mánadagur 27. februar 2017síða 14
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 27. februar2017 · Nr. 25
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
André Olsen
Um vikuskiftið hava tveir av okk
ara størstu profilum á fótbólts
landsliðnum spælt í innanhýsis
dysti, tá feløgini hjá Halli Hansson
og Jóan Símuni Edmundsson, AC
Horsens og OB hittust í donsku
Superliguni. Dysturin endaði við
einum 1-1 javnleiki, eftir at Hallur
Hansson annars legði AC Horsens
á odda 1-0 tíðliga í fyrra hálvleiki.
Báðir teir føroysku landsliðs
leikararnir, Hallur Hansson og Jóan
Símun Edmundsson, spældu allar
90 minuttirnar á vøllinum. Eftir
dystin, fekk Sosialurin orðið á Halli
Hansson, sum iðraði seg yvir, at
talan ikki varð um trý vunnin stig.
– Vit eru eitt sindur irriteraðir
inná útjavnandi málið sum teir
fáa, tí tað kemur eitt tíðspunkt í
dystinum, har vit halda okkum
hava gott tamarhald á tí defensiva.
Men hyggur man eftir dystinum
samanumtikið, kunnu bæði liðini
vera nøgd við eitt stig. OB vóru
dugnaligir á bóltinum, meðan vit
vóru dugnaligir defensivt. Tað halt
aði tó við tí offensiva spælinum hjá
okkum.
Um málið hjá sær sjálvum, sigur
Hallur Hansson, at talan var um
eitt mál, har renningin frá aðrari
rekkju fall væl.
– Eg royni altíð at fanga so
nógvar bóltar sum møguligt, sum
detta niður aftaná teir longu bólt
arnar ella aðrar bóltar. Leygardagin
tók eg eina renning frá aðrari
rekkju, har bólturin brádliga kom
at liggja væl fyri. Eg setti tí bara
eina stilla innarusíðu á, og legði
bóltin við vinstrabeinunum ímóti
longru stong, segði Hallur Hansson.
Umframt Hall Hansson og Jóan
Símun Edmundsson, hevur Gilli
R. Sørensen, eisini um vikuskiftið
spælt fult fyri SK Brann. Gilli R.
Sørensen spældi allar 90 minutt
irnar á vøllinum fyri Brann, sum
tapti 2-1 móti Malmø FF úr Svøríki.
Føroyski landsliðsleikarin í AC Horsens, Hallur Hansson, sum
kom á máltalvuna leygardagin, iðrar seg um útjavnandi málið
hjá OB leygardagin. Málið kom í einum tíðspunktið, tá teir
í AC Horsens kendu seg at hava tamarhald á dystinum
HØVDU TAMARHALD Á TÁ OB JAVNAÐI
FÓTBÓLTUR
Hallur Hansson:
KÍ vann Klaksvíkskappingina
Vertirnir úr KÍ vóru drúgvast, tá árliga Klaksvíkskappingin um vikuskiftið varð spæld. Merkisvert
við kappingini var eisini, at føroyameistararnir úr Víkingi taptu báðar dystirnar greitt
André Olsen
Um
vikuskiftið
hevur
árliga
Klaksvíkskappingin verið spæld.
Kappingin, sum er fastur siður
á hvørjum ári, er millum trý tey
fremstu liðini frá farna kapp
ingarárið, umframt KÍ, sum altíð
luttekur sum vertur. Merkisvert
við kappingini í ár var tó, at KÍ í fjør
aftur endaði millum trý tey ovastu,
og var talan sostatt um fýra tey
bestu liðini frá farna kappingarárið.
Og sigast má, at KÍ av álvara
hevur fótað sær aftur í oddinum
av føroyskum fótbólti. Teir gjørdu
nevniliga bart í árligu Klaksvíks
kappingini, har teir vunnu báðar
dystirnar, og sostatt vunnu kapp
ingina.
B36 bankaði meistararnar
í hálvfinaluni
Leygardagin vóru fyrst tær báðar
hálvfinalurnar leiktar. Í teimum
møttust B36 og Víkingur í tí fyrru,
meðan KÍ og NSÍ spældu tí seinnu
hálvfinaluna.
Í fyrru hálvfinaluni vant B36
av álvara burturúr verandi føroya
meistarunum úr Víkingi, tí dysturin
endaði við einum sannførandi 4-0
sigri til B36. Stóri spælarin á liðnum
hjá B36 tann dystin var miðvallarin,
Róaldur Jakobsen, sum ikki skjeyt
færri enn trý mál, meðan Patrik
Johannesen skjeyt hitt málið.
KÍ vann tættan
dyst móti NSÍ
Í seinnu hálvfinaluni vann KÍ ein
tættan dyst ímóti NSÍ, har bæði
liðini stillaðu við sterkum upp
stillingum. Endaliga úrslitið var ein
1-0 sigur til KÍ. Einsamalla málið í
dystinum skjeyt verjuleikarin, Sør
mundur Kalsø.
Ungir NSÍ leikarar
bastu meistarunum
Sunnudagin vóru so avgerandi
dystirnir spældir, har NSÍ og Vík
ingur fyrst møttust í bronsudyst
inum. Merkisvert við uppstillingini
hjá NSÍ var, at eingin av teimum
sum spældu dagin fyri, vóru at
síggja aftur á liðnum sunnudagin,
har mestsum bara ungir leikarar
spældu við. Men hóast fleiri av pro
filunum manglaðu, vann NSÍ sann
førandi ímóti Víkingi, sum hevði
fleiri av sínum profilum á liðnum.
Málini í tí dystinum skutu Petur
Knudsen, Jann Martin Mortensen,
Jannik Olsen og Hans Marius
Davidsen fyri NSÍ, har Petur Knud
sen skoraði tvey mál, meðan Atli
Gregersen, Hjalti Strømsten og
Tonni Thomsen skutu málini fyri
Víking.
KÍ avgjørdi í seinna
hálvleiki
Í finaludystinum, sum altso var
millum KÍ og B36, tóktist KÍ at
spæla við einari sterkari uppstill
ing enn B36. Har var KÍ eisini tað
sterkara liðið, tí teir vunnu dystin
sannførandi 4-1, eftir at hálvleiks
støðan annars hevði verið 1-1.
Tað var annars B36, ið legði seg
á odda í tí dystinum við máli
frá nýggja áleyparanum, Patrik
Johannesen, sum hevur fingið eina
fína byrjan í sínum nýggja felagið.
Men lítla løtu aftaná javnaði KÍ við
máli frá Páll A. Klettskarð. Í seinna
hálvleiki avgjørdi KÍ av álvara
dystin, tá fyrst Semir Hadzibulic, og
síðani Hjalgrím Elttør og Jóannes
Bjartalíð gjørdu tað til endaliga
úrslitið 4-1.
Gott tekin fyri KÍ
KÍ vann sostatt árligu Klaksvíks
kappingini, og hyggja vit bara eitt
ár aftur, skuldi talan verið um gott
tekin til Effo-deildina. Tá vann
Víkingur nevniliga Klaksvíkskapp
ingina, sum altso endaði sum før
oyameistari, tá landskappingini
í oktober í fjør endaði. Tó kunnu
slíkar kappingar snýta eitt sindur,
tí at liðini ofta blanda kortini eitt
sindur við at nýta væl fleiri leik
arar, enn tey annars vildu havt
gjørt, um talan hevði verið um
landskappingardystir.
Hálvfinala 1:
B36-Víkingur 4-0 (Málskjúttar:
Róaldur Jakobsen 3, Patrik
Johannesen 1)
B36: Tórður Thomsen – Høgni
Eysturoy, Andrias Eriksen, Bjarni
Petersen, Fróði Rasmussen - Eli F.
Nielsen, Róaldur Jakobsen, Philip
Lund – Gestur B. Dam, Patrik
Johannesen, Benjamin Heinesen
Víkingur: Elias Rasmussen – Gert
Hansen, Atli Gregersen, Óla Kristian
Jacobsen, Hanus Jacobsen – Hans
Jørgen Djurhuus, Fróði Benjaminsen,
Sølvi Vatnhamar – Filip Djordjevic,
Adeshina Lawal, Hans Pauli
Samuelsen
Hálvfinala 2:
KÍ-NSÍ 1-0 (Málskjútti: Sørmundur
Kalsø 1)
KÍ: Meinhardt Joensen - Sørmundur
Kalsø, Jonas F. Rasmussen, Hørður
Askham, Ísak Simonsen - Jákup B.
Andreasen, Atli Danielsen, Semir
Hadzibulic, Heðin Klakstein - Albert
Adu, Páll A. Klettskarð
NSÍ: Símun Rógvi Hansen - Tobias
Olesen, Per Langgaard, Jens Joensen,
Einar Tróndargjógv - Bárður J.
Hansen, Mórits Heini Mortensen,
Betuel Hansen, Árni Frederiksberg -
Pól Jóhannus Justinussen, Klæmint
A. Olsen
Bronsudysturin:
NSÍ-Víkingur 5-3 (Málskjúttar:
NSÍ: Petur Knudsen 2, Jann Martin
Mortensen 1, Jannik Olsen 1, Hans
Marius Davidsen 1. Málskjúttar
Víkingur: Atli Gregersen 1, Hjalti
Strømsten 1, Tonni Thomsen 1.)
NSÍ: Karstin Hansen – Jann
Benjaminsen, Jóhann Gaardbo, Jann
Ellingsgaard, Andri Benjaminsen –
Jannik Olsen, Karl Løkin, Jann Martin
Mortensen, Aron Knudsen – Jonleif
Højgaard, Petur Knudsen
Víkingur: Elias Rasmussen – Gunnar
Vatnhamar, Atli Gregersen, Hjalti
Strømsten, Hanus Jacobsen – Filip
Djordjevic, Hans Jørgen Djurhuus,
Fróði Benjaminsen, Hans Pauli
Samuelsen – Sølvi Vatnhamar –
Tonni Thomsen
Finalan:
KÍ-B36 4-1 (Málskjúttar KÍ: Páll
A. Klettskarð, Semir Hadzibulic,
Hjalgrím Elttør, Jóannes Bjartalíð.
Málskjúttar B36: Patrik Johannesen
1.)
KÍ: Meinhardt Joensen – Sørmundur
Kalsø, Jonas F. Rasmussen, Hørður
Askham, Ólavur Niclassen – Dion B.
Splidt, Semir Hadzibulic, Jákup B.
Andreasen, Hjalgrím Elttør – Páll A.
Klettskarð, Albert Adu
B36: Rói M. Hentze – Erlendur
Magnusson, Andrias Eriksen, Bjarni
Petersen, Gestur B. Dam – Lukasz
Cieslewicz, Eli F. Nielsen, Róaldur
Jakobsen, Magnus H. Jacobsen,
Hannes Agnarsson – Patrik
Johannesen
Úrslitini og uppstillingar frá kappingini:
Hallur Hansson kom um
vikuskiftið á máltalvuna, tá
AC Horsens spældi 1-1 javnleik
móti OB við Jóan Símun
Edmundsson á liðnum
KÍ vísti um vikuskiftið góðar taktir, tá felagið
vann árligu Klaksvíkskappingina