Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-02-27, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 27. februar 2017síða 13

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 27. februar2017 · Nr. 25 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 HESIR VUNNU FM Í BRIDGE Føroyameistararnir í bridge vórðu funnir um vikuskiftið. ÍF Føroyar fimleikur hevur kappast í Danmark, og Føroya Ríðingarfelag hevur skipað fyri serstøku greinini ringríðing. Tað er nakað av tí, sum tey stuttsøgdu hyggja nærri at hesaferð. Pætur Albinus FÓTBÓLTUR Nenad Saric, sum seinastu 11 árini hevur spælt við ÍF, hevur valt at skifta til Skála, har hann skal standa á odda fyri U18- og 2. deildarliðum felagsins. Tað boðar felagið frá á Facebook. 35 ára gamli serbiski leikarin hevur spælt 201 dyst fyri ÍF í Effodeildini, men í fjør spældi hann bara við næstbesta liði felagsins í 2. deild. FC Barcelona var nýtt oddalið í La Liga eina løtu í gjár, eftir at teir vunnu 2-1 á útivølli ímóti Atlético Madrid við málum frá Rafinha og Lionel Messi. Hesa løtuna var FC Barcelona tvey stig fremst í La Liga, men í gjárkvøldið skuldi Real Madrid royna at svara aftur, tá ið teir vóru á vitjan hjá Villarreal. Tað sá svart út hjá høvuðs­staðar­ felag­num, tá ið Villarreal var á odda 2-0, men Real Madrid framdi eitt comeback og vann 3-2 við málum frá Gareth Bale, Cristiano Ronaldo og Alvaro Morata. Real Madrid er nú eitt stig frammanfyri FC Barcelona, men hevur ein dyst tilgóðar. Tað hevur skapt órógv í Lei­ cester, at meistaravenjari teirra, Claudio Ranieri, nú hevur fingið sekkin. Slaturblaðið The Sun vil vera við, at Kasper Scheichel, Wes Morgan, Marc Albrighton og Jamie Vardy hava verið við til at fingið hann frá, men hetta vísir danski málverjin aftur. – Tað er als ikki satt. Vit eru leikarar, sum einans kunnu hava ávirkan á vøllinum, og tað hava vit ikki gjørt. Hvat hendur oman fyri høvdini á okkum í leiðsl­ uni er uttanfyri okkara ávirk­an, sigur Schmeichel við BBC. Oddaliðið í týsku Bundesliguni, Bayern München, gav Hamburger SV ein ordans umgang leygardagin, tá ið stórfelagið vann einki minni enn 8-0 á heimavølli ímóti teimum úr Hamburg, sum nú stríðast um yvirliving og eru triðaftast. Robert Lewandowski skeyt hattrikk áðr­ enn hann varð útskiftur eftir einum tíma, og innskifti Kingsley Coman skeyt tvey mál. Hini málini fingu Arturo Vidal, David Alaba og Arjen Robben. 8-0-tapið hjá Hamburger SV var javnt við tað størsta tapið í søgu felagsins. 8-0 taptu teir nevniliga eisini, tá ið teir møttu Bayern München kappingarárið 2015. Bayern München er oddalið fimm stig frammanfyri RB Leipzig, meðan Borussia Dortmund er heili 13 stig aftanfyri. BRIDGE Eftir sera spennandi endaspæl, vann liðið hjá Boga Simonsen (Dia Jacobsen, Jens Midjord, Niels Niel­sen, Arnbjørn Sivertsen) FM í brigde fyri lið. Áðrenn sein­astu um­førini lógu liðini hjá Boga Simon­sen og Egil Sondum púra jøvn. Og bæði liðini vunnu stór­ sigrar í sínum dystum, men liðið hjá Boga Simonsen vann føroya­ meistaraheitið. Munurin í stigum var bert eitt stig. Vinnararnir fingu 138 stig og nummar tvey 137 stig. Tað er langt síðani, at spenningurin hevur verið so stórur í teimum sein­astu umførunum, skrivar Før­ oya Bridgesamband. FIMLEIKUR Estetiska fimleikaliðið hjá føroysku útisetunum í Keypmannahavn, ÍF Føroyum, luttók í gjár í Sorø Cup. Tær føroysku vunnu seg í finaluna, har tær fingu samlaða karakterin 24,37, ið rakk til eitt triðja pláss. Tær úr ÍF Føroyum siga, at tær ikki eru heilt nøgdar við úrslitið, men at tær eru væl nøgdar við framførsluna. Næsta kapping hjá teimum verður longu komandi vikuskifti í Farum. HONDBÓLTUR Jóhan á Plógv Hansen sat uttan fyri við einum slitnum krossbandi og kundi einans hyggja við frá síðulinjuni, tá ið liðfelagir hansara í Bjerringbro-Silkeborg leygardagin framdu eina sensatión í Champions League, har teir á útivølli vunnu 24-21 ímóti týska stórfelagnum THW Kiel. Høvuðsorsøkin til sig­ urin mundi vera, at Søren Ras­ mussen í danska málinum stóð ein branddyst. Michael V. Knudsen gjørdist annars toppskjútti við seks málum. – Hetta er ein av størstu sigru­ num á mínari hondbóltsleið, sum annars er drúgv, segði Søren Ras­ mussen, 40 ára gamli málverjin, við heimasíðuna hjá danska felag­ num eftir dystin. Hann hevur eitt nú spælt fýra ár við Flens­ burg-Handewitt, men hevur ongan­tíð megnað at vunnið ímóti THW Kiel áður. Sigurin merkir, at Bjerringbro-Silkeborg, hóast av­ ger­andi tap í Póllandi síðsta viku­ skifti, nú brádliga er við aftur í spælinum um at røkka 1/8-finaluni í Champions League. RÍÐING Árliga Ringríðingin hjá Føroya Ríðingarfelag, var í Reiðhøllini hjá felagnum í gjár. Ringríðingin er gomul siðbundin kapping, har fólk á rossabaki við bambusstavi skula raka ein evarska lítlan ring, ið hongur í tveir metra hædd. Krav er eisini, at rossini skula vera í lop, tá ið tey kappast. Ringiðingin er altíð á fastalávint, so nógv av reiðfólkunum eru eisini grýluklødd, og aftaná kappingina verður eisini sligið tunnu. Sera nógv ross vóru við í ár, men spakuliga vóru tey soldað frá og tað endaði við einari finalu millum Kristfríð D. Jacobsen, Rebekku J. Simonsen, Sonju Síminardóttir og Knút Lútzen. Her dró Rebekka J. Simonsen longsta stráið og vann. Hetta er fyrstu ferð Rebekka vinnur Ringríðing. Hjá børnunum vann Hanna Sig­tórs­ dóttir. TENNIS Caroline Wozniacki spældi seg fyri aðruferð upp á eina viku í eina WTA-finalu, tá ið hon um vikuskiftið spældi finaluna í Dubai ímóti Elinu Svitolina. Ukreinska mótstøðukvinnan gjørd­ist ov stórur biti hjá donsku tennis­ drotningini. Hon vann finaluna trygt 6-4, 6-2. Hetta var annað finalu­tapið hjá Wozniacki upp á eina viku, men Wozniacki, sum hevur vunnið 25 WTA-kappingar á leið­ini, er byrjað at nærma seg heims­toppinum aftur eftir eitt. STUTTSØGD TÍÐINDI Bogi Simonsen, Dia Jacobsen, Jens Midjord, Niels Nielsen og Arnbjørn Sivertsen Kvinnurnar hjá ÍF Føroyar fimleiki Rebekka J. Simonsen vann ringríðingina