Forsetavalið í USA hevur stór- an týdning fyri Føroyar og mugu vit taka støðu til hetta val. Tey, sum hava sæð nógv umrødda filmin "Fahrenheit", hava ilt við at trúgva, um veruleikin er, at tað er tann kalda beinharða kapital- isman og hernaðarídnaðurin, sum stýrir Bush familjuni og tí eirindarleysa politikkinum. Ella eru Bush og hansara menn sann- førdir idealistar og krossfararar, sum verja Vesturheimin moti Muhammedsmonnum - time will tell ! Vert er at nevna, at tá Bush gjørdist forseti ætlaði hann at føra ein isolationspolitik. Amerika er ambivalensur við lít. Amerikanarar eru fitt fólk yvirhøvur. Tú hevur frið, trivnað og trygd og frælsi hins einstaka og so allan brutalitetin vit hava sæð líka frá indianarum, nekara- trælum og lyndi hjá teimum seinastu amerikansku forsetunum at blanda seg uppí alla staðni og taka lutin á seg sum heimspoliti- vald. Løgið. Tað er ringt at taka dagar millum, hvør verður forseti Bush ella Kerry. Uttan iva halda flestu føroyingar við Bush, sum tykist meira avgjørdur enn Kerry. Verður tað Kerry, eri eg bangin fyri, at vit síggja eitt nýtt Kennedy/Johnson syndrom, har Johnson varð drigin inn í Vietnam móti sínum vilja. Kerry tykist veikur og populistiskur. Sagt verður, at kalda stríðið var 3. Veraldarheimsbardagi. og at vit nú síggja 4. heimsbardaga daga upp. Sannroynd er, at vit í Vesturheiminum standa sum fíggindar hjá øllum Muslimska heiminum og fer hetta stríð at escalera. Vit eru vassað so langt út nú, at ikki vendist aftur. Stríðið í Irak og aðrastaðni má fáa ein enda og eitt sokallað demokrati fáast upp at standa, um tað ber til. Um USA vinnur hetta stríð er ikki lætt at siga, politiska mót- støðan kann gerast so stór, at USA og eisni Bretland taka seg , og so hevur terrorisman sigrað. Løgið er, at núverandi forsetin í Irak, sambært News Week, er fyrrverandi leigumordari hjá Sadam Hussein og forsetin í Afghanistan hevur havt nógv handilssamband við Bush Senior. Ikki hoyrist so nógv til tað, men Irak er í Wild West, har túsunda- vís av privatum leiguhermonnum og feløgum vinna sær risaupp- hæddir. Teir ekstremu muslimarnir vilja vinna á Vesturheiminum og vilja nýta allan terror og harð- skap. Alt Miðeystur stendur og rillar, og allir teir gomlu muslimsku landspartarnir i Sovjet eru við at tilbúgva seg - sorgarleikurin í skúlanum í Beslan er bert ein lítil byrjan uppá, hvat fer at henda. Oljan spælir ein stóran leiklut og er hon livæðrin hjá Vesturheimin- um. Fer stríðið í Irak at breiða seg til Iran, og fer USA inn í Saudi Arabia, er ilt at ímynda sær, hvat fer at henda. Egyptaland er eisini ein sera stórur vandi við teimum militanu muslimunum har búgva.. Ørkymlandi eru øll manna- lívini, sum fara fyri onki. Mannalív hava ongan týdning longur. Ørkymlandi er, at oljan – hon, sum heldur Føroyum og okkara vinnulívi koyrandi - nú kostar 50 dollars og fer longur upp, so leingi kriggið heldur áfram. Ørkymlandi er, at Al´queda er sterkari enn nakran- tíð og hevur framt umleið 50 stórar blóðugar atsóknir bara síðani Sept 11 og er hetta bara byrjanin. Hóast allan fananskapin, sum fer fram, hava flestu føroyingar enn tokka til Amerika og hava Amerikanska dreymin í hjartan- um um frið og semju og eitt gott land, har allir møgulleikir eru hjá tí einstaka at smíða sær eydnuna góða. We shall overcome ! kanska….. Føroyar eiga at hava góð og sterk sambond við USA bæði handilsliga og diplomatiskt. Ein føroyskur sendimaður eigur at verða í Washington. Verður undirritaði valdur í Tórshavnar Býráð fari eg at virka fyri at fáa New York til vinarbý hjá Havnini. Føroyar, Irak og USA USA er heilt øgiliga demo- kratiskt. Hjá føroyingum er tað ringt at ímynda sær, at vanligi veljarin skal hava slíkt vald og slíkt álit TINGHELLUANALYSAN Kári á Rógvi kar@faroe-law.fo Í summar fór føroyski sorin- skrivarin frá, og nýggjur skal tí tilnevnast. Tað er ein danskur stovnur, sum ger tilmæli og ein nevnd, ið blástemplar tann nýggja høvuðsdómaran í Før- oyum. Stjórin í føroyska lands- bankanum skal ikki greiða fólkavaldum tingfólki frá, hvønn politikk hann fer at føra. Føroyskir sýslumenn verða til- nevndir av donskum myndug- leikum, ovasti løgfrøðingur hjá landinum er settur í starv of verður sitandi til hann verður pensjoneraður uttan val ella fólkavalda góðkenning. Før- oyskar kommunur læna pengar uttan at fólkið verður spurt eftir. Lógir verða samtyktar á tingi uttan at nøkur teirra verður løgd fyri fólkið til góðkenningar. Alt hetta er øðrvísi í USA. Tann meinigi maðurin í ameri- kanska samveldinum skal í november seta onkustaðni ímillum 20 og 100 ymsar krossar. Valdið er hjá fólkinum, og fólkið velur hvør skal stýra og ráða, fólkið tekur støðu til týðandi spurningar. Í USA eru 50 limalond (statir), síðani er høvuðsstað- urin Washington D.C., fleiri atlond sum t.d. Puerto Rico og (fyrrverandi donsku) Vestind- isku Oyggjarnar. USA viður- kennir eisini umleið 540 indiansk upprunafólk sum tjóðir við fullveldi. Hvør av hesum eindunum hevur sína stjórnarskipan og síni fólkavaldu embæti. Í statinum Louisiana, har eg skrivi hesar reglur, vóru tey fyri á stuttum á vali og valdu m.a. dómarar, sýslumenn og tóku støðu til uppskot um broyting í grundlógini hjá statinum. Fyrr í ár vóru tey á uppstillingarvali hjá flokkunum, og í november kunnu summi val fara yvir fleiri umfør, har tvey tey fremstu valevnini fara víðari. Í flestu støðum eru tað heldur ikki krossar, sum fólk seta. Mangar ymsar skipanir verða brúktar, summi brúka holkort, sum síðani verða tald við teldu, enntá teldur verða brúktar. Stórt orðaskifti er um allar hesar skipanir; og tey, ið minnast forsetavalið seinast, koma í hug stríðið um holkortini í Florida. USA er so demokratiskt, at tey hava tekniskar trupulleikar telja allar atkvøðurnar. Føroyingar hava nærum heims-met í demokratii við oman fyri 90 % valluttøku til løgtingsval. Men sjálvt fyri okkum kundu øll hesi valini helst verið ørkymlandi. Velj- arar, sum skulu taka støðu til so nógv mugu fylgja væl við - ella lýta á ráð frá øðrum. Júst hetta ger, at nógv fólk fara ikki á val í USA, tað er ov nógv at taka støðu til. Eisini merkir hetta, at nógvir pengar skulu til vastríðið og at nógv líta á tilmæli frá felagskapum og týðandi fólki. Annar spurningur eru tær mongu ymsu valskipanirnar. Vanliga verða tingmenn valdir í einmasvaldømum, og seinnu árini eru valdømini alt meiri tillagað soleiðis, at sitandi tingmaðurin varðveitir seissnin. Hetta kann samberast við, at Anfinnur Kalsberg umboðaði Viðoynna og ein part av Klaksvík, har væntandi var at nógv fólkafloksfólk búðu, Alfred Olsen umboðaði Toftir og Strendur, og Høgni Hoydal Kirkjubø, Velbastað og partar av Hoyvík. Hesar valskipanir gera, at av teimum 435 limunum í um- boðsmanntinginum hjá sam- veldinum, kunnu einans eini 20-30 væntast at skifta flokk, og republikanararnir eru tí rættiliga vísir í at varveita valdið har. Størri spenningur eru um senatsvalið, tí hvør statur velur sín senator og umleið 10 av teimum gott 30, ið standa fyri valið, kunnu skifta flokk. Forsetavalið er bert eitt val av mongum. Demokrati fyri allar pengarnar TINGHELLUVIÐMERKINGIN Óli Breckmann obrmann@post.olivant.fo Eftir áheitan verður hetta stutt roynd at greiða frá, hvussu í allari víðu verð Bush, hóast hunddálkaður í øllum fjølmiðlum (eingin høgravendur er eftir), klárar at vinna á Kerry 2. nov. Amerikanarar vita, at valið stendur millum at yvirliva sum frælslynt og kristið fólk og tjóð øðrumegin og at geva seg undir sosialistiskt og islamo-fascistiskt ST-veldi hinumegin. Ímillum hesar pólar liggur eitt feikt, vøkkult og sosialistiskt Europa, sum ótakksamt bítur (amerikansku) hondina, sum føðir okkum og heldur okkum uppi búskaparliga. Eisini vanvirðir Europa amerikansk vápn, sum hava vart okkum móti Hitler, Sovjet og nú islam. Bush er ímyndin av nýggjari ameri- kanskari styrki, og tað er nóg mikið til, at Schröder (giftur 5 ferðir) og Chiraq (franskur erkasnobbur) hata Bush av inn- asta hjarta og berum undirluta- kenslum. Í 2000 valdu 60% av kvinn- unum Gore og 40% Bush, sum kortini vann. Hesuferð stendur á jøvnum 50-50. Orsøkin er, at kvinnur kenna hús, heim og familju tryggari í republi- kanskum (fólkafloks) hondum enn í demokratiskum (sosialist- iskum) lummum. (Rættir) menn velja Bush í lutfallinum 60 til 40. Teir kenna eitt mannfólk, tá teir síggja ein ordiligan "cowboy" (I'm proud to be an Okie from Muscogie). Bush hevur 3 ár gingið undan í 4. heimsbardaga (Kalda kríggið var 3.). Yngri veljarar (18-30 ár) stuðla Bush 65-35, tí hann er ímynd av einum tryggari USA. Kerry er í teirra eygum óálítandi. Hann spælir sosialistur hóast milliarderur (arvað tað mesta í aðru Heintz-giftu). Hann eigur 12 palass runt um í heiminum. Hin orsøkin til, at tey ungu stuðla Bush, er stórvøksturin í amerikanska (og í heims)búskap- inum eftir skattalættarnar hjá forsetanum í fjør. Kerry er meiri ótilrokniligur. Hann var 4 mánaðir í Vietnam, hóast hann var ímóti krígnum. Síðan kom hann heim og skuld- setti alment sínar vápnabrøður fyri krígsbrotsverk og hópdráp í Vietnam. Nú hava gomlu stríðs- felagar Kerrys (Swift Boat Veterans) lýst Kerry í bann sum óálítandi og óskikkaðan sum leiðara. Síðan brátagnaði reyp- arin um síni krígsavrik, sum hann annars bygdi alt valstríðið á fram til flokstingið. Kerry er annars landasvíkjari av lyndi. Hann samráddist privat í París 1970 við umboð fyri Ho Chi Mihn-stýrið, við Sandinist- arnar í 1980-árunum og atkvøddi ímóti krígnum í Saddam í 1991. Sostatt hevur hann stuðlað deyðsfíggindum USAs seinastu 35 árini. Nú atkvøddi hann fyri krígnum móti Irak, men hevur síðan kúvent ímóti og gevur Bush skyldina fyri at hava lokkað seg! Forsetin er "CiC" (ovasti) yvir amerikansku hermegini. Hvussu kann nakar (uttan sosialistar) ímynda sær Kerry í hesum leikluti? Hann atkvøddi ímóti B- 1 bumbuflogfarinum, ímóti B-2 ditto, ímóti F-14A Tomcat rakettini, ímóti tí uppgraderaða F-14D jagaraflogfarinum, ímóti Apache tyrluni, ímóti F-15 Eagle jagaraðnum, ímóti Patriot missil- inum, ímóti Aegis-cruise verju- rakettini, ímóti SDI (rúmdar- verjuni) og ímóti Trident missilinum. Hetta er maðurin, sum ger seg upp til at vera herovasti í USA- hermegini. Men vápnað við hvørjum? Við skráspýttum? Klovnur! Undir Bush hevur USA nógv sterkasta hermegi í heimi, meiri enn 15 tey næstu vápnaðu londini tilsamans! Á tann tryggleiki, tað gevur borgarligum og kristnum hjørtum. 60% av teimum, sum stuðla Kerry, hata Bush meiri enn teimum dámar Kerry. Tað er vána útgangstøði. Hugsa tær val- plakatirnar: "Hata Bush, stemma Kerry". Asiatar (mest gávaðu og ágrýtnu borgarar í USA) atkvøða republikanskt. Bush sær nú út til at fáa fleiri svartar atkvøður enn nakar republikanari síðan Reagan. Tey kenna seg sviknan og eru endað í sosialistiskum kyksendi, eftir at hava atkvøtt demokratiskt síðan áðrenn kríggið. Har er einki at heinta uttan niðurlátandi eftirlæti, kvotur, undantøk og 2. floks útbúgvingar og jobb. Heintz-milliarderurin leiðir nú flokkin hjá Truman og Kennedy. Hvørgin hevði sloppið at verið limur í dag. So langt til vinstru liggja demokratarnir. Fyri at vinna valið má Kerry sleiska fyri fakfeløgum (serliga lærarum og sjakaljuristum), selja sálina til femin(az)istar, liggja skerflatur fyri negrofascistum, logra fyri øvugtum og bakvendum, dansa regndans við umhvørv(it)is- knokkum og grulva fyri hvørjum forkelaðum minniluta í USA. Hetta eru tey - sosial berma og sosialistiskir akademikarar - sum saman við fjepparum uppi í almenna skattafíggjaða búskap- inum fíggja sirkusið hjá demo- kratunum, Kerry og Edwards. Amerikanarar vita, at George W Bush við stuðli frá repu- blikanska meirilutunum í Kon- gressini (báðum kømrunum) setti í verk størstu skattalættar síðan risan Reagan (hann situr nú, signaður, í fangi Ábrahams). Í sama viðbragdi kom vøkstur í búskapin, ikki bert í USA, men nú eisini í Europa (ótakksama, islam-lifrandi skarn). Orsakað at skjótt vaksandi skattainntøkum minkar hallið á amerikansku fíggjarlógini 100 mia USD longu í ár. Topp 1% av amerikanskum inntøkum rinda 20% av øllum skatti. Topp 10% av inntøkunum rinda 60% av skattinum. Tey, sum tjena ovaru 50% av øllum inntøkum, gjalda 95% av skatt- inum. Fjøldin av amerikanarum er nevniliga skattafrí. Miðal inntøkan fyri tey lægstu 20% av inntøkunum táttar í USD 20.000. (Hægri enn í Føroyum). Miðal livialdurin er lítið lægri enn í Norðurlondum. 1,5 miljón nýggj arbeiðspláss eru komin síðan í fjør heyst. Arbeiðsloysið er niðri á 5,4%, hitt lægsta síðan "bløðran" hjá Clinton brast. Búskapurin veksur 5-6% í 2004 og hitt sama næsta ár, hóast høga oljuprísin. Eina ferð enn er tað kapital- isma og fríur marknaðarbúskapur við skattalættum í USA, sum draga allan heimsbúskapin fram og upp. Mótsett europearum skilja amerikanarar, sum velja Bush, at tað ræður um at frígera fólk úr almannafelluni, at geva teimum sjálvsábyrgd, at gera tey pro- duktivar borgarar. Kerry og demokratarnir vilja binda fólk niður í ósjálvstøðu, heft at almannaskipanini sum varandi sosialklientar og á tann hátt tryggja atkvøðuna frá teim- um við alla. Tað er óameri- kanskt, halda tey flestu. Bush vinnur við 55% av atkvøðunum. Kerry fær 45% íalt. Bert California og New York av teimum stóru og so nakrir smáir sosialistastatir í land- nyrðings-USA geva Kerry meiriluta. Bush fær so fríar hendur til at berja teir mest drápshugaðu jihadistarnar niður. So kann heimurin (serliga Ísrael og eisini Europa) anda eitt sindur lættari. Takkað veri Bush kunnu dráps- menn hjá tí muhamedanska deyðsmentanin umhugsa tað tilboðið um persónligt og politiskt, sosialt og útbúgv- ingarligt frælsi, sum USA eina ferð roynir tryggja øllum heimsins borgarum. Eftir 2. november verður (fals- sosialistiski) Heintz-milliarder- urin líka ófarligur sum ketchup og salatkrem við sama navni. Men longu í 2008 liggur næsta sosialistiska hóttan og lúrir til forsetavalið í USA: Femin(az)istiska gívurin Hillary Clinton. Men henni basa vit, tá tann tíðin kemur. Bless you, Bush. Koyr á, hasin rádni ("redneck"). Vit eru nøkur tandur, sum morgun og kvøld biðja fyri, at tú vinnur, og at Kerry (hentur býttlingur hjá Islam) tapir - so ruddiliga. Tí bankar Bush Kerry Tinghelludebatt mikudag eisini Áhugin fyri at skriva viðmerkingar og greinar til Tinghelluna tykist stórur. Tað er tó avmarkað við plássi í Vikuskiftis- sosialinum, og tí hava vit avgjørt eisini at prenta viðmerkingar og greinar annars, ið hava tilknýti til tey evni, sum verða viðgjørd í Tinghelluni í Vikuskiftissosialinum, hvønn mikudag. Lesið tí eisini Tinghelludebattina í mikudagsblaðnum komandi. Tá fer m.a. fyrrverandi tingkvinna Tjóðveldisfloksins, Kristina Háfoss at viðgera nøkur mál, sum eitt nú hava verið frammi í Tinghelluni. Blaðstj. C M Y K 37 36